Forskjell mellom versjoner av «Leivur Øssursson»
m |

| Linje 25: | Linje 25: | ||

(eg) kvøði um Leiv(-ur) Øssursson, |
(eg) kvøði um Leiv(-ur) Øssursson, | ||

tann hin garpin fríða. |
tann hin garpin fríða. | ||

Niðurlag: |

Niðurlag: | ||

''Stígum fast á várt gólv,'' |
''Stígum fast á várt gólv,'' | ||
| Linje 31: | Linje 30: | ||

''Guð má ráða,'' |
''Guð má ráða,'' | ||

''hvar vær drekkum onnur jól''. |
''hvar vær drekkum onnur jól''. | ||

2. |

2. | ||

Leivur vax hjá Trónda upp |
Leivur vax hjá Trónda upp | ||
| Linje 37: | Linje 35: | ||

vaksin var hann mannliga, |
vaksin var hann mannliga, | ||

fagur var hans litur. |
fagur var hans litur. | ||

3. |

3. | ||

Tróndur situr í hásæti, |
Tróndur situr í hásæti, | ||
| Linje 43: | Linje 40: | ||

«Gift teg, Leivur Øssursson, |
«Gift teg, Leivur Øssursson, | ||

tú hevur gott í at velja. |
tú hevur gott í at velja. | ||

4. |

4. | ||

Sigmunds einkja á Skúvoyj býr, |
Sigmunds einkja á Skúvoyj býr, | ||
| Linje 49: | Linje 45: | ||

tú fært ikki frægari giftu, |
tú fært ikki frægari giftu, | ||

hevði tú fingið hana.» |
hevði tú fingið hana.» | ||

5. |

5. | ||

Leivur svarar so bráttliga: |
Leivur svarar so bráttliga: | ||
| Linje 55: | Linje 50: | ||

hennara móðir ber hat til mín, |
hennara móðir ber hat til mín, | ||

hon man henni ráða.» |
hon man henni ráða.» | ||

6. |

6. | ||

Til tað svaraði Tróndur gamli, |
Til tað svaraði Tróndur gamli, | ||
| Linje 61: | Linje 55: | ||

«Eg skal sjálvur fylgja tær, |
«Eg skal sjálvur fylgja tær, | ||

tit skulu væl koma saman.» |
tit skulu væl koma saman.» | ||

7. |

7. | ||

Klæddust teir í klæðir |
Klæddust teir í klæðir | ||
| Linje 67: | Linje 60: | ||

vundu upp segl á Tróndar skútu |
vundu upp segl á Tróndar skútu | ||

at vinna ta ríku frú. |
at vinna ta ríku frú. | ||

8. |

8. | ||

Inn kom sveinur í Skúvoyj, |
Inn kom sveinur í Skúvoyj, | ||
| Linje 75: | Linje 66: | ||

«Eg síggi eina so stóra skútu |
«Eg síggi eina so stóra skútu | ||

sigla mót Dalaskor. |
sigla mót Dalaskor. | ||

9. |

9. | ||

Eg síggi eina so stóra skútu |
Eg síggi eina so stóra skútu | ||
| Linje 81: | Linje 71: | ||

sólin skínur so fagurliga |
sólin skínur so fagurliga | ||

á teirra seglið fríða.» |
á teirra seglið fríða.» | ||

10. |

10. | ||

«Sært tú skip mót Dalaskor, |
«Sært tú skip mót Dalaskor, | ||
| Linje 87: | Linje 76: | ||

vera man einhvör ungur maður |
vera man einhvör ungur maður | ||

at biðja dóttur mína.» |
at biðja dóttur mína.» | ||

11. |

11. | ||

Hildu síni ferðini |
Hildu síni ferðini | ||
| Linje 95: | Linje 82: | ||

síðani gingu frá strondum niðan, |
síðani gingu frá strondum niðan, | ||

Tróndur og Leivur reysti. |
Tróndur og Leivur reysti. | ||

12. |

12. | ||

Leivur gekk at húsi framm, |
Leivur gekk at húsi framm, | ||
| Linje 101: | Linje 87: | ||

eingin hevur sæð reystari ungling |
eingin hevur sæð reystari ungling | ||

komið í oynna fyrr. |
komið í oynna fyrr. | ||

13. |

13. | ||

Tróndur stendur á hallargólvi, |
Tróndur stendur á hallargólvi, | ||
| Linje 107: | Linje 92: | ||

