Forskjell mellom versjoner av «Trøllið í Áradal (B)»
m |

| Linje 25: | Linje 25: | ||

har sum frúgvin Margreta |
har sum frúgvin Margreta | ||

hon kembir sítt gula hár? |
hon kembir sítt gula hár? | ||

2. |

2. | ||

Hon varð føst við jørðina, |
Hon varð føst við jørðina, | ||
| Linje 31: | Linje 30: | ||

gullkambur á henni, |
gullkambur á henni, | ||

og hondin omaná. |
og hondin omaná. | ||

3. |

3. | ||

Fram kom har tað ljóta trøll, |
Fram kom har tað ljóta trøll, | ||
| Linje 37: | Linje 35: | ||

"Hoyr tú, frúgvin Margreta, |
"Hoyr tú, frúgvin Margreta, | ||

hvat vilt tú geva mær? |
hvat vilt tú geva mær? | ||

4. |

4. | ||

Mikið silvur og reyðargull |
Mikið silvur og reyðargull | ||
| Linje 43: | Linje 40: | ||

loysi eg teg frá jørðini, |
loysi eg teg frá jørðini, | ||

hond úr hári á tær." |
hond úr hári á tær." | ||

5. |

5. | ||

"Mikið silvur og reyðargull, |
"Mikið silvur og reyðargull, | ||
| Linje 49: | Linje 45: | ||

tú skalt fá tað fyrsta kind, |
tú skalt fá tað fyrsta kind, | ||

ið mær er lagað at eiga." |
ið mær er lagað at eiga." | ||

6. |

6. | ||

"Nú hevur tú lovað lyftini, |
"Nú hevur tú lovað lyftini, | ||
| Linje 55: | Linje 50: | ||

tað verður undir lindini |
tað verður undir lindini | ||

bæði dóttir og son." |
bæði dóttir og son." | ||

7. |

7. | ||

"Tað býr eingin undir míni lind |
"Tað býr eingin undir míni lind | ||
| Linje 61: | Linje 55: | ||

tá ið eg komi til hallar heim, |
tá ið eg komi til hallar heim, | ||

eg lati mær nýggjar slá." |
eg lati mær nýggjar slá." | ||

8. |

8. | ||

Tað var tá, sum ofta er enn, |
Tað var tá, sum ofta er enn, | ||
| Linje 67: | Linje 60: | ||

frúgvin er gingin í høgaloft, |
frúgvin er gingin í høgaloft, | ||

hon føðir bæði dóttur og son. |
hon føðir bæði dóttur og son. | ||

9. |

9. | ||

Hon læt tey til kirkju bera |
Hon læt tey til kirkju bera | ||
| Linje 73: | Linje 65: | ||

dreingin kallaði hon Eirik, |
dreingin kallaði hon Eirik, | ||

frúgvina Gullborg. |
frúgvina Gullborg. | ||

10. |

10. | ||

Tey vórðu borin frá kirkjuni |
Tey vórðu borin frá kirkjuni | ||
| Linje 79: | Linje 70: | ||

meira legði hon í at røkta tey |
meira legði hon í at røkta tey | ||

enn alt sítt gull í skrín. |
enn alt sítt gull í skrín. | ||

11. |

11. | ||

Tey vórðu borin frá kirkjuni |
Tey vórðu borin frá kirkjuni | ||
| Linje 85: | Linje 75: | ||

meira legði hon í at røkta tey |
meira legði hon í at røkta tey | ||

enn alt sítt gull og fæ. |
enn alt sítt gull og fæ. | ||

12. |

12. | ||

Aftur kom tað ljóta trøll, |
Aftur kom tað ljóta trøll, | ||
| Linje 91: | Linje 80: | ||

"Margreta, halt nú gávurnar, |
"Margreta, halt nú gávurnar, | ||

ið tú hevur lovað fyrr!" |
ið tú hevur lovað fyrr!" | ||

13. |

13. | ||

Tað var frúgvin Margreta, |
Tað var frúgvin Margreta, | ||
| Linje 97: | Linje 85: | ||

"Tú fært ikki, ljóta trøll, |
"Tú fært ikki, ljóta trøll, | ||

mínum børnum smá." |
mínum børnum smá." | ||

14. |

14. | ||

"Eg gevi tær væl at fostra tey, |
"Eg gevi tær væl at fostra tey, | ||
| Linje 103: | Linje 90: | ||

og so skalt tú missa tey, |
og so skalt tú missa tey, | ||

tað líkar tær ikki betur." |
tað líkar tær ikki betur." | ||

15. |

15. | ||

Ælið kom av útsynningi, |
Ælið kom av útsynningi, | ||
| Linje 109: | Linje 95: | ||

burtur hvurvu systkin tvey, |
burtur hvurvu systkin tvey, | ||

faðir og móður ímóti. |
faðir og móður ímóti. | ||

16. |

16. | ||

Ælið kom av útsynningi, |
Ælið kom av útsynningi, | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 15:24
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Uppskriftin er av Kristian Joensen á Sandi.
Heimildarfólk var Christiane Rasmusdatter úr Skálavík í 1873.
1.
Hava tit hoyrt frá Árdal,
har rennur so føgur ein á,
har sum frúgvin Margreta
hon kembir sítt gula hár?
2.
Hon varð føst við jørðina,
hvar hon settist á,
gullkambur á henni,
og hondin omaná.
3.
Fram kom har tað ljóta trøll,
í vatninum tað var:
"Hoyr tú, frúgvin Margreta,
hvat vilt tú geva mær?
4.
Mikið silvur og reyðargull
vilt tú geva mær,
loysi eg teg frá jørðini,
hond úr hári á tær."
5.
"Mikið silvur og reyðargull,
tað man so lítið beiða,
tú skalt fá tað fyrsta kind,
ið mær er lagað at eiga."
6.
"Nú hevur tú lovað lyftini,
ið okkum tykir mun,
tað verður undir lindini
bæði dóttir og son."
7.
"Tað býr eingin undir míni lind
uttan mínir lyklar smá,
tá ið eg komi til hallar heim,
eg lati mær nýggjar slá."
8.
Tað var tá, sum ofta er enn,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir bæði dóttur og son.
9.
Hon læt tey til kirkju bera
alt foruttan sorg,
dreingin kallaði hon Eirik,
frúgvina Gullborg.
10.
Tey vórðu borin frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meira legði hon í at røkta tey
enn alt sítt gull í skrín.
11.
Tey vórðu borin frá kirkjuni
aftur for móður knæ,
meira legði hon í at røkta tey
enn alt sítt gull og fæ.
12.
Aftur kom tað ljóta trøll,
aftur for Margretu dyr:
"Margreta, halt nú gávurnar,
ið tú hevur lovað fyrr!"
13.
Tað var frúgvin Margreta,
hon tekur til orða svá:
"Tú fært ikki, ljóta trøll,
mínum børnum smá."
14.
"Eg gevi tær væl at fostra tey,
væl í fimtan vetrar,
og so skalt tú missa tey,
tað líkar tær ikki betur."
15.
Ælið kom av útsynningi,
tað ljóðar á hørðum gróti,
burtur hvurvu systkin tvey,
faðir og móður ímóti.
16.
Ælið kom av útsynningi,
burtur hvurvu systkin tvey,
tað ljóðar á hørðum steinum,
faðir og móður til meina.