Fimti, Sakaris og fjørutrøllini í Hattarvík

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Fimti, Sakaris og fjørutrøllini í Hattarvík


Trøllasøgn úr Fugloy

Eitt kvøldið - tað er ikki meira enn nøkur mannaminni síðani - fóru børnini í Hattarvík í Fugloy út at spæla sær, og høvdu tey tá fyri at renna út og inn úr húsunun. Um ljósatendring kemur eitt av teimum inn rennandi í býlinginun »uppi í Húsi« og sigur:
   "Eitt trøll kom eftir mær."
   Barnið setst niður við dyrnar, men í sama viðfangi verður ein armur rættur inn ígjøgnun dyrnar og tekur badnið út aftur við sær. Sum ikki var undarligt - róp kom í, tá ið barnið hvarv, og út leyp ein gamal maður, sum tey rópaðu "Fimta". Hann fór eftir trøllinun, sum tá var farið yvir um húsini, fekk tað aftur niðri á bakkanun og tók barnið frá tí. Men í tí sama leyp trøllið yvir á sjógv, og varð tað tí hildið fyri at vera eitt "fjørutrøll."
   Fimiti var so kallaður av tí, at hann var hin fimti maður í tí húsi, sum bar navnið Hanus. Hann var bæði klókur og væl lærdur maður.
   Nøkur ár eftir fór aftur at merkjast til eitt trøll, sum eisini kom frá sjónun. Í fyrstani kom tað ikki, fyrr enn myrkt var, men hvørt sum tíðin longdist, kom tað fyrr og fyrr hvørt kvøldið, og tá ið átta dagar vóru farnir, kom tað í skýmingini. Ógvuliga øgiligt var tað at síggja - nógvur tari vóks uppi á tí, og nógv grót dró tað uppi í sær. Fólk ræddust illa, og eftir dagssetur tordi eingin at fara út fyri dyr. Vatn og hvat annað, ið nýtast skuldi um kvøldið, mátti alt vera innborið, meðan dagur var. Tá ið trøllið kom, ljóðaði tað, rætt sum tað hevði drigið tveir mylnusteinar uppi í sær, og var tað, sum alt túnið hevði verið leyst og malið um koll undir fótunun á tí. So stórt var hetta fjørutrøllið, at tað stóð upp um mønuna á húsunum "niðri í Húsi".
   Soleiðis gekk tað eina langa tíð, og illa mundi verið burtur úr, um ikki ein maður, Sakaris nevndur, niðri í Húsi hevði hildið seg mentan at beina trøllið burtur. Eitt kvøldið, sum tað var á veg til at koma, fór hann út til at taka ímóti tí og legði fólkinum við, ið inni var, at eingin mátti koma út til at hyggja ettir sær, ið hvussu leingi hann var burtur. Leingi var Sakaris burtur - komið var at niðurfaringartíð, ikki var hann afturkomin en, men tó tordi eingin út fyri dyr til at hyggja eftir honum.
   So til endan kom hann, vátur sum hann hevði verið drigin upp frá grunni - tað rann úr hvørjun tráði. Hann segðist at hava mánað trøllið niður í eina gjógv, kadlað Títlingagjógv, okkurt um hundrað favnar burtur frá húsunun. Síðan hevur einki hoyrst um nakað fjørutrøll.
   Frá Fimta er sagt, at eitt kvøldið, sum brúdleyp varð hildið í Hattarvík, mánaði hann eina nøgd av trøllun upp yvir á Kirkju (hinari bygdini í Fugloy) og beindi tey so til Hattarvíkar inn í brúdleypshdsið, rætt sum alt var setst til borðs. Tá vildu fólk svíma frá hond við borðið, men hin áðurnevndi Sakaris niðri í Húsi fekk beint tey út aftur.
   Fyri oman húsini »uppi í Húsi« er ein brekka, sum tey rópa "uppi í Brúnun". Har skuldi ein huldumaður búgva, og hvønn fyrsta jólamorgun fór Fimti uppskrýddur niðan í Brúnir til at halda jól hjá hesun huldumanni. Tá ið hann kom aftur og fólk spurdu, um hann hevði notið góðan blíðskap, svaraði hann, at sær var sýndur allur blídni sum nevnast kundi.
   Fimti var framsíggin maður. Tá ið hann var lagstur á songina av aldurdómi, hildu fólk hann tosa í ørviti við hvørt. Ímillum annað, sum hann tosaði, hoyrdu tey hann siga:
   "Hoyr tú meg, søtin! (betta var eitt orðatak hansara) tað mesta, meg gremur, er um tær olmussu einkjurnar, ið yviri á Kirkju fara at liggja."
   Hetta vónaði eingin at skula hava nakað at tíða. Men árið eftir hendi tann vanlukka á Kirkju, at ein bátur við sjey monnuim umkomst fyri lendingini, og bert ein maður varð bjargaður.
   Tá ið Fimti varð spurdur, kvussu tað fór at vera við ætt hansara, um tað fóru at vera nógvir ettir hann, sum itu Hanus, svaraði hann, at tað fór at vera fimti, sætti og sjeyndi og so ikki meira. Og so varð: tveir komu aftaná hann, sum itu Hanus, men tá ið tann áttundi skuldi koma, tá var tað genta.