«Hoyr tú, ríka Sigmunds einkja, |
«Hoyr tú, ríka Sigmunds einkja, | ||

gev honum dóttur tína.» |
gev honum dóttur tína.» | ||

14. |

14. | ||

Tað var ríka Sigmunds einkja, |
Tað var ríka Sigmunds einkja, | ||
| Linje 113: | Linje 97: | ||

«Tað er mær so hart ímót, |
«Tað er mær so hart ímót, | ||

hon skal so burtur fara. |
hon skal so burtur fara. | ||

15. |

15. | ||

Øssur tók alt Sigmunds góðs, |
Øssur tók alt Sigmunds góðs, | ||
| Linje 119: | Linje 102: | ||

Leivur væntar tú mína dóttur, |
Leivur væntar tú mína dóttur, | ||

leingi skaltú bíða.» |
leingi skaltú bíða.» | ||

16. |

16. | ||

Til tað svaraði Tróndur gamli, |
Til tað svaraði Tróndur gamli, | ||
| Linje 125: | Linje 107: | ||

«Leitið mær moyj í höllina inn, |
«Leitið mær moyj í höllina inn, | ||

sjálv fyri seg at svara.» |
sjálv fyri seg at svara.» | ||

17. |

17. | ||

Inn kom Tóra Sigmundsdóttir, |
Inn kom Tóra Sigmundsdóttir, | ||
| Linje 137: | Linje 118: | ||

so lovi eg tær trygdarorð, |
so lovi eg tær trygdarorð, | ||

títt örindi gongur ei illa. |
títt örindi gongur ei illa. | ||

19. |

19. | ||

Tann fyrsta treytin, tú svörja skal, |
Tann fyrsta treytin, tú svörja skal, | ||
| Linje 143: | Linje 123: | ||

onnur tú skalt manninn nevna, |
onnur tú skalt manninn nevna, | ||

sum voldi hesa neyð. |
sum voldi hesa neyð. | ||

20. |

20. | ||

Tann triðja treytin, eg sigi fram, |
Tann triðja treytin, eg sigi fram, | ||
| Linje 149: | Linje 128: | ||

tú skalt hevna faðir mín, |
tú skalt hevna faðir mín, | ||

so skal eg tín húsfrú vera.» |
so skal eg tín húsfrú vera.» | ||

21. |

21. | ||

Leivur stendur á hallargólvi, |
Leivur stendur á hallargólvi, | ||
| Linje 155: | Linje 133: | ||

«Tað svörji eg við sannan Guð, |
«Tað svörji eg við sannan Guð, | ||

eg voldi ei Sigmunds deyða.» |
eg voldi ei Sigmunds deyða.» | ||

22. |

22. | ||

Til tað svaraði Tróndur gamli: |
Til tað svaraði Tróndur gamli: | ||
| Linje 161: | Linje 138: | ||

hoyr tú, Leivur, mín fostursonur, |
hoyr tú, Leivur, mín fostursonur, | ||

hitt skal eg útrætta.» |
hitt skal eg útrætta.» | ||

23. |

23. | ||

Vundu teir sítt segl í rá, |
Vundu teir sítt segl í rá, | ||
| Linje 167: | Linje 143: | ||

strikaðu ikki á bunka niður |
strikaðu ikki á bunka niður | ||

fyrr enn á Götu sandi. |
fyrr enn á Götu sandi. | ||

'''Annar táttur.''' |

'''Annar táttur.''' | ||

24. |

24. | ||

Nú skal taka upp annan tátt, |
Nú skal taka upp annan tátt, | ||
| Linje 175: | Linje 149: | ||

eg kvöði um hann Tórgrím óndu, |
eg kvöði um hann Tórgrím óndu, | ||

hagar vendir kvæðið. |
hagar vendir kvæðið. | ||

25. |

25. | ||

Tróndur kemur upp árla morgun, |
Tróndur kemur upp árla morgun, | ||
| Linje 181: | Linje 154: | ||

nú skal fara til Suðuroyjar, |
nú skal fara til Suðuroyjar, | ||

Tórgrím skal eg finna. |
Tórgrím skal eg finna. | ||

26. |

26. | ||

Gingu teir til strandar oman, |
Gingu teir til strandar oman, | ||
| Linje 187: | Linje 159: | ||

