Vættrar og vísa Marjun í Øravík

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Vættrar og vísa Marjun í Øravík


Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt gongur væl í lag í tí húsi, har vættrar eru. Sælur er vættravinur, tí at hann kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørðini granda.
   Marjun í Øravík var komin norðan úr Kollafirði til Suðuroyar, og er søgd at hava verið ein av ramastu konum í gandi, sum í minni eru har havdar. Hon var hin vitugasta og dúgnaligasta kona í allar mátar. Hon var fyrndarrík og átti nøgd av neyti og seyði og øllum góðgætum - ei undur í! - vættrarnir búðu hjá henni.

(Í uppskriftini hjá Hammershaimb kemur her ein søga um ta ferðina tá Marjun beindi turkiskar ránsmenn av aftur bygdini. Hetta brotið lata vit fella burtur her, og tann ið vil lesa tað, finnur tað í bókini Færøsk Anthologi av V. U. Hammershaimb, á síðu 328).

Marjun í Øravík hevði góða eydnu við sær í øllum, hon fekst við, og alt gekk henni væl í lag; og tað komst av tí, at teir góðu vættrarnir búðu hjá henni í stórafjósi. Men hon gloymdi heldur ikki at seta eina dyllu við mjólk til teirra, hvørja ferð neytakonur høvdu mjólkað kúnum.
   Vættrarnir lønaðu henni fyri vælgerning. Ikki var trot á mjólkini hon fekk undan kúnum, so leingi vættrarnir vóru staddir í stórafjósi. Eingin sjúka kom at neytunum og seyðinum, meðan teir vardu tey. Ikki gjørdist neytakonum neyðugt at sita úti í fjósi um nætur, um so var, at ein kúgv var væntandi at kálva. Kálvaði hon tá á nátt, lá kálvur ikki í flóri um morgunin, tó at eingin var staddur hjá, men tá fjóskonan kom, stóð kálvurin á básinum bundin við silkibandi undir bøginum á kúnni, so at hon kundi sleikja hann. Gentan, sum kom út í fjós at ambæta kúnum, mátti tá straks loysa kálvin úr silkibandinum og leggja tað á bitan, og haðani tóku vættrarnir tað so aftur til sín.
   Marjun var tí góð við vættrarnar, sum gjørdu henni so mikið gagn, og hon legði elsta syninum títt og ofta dýrt við, at tað skuldi hann vita, at tá hann tók við garðinum sum bóndi eftir henni, at vættrum var gott at hýsa, og teimum skuldi hann altíð geva innivist, og tók hann stórafjós av og breyt niður, mundi tað verða honum og øðrum til meina.
   Marjun doyði, og sonurin, sum nú varð bóndi í Øravík, legði ikki lag í, hvat mamman hevði varað hann við, og breyt stórafjós niður. Men tá flýddu vættrarnir, bóðu ilt yvir hann og alt skyldfólk hansara, sum í Øravík var - bráðan bana skuldu tey øll fáa.
   Sama dagin ið hetta barst til, kom maður gangandi úr Vági norður eftir oy. Tá ið hann kom á Mannaskarð, møtti hann eini pinkulítlari konu, sum kom oman av skarðinum, leiðandi tvey evurlítil smábørn, hvørt við sína hond, og triðja hevði hon á bakinum. Í tí hann fór um tey, hoyrdi hann hesa konuna siga:
   "Hevnt skal verða, at vit máttum flýggja".
   Og hevnt varð. Eitt kvøld ið teir tríggir brøðurnir fóru út at dyrgja suður við landið har á firðinum, breyt flesin undir Tjaldarvíkshólmi á teir og hvøldi bátin, so teir gingu allir burtur, á bátinum vóru.
   Marjun átti eisini tríggjar døtur, sum vóru í Øravík. Tær doyðu stutt eftir av eini drepandi landfarsótt, ið gekk har í bygdini.
   Alt hetta var hevnd frá vættrunum, sum flýddu úr Øravík.