Niðagrísurin í hosuleggaldinun

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Niðagrísurin í hosuleggaldinun


Ein arbeiðskona í Ónagerði, prestagarðinun á Viðareiði, kom fyri leysingabarn og drap tað í loynd. Ein fátækur húskallur var har í prestagarðinun, eyknevndur Písli. Frá honun tók hon eitt hosuleggald, sum hon koyrdi barnið í, og síðan gróv hon tað niður. Eina tíð eftir hetta giftist henda sama arbeiðskonan, og stórt brúdleyp varð hildið. Meðan tey dansa brúðardansin, kemur ein niðagrísur rullandi inn í einun hosuleggaldi, hoppar inn í ringin og kvøður:

Min moder bær guld;
jeg danser i uld,
jeg danser i hosuleggald Písla.

So bóltaði hann sær fyri føturnar á mommuni; men hon svímaði og varð borin út, og brúdleypskætin fekk brattan enda.