«Nú skal gista manninn tann, |
«Nú skal gista manninn tann, | ||

teir kalla Tórgrím ónda.» |
teir kalla Tórgrím ónda.» | ||

27. |

27. | ||

Sigldu teir til Suðuroyjar |
Sigldu teir til Suðuroyjar | ||
| Linje 193: | Linje 164: | ||

Tróndur tók sítt rúnarkelvi, |
Tróndur tók sítt rúnarkelvi, | ||

ikki gloymdi hann tað. |
ikki gloymdi hann tað. | ||

28. |

28. | ||

Tórgrímur fyri hallardurum, |
Tórgrímur fyri hallardurum, | ||
| Linje 201: | Linje 170: | ||

«Hvat man vilja Gøtu Tróndur |
«Hvat man vilja Gøtu Tróndur | ||

her á mínum sandi. |
her á mínum sandi. | ||

29. |

29. | ||

Tróndur talar til Tórgrím ónda: |
Tróndur talar til Tórgrím ónda: | ||
| Linje 207: | Linje 175: | ||

eg biði teg um hús í nátt |
eg biði teg um hús í nátt | ||

fyri meg og mínar menn.» |
fyri meg og mínar menn.» | ||

30. |

30. | ||

Tórgrímur átti synir tveir, |
Tórgrímur átti synir tveir, | ||
| Linje 213: | Linje 180: | ||

óndir og argir av sinnalag, |
óndir og argir av sinnalag, | ||

teir líktust faðir sínum. |
teir líktust faðir sínum. | ||

31. |

31. | ||

Tróndur talar til Tórgrím ónda: |
Tróndur talar til Tórgrím ónda: | ||
| Linje 219: | Linje 185: | ||

hvat talast her um Sigmunds deyða, |
hvat talast her um Sigmunds deyða, | ||

tað skulu tit mær siga?» |
tað skulu tit mær siga?» | ||

32. |

32. | ||

«Her talast so mangt um Sigmunds deyð, |
«Her talast so mangt um Sigmunds deyð, | ||
| Linje 225: | Linje 190: | ||

tey halda Tróndur hans lívið tók, |
tey halda Tróndur hans lívið tók, | ||

tí hann hevði allar fangnað. |
tí hann hevði allar fangnað. | ||

33. |

33. | ||

Summir halda hann doyði av møði, |
Summir halda hann doyði av møði, | ||
| Linje 231: | Linje 195: | ||

summir halda ham myrtur var, |
summir halda ham myrtur var, | ||

so ymisk tíðindir ganga.» |
so ymisk tíðindir ganga.» | ||

34. |

34. | ||

Til tað svaraði Tróndur gamli: |
Til tað svaraði Tróndur gamli: | ||
| Linje 237: | Linje 200: | ||

tú ert tann maður, tann gerning gjördi, |
tú ert tann maður, tann gerning gjördi, | ||

sig mær einki annað.» |
sig mær einki annað.» | ||

35. |

35. | ||

Tróndur talar til sínar menn: |
Tróndur talar til sínar menn: | ||
| Linje 243: | Linje 205: | ||

bindið mær hann Tórgrím ónda |
bindið mær hann Tórgrím ónda | ||

við sínum synum báðum.» |
við sínum synum báðum.» | ||

36. |

36. | ||

Síðani skal eg tykkum siga, |
Síðani skal eg tykkum siga, | ||
| Linje 249: | Linje 210: | ||

antin teir vóru á landi dripnir |
antin teir vóru á landi dripnir | ||

ella á havinum breiða. |
ella á havinum breiða. | ||

37. |

37. | ||

Kyndið mær eld á eldstaði, |
Kyndið mær eld á eldstaði, | ||
| Linje 255: | Linje 215: | ||

tá má eingin tala orð, |
tá má eingin tala orð, | ||

tigandi allir verið.» |
tigandi allir verið.» | ||

38. |

38. | ||

Tróndur settist í sessinn tann, |
Tróndur settist í sessinn tann, | ||
| Linje 261: | Linje 220: | ||

manaði hann teir tríggjar upp, |
manaði hann teir tríggjar upp, | ||

tann gandakallur sterki. |
tann gandakallur sterki. | ||

39. |

39. | ||

Hurðin gekk so harðliga, |
Hurðin gekk so harðliga, | ||
| Linje 267: | Linje 225: | ||

maður kom í höllina inn |
maður kom í höllina inn | ||

og mitt á gólvið trínur. |
og mitt á gólvið trínur. | ||

40. |

40. | ||

Dravutt klæði á kroppi bar, |
Dravutt klæði á kroppi bar, | ||
| Linje 273: | Linje 230: | ||

síðani gekk av durum út, |
síðani gekk av durum út, | ||

sum rúnarkelvið leiddi. |
sum rúnarkelvið leiddi. | ||

41. |

41. | ||

Hurðin gekk á öðrum sinni, |
Hurðin gekk á öðrum sinni, | ||
| Linje 279: | Linje 235: | ||

maður kom í höllina inn, |
maður kom í höllina inn, | ||

og hann gekk tætt at eldi. |
og hann gekk tætt at eldi. | ||

42. |

42. | ||

Leggur hann hendur á træverk niður, |
Leggur hann hendur á træverk niður, | ||
| Linje 285: | Linje 240: | ||

so blotnar hjartað í Gøtumonnum, |
so blotnar hjartað í Gøtumonnum, | ||

rætt sum kavi kreymar. |
rætt sum kavi kreymar. | ||

43. |

43. | ||

Hamur gekk av durum út, |
Hamur gekk av durum út, | ||
| Linje 291: | Linje 245: | ||

allir tagdu innanhallar, |
allir tagdu innanhallar, | ||

eingin orðið førdi. |
eingin orðið førdi. | ||

44. |

44. | ||

Tá leið ikki longur um, |
Tá leið ikki longur um, | ||
| Linje 297: | Linje 250: | ||

tá brá hurðin so harðliga upp, |
tá brá hurðin so harðliga upp, | ||

sum alt hevði gingið í grund. |
sum alt hevði gingið í grund. | ||

45. |

45. | ||

Stórur maður í höll kom inn, |
Stórur maður í höll kom inn, | ||
| Linje 303: | Linje 255: | ||

reyðan kappa á kövdi bar, |
reyðan kappa á kövdi bar, | ||

hann snart at durum vendi. |
hann snart at durum vendi. | ||

46. |

46. | ||

Tróndur stóð frá sessi upp, |
Tróndur stóð frá sessi upp, | ||
| Linje 309: | Linje 260: | ||

«Tað kunnu tit nú sjálvir síggja, |
«Tað kunnu tit nú sjálvir síggja, | ||

hvat var teirra endi. |
hvat var teirra endi. | ||

47. |

47. | ||

Sigmundur víst dripin er, |
Sigmundur víst dripin er, | ||
| Linje 315: | Linje 265: | ||

Einar og Tórur druknaðir, |
Einar og Tórur druknaðir, | ||

í sjónum góvu upp ond. |
í sjónum góvu upp ond. | ||

48. |

48. | ||

Sigmundur átti ein stóran ring, |
Sigmundur átti ein stóran ring, | ||
| Linje 321: | Linje 270: | ||

kunnu vit hann hjá Tórgrími finna, |
kunnu vit hann hjá Tórgrími finna, | ||

so er sakin full.» |
so er sakin full.» | ||

49. |

49. | ||

Leitaðu teir í Tórgríms húsi, |
Leitaðu teir í Tórgríms húsi, | ||
| Linje 327: | Linje 275: | ||

funnu teir hann í eini kistu, |
funnu teir hann í eini kistu, | ||

í spjarrum var hann vundin. |
í spjarrum var hann vundin. | ||

50. |

50. | ||

Tróndur talar til sínar menn: |
Tróndur talar til sínar menn: | ||
| Linje 333: | Linje 280: | ||

reisið ein gálga av sterkum bjálkum, |
reisið ein gálga av sterkum bjálkum, | ||

har skal Tórgrímur hanga.» |
har skal Tórgrímur hanga.» | ||

51. |

51. | ||

Tróndur og hans fylgisveinar |
Tróndur og hans fylgisveinar | ||
| Linje 339: | Linje 285: | ||

hongdu hann so í gálgann upp |
hongdu hann so í gálgann upp | ||

við sínum synum báðum. |
við sínum synum báðum. | ||

52. |

52. | ||

Tróndur aftur til Götu fór, |
Tróndur aftur til Götu fór, | ||
| Linje 347: | Linje 291: | ||

Leivur fróður í hjarta var, |
Leivur fróður í hjarta var, | ||

tá hann fekk tað at frætta. |
tá hann fekk tað at frætta. | ||

53. |

53. | ||

Leivur fór til Skúgvoyjar, |
Leivur fór til Skúgvoyjar, | ||
| Linje 353: | Linje 296: | ||

«Nú er hevður faðir tín, |
«Nú er hevður faðir tín, | ||

nú skaltú mín húsfrú vera.» |
nú skaltú mín húsfrú vera.» | ||

54. |

54. | ||

Leivur giftist Sigmunds dóttur, |
Leivur giftist Sigmunds dóttur, | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 16:10
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.
1.
Gevið ljóð og lýðið á,
meðan dagur líður,
(eg) kvøði um Leiv(-ur) Øssursson,
tann hin garpin fríða.
Niðurlag:
Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó;
Guð má ráða,
hvar vær drekkum onnur jól.
2.
Leivur vax hjá Trónda upp
bæði vænur og vitur,
vaksin var hann mannliga,
fagur var hans litur.
3.
Tróndur situr í hásæti,
ræður hann síðst at telja:
«Gift teg, Leivur Øssursson,
tú hevur gott í at velja.
4.
Sigmunds einkja á Skúvoyj býr,
hon eigir dóttur væna,
tú fært ikki frægari giftu,
hevði tú fingið hana.»
5.
Leivur svarar so bráttliga:
«Hana kann eg ikki fáa,
hennara móðir ber hat til mín,
hon man henni ráða.»
6.
Til tað svaraði Tróndur gamli,
heldur at tí gaman:
«Eg skal sjálvur fylgja tær,
tit skulu væl koma saman.»
7.
Klæddust teir í klæðir
klæddust teir í skrúð,
vundu upp segl á Tróndar skútu
at vinna ta ríku frú.

8.
Inn kom sveinur í Skúvoyj,
talar so fyri orð:
«Eg síggi eina so stóra skútu
sigla mót Dalaskor.
9.
Eg síggi eina so stóra skútu
undan skorum líða,
sólin skínur so fagurliga
á teirra seglið fríða.»
10.
«Sært tú skip mót Dalaskor,
sól í segl at skína,
vera man einhvör ungur maður
at biðja dóttur mína.»

11.
Hildu síni ferðini
beint mót oynni vestur,
síðani gingu frá strondum niðan,
Tróndur og Leivur reysti.
12.
Leivur gekk at húsi framm,
inn um hallardyr,
eingin hevur sæð reystari ungling
komið í oynna fyrr.
13.
Tróndur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
«Hoyr tú, ríka Sigmunds einkja,
gev honum dóttur tína.»
14.
Tað var ríka Sigmunds einkja,
var so snör at svara:
«Tað er mær so hart ímót,
hon skal so burtur fara.
15.
Øssur tók alt Sigmunds góðs,
tað er frætt so víða,
Leivur væntar tú mína dóttur,
leingi skaltú bíða.»
16.
Til tað svaraði Tróndur gamli,
mundi ei orðum spara:
«Leitið mær moyj í höllina inn,
sjálv fyri seg at svara.»
17.
Inn kom Tóra Sigmundsdóttir,
svarar so fyri seg:
«Leivur er tað títt ørindi,
at tú vilt hava meg.
18.
Eg leggi tær tríggjar treytir á,
kannstú tær uppfylla,
so lovi eg tær trygdarorð,
títt örindi gongur ei illa.
19.
Tann fyrsta treytin, tú svörja skal,
tú voldi ei Sigmunds deyð,
onnur tú skalt manninn nevna,
sum voldi hesa neyð.
20.
Tann triðja treytin, eg sigi fram,
tað eigir tú helst at gera,
tú skalt hevna faðir mín,
so skal eg tín húsfrú vera.»
21.
Leivur stendur á hallargólvi,
klæddur í skkarlak reyða:
«Tað svörji eg við sannan Guð,
eg voldi ei Sigmunds deyða.»
22.
Til tað svaraði Tróndur gamli:
«Tað skulu tit snart frætta,
hoyr tú, Leivur, mín fostursonur,
hitt skal eg útrætta.»
23.
Vundu teir sítt segl í rá,
teir sigldu av Skúvoyjar landi,
strikaðu ikki á bunka niður
fyrr enn á Götu sandi.
Annar táttur.
24.
Nú skal taka upp annan tátt,
tað liggur líka raðið,
eg kvöði um hann Tórgrím óndu,
hagar vendir kvæðið.
25.
Tróndur kemur upp árla morgun,
man meg rætt um minna:
nú skal fara til Suðuroyjar,
Tórgrím skal eg finna.
26.
Gingu teir til strandar oman,
allir fylgdu Trónda:
«Nú skal gista manninn tann,
teir kalla Tórgrím ónda.»
27.
Sigldu teir til Suðuroyjar
á tann sama dag,
Tróndur tók sítt rúnarkelvi,
ikki gloymdi hann tað.

28.
Tórgrímur fyri hallardurum,
sær hann út frá landi:
«Hvat man vilja Gøtu Tróndur
her á mínum sandi.
29.
Tróndur talar til Tórgrím ónda:
«Tað sigi eg tær enn,
eg biði teg um hús í nátt
fyri meg og mínar menn.»
30.
Tórgrímur átti synir tveir,
sigst í kvæði mínum,
óndir og argir av sinnalag,
teir líktust faðir sínum.
31.
Tróndur talar til Tórgrím ónda:
«Eg vil ikki yfir tað tiga,
hvat talast her um Sigmunds deyða,
tað skulu tit mær siga?»
32.
«Her talast so mangt um Sigmunds deyð,
sum tær sögur ganga,
tey halda Tróndur hans lívið tók,
tí hann hevði allar fangnað.
33.
Summir halda hann doyði av møði,
av tí svimjing stranga,
summir halda ham myrtur var,
so ymisk tíðindir ganga.»
34.
Til tað svaraði Tróndur gamli:
«Hetta man vera tað sanna,
tú ert tann maður, tann gerning gjördi,
sig mær einki annað.»
35.
Tróndur talar til sínar menn:
«Gerið á mínum ráðum,
bindið mær hann Tórgrím ónda
við sínum synum báðum.»
36.
Síðani skal eg tykkum siga,
hvursu teir tríggir doyðu,
antin teir vóru á landi dripnir
ella á havinum breiða.
37.
Kyndið mær eld á eldstaði,
træverk harum gerið,
tá má eingin tala orð,
tigandi allir verið.»
38.
Tróndur settist í sessinn tann,
ið stóð millum eld og verkið,
manaði hann teir tríggjar upp,
tann gandakallur sterki.
39.
Hurðin gekk so harðliga,
bleikt tá ljósið skínur,
maður kom í höllina inn
og mitt á gólvið trínur.
40.
Dravutt klæði á kroppi bar,
hendur út hann breiddi,
síðani gekk av durum út,
sum rúnarkelvið leiddi.
41.
Hurðin gekk á öðrum sinni,
harðari hon smeldi,
maður kom í höllina inn,
og hann gekk tætt at eldi.
42.
Leggur hann hendur á træverk niður,
sjógvur úr honum streymar,
so blotnar hjartað í Gøtumonnum,
rætt sum kavi kreymar.
43.
Hamur gekk av durum út,
einki illt hann gjördi,
allir tagdu innanhallar,
eingin orðið førdi.
44.
Tá leið ikki longur um,
enn eina so lítla stund,
tá brá hurðin so harðliga upp,
sum alt hevði gingið í grund.
45.
Stórur maður í höll kom inn,
við blóðigum hövur í hendi,
reyðan kappa á kövdi bar,
hann snart at durum vendi.
46.
Tróndur stóð frá sessi upp,
sær til sveinar vendi:
«Tað kunnu tit nú sjálvir síggja,
hvat var teirra endi.
47.
Sigmundur víst dripin er,
tí bar hann hövur í hond,
Einar og Tórur druknaðir,
í sjónum góvu upp ond.
48.
Sigmundur átti ein stóran ring,
hann var av reyðargull,
kunnu vit hann hjá Tórgrími finna,
so er sakin full.»
49.
Leitaðu teir í Tórgríms húsi,
eina langa stund,
funnu teir hann í eini kistu,
í spjarrum var hann vundin.
50.
Tróndur talar til sínar menn:
«Gerið ei tíðina langa,
reisið ein gálga av sterkum bjálkum,
har skal Tórgrímur hanga.»
51.
Tróndur og hans fylgisveinar
vóru allir í ráðum,
hongdu hann so í gálgann upp
við sínum synum báðum.

52.
Tróndur aftur til Götu fór,
tá hann hevði tað útrættað,
Leivur fróður í hjarta var,
tá hann fekk tað at frætta.
53.
Leivur fór til Skúgvoyjar,
til sín hjartans kæru:
«Nú er hevður faðir tín,
nú skaltú mín húsfrú vera.»
54.
Leivur giftist Sigmunds dóttur,
so er frá tí skrivað,
ikki hevur frægari maður
her í Føroyjum livað.