Harpu ríma
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Denne teksten finnes på følgende språk ► | ||||||
Lesibók
Tórshavn 1911
Harpu ríma
- 1.
- Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
- — (eg) biði tygur renna —
- bóðu moy, sum yngri var.
- — rúnarmenn, gerið tað, eg biði tygur:
- rennið, talið varliga við teir, rúnarmenn!
- 2.
- Ta yngru teir tá bóðu,
- ta eldru teir forsvóru.
- 3.
- Tann yngra hon er seg so fríð,
- rætt sum sól um midsumars tíð.
- 4.
- Tann eldra hon er seg so Ijót,
- rætt sum ormar skríða á grót.
- 5.
- Tann yngra kann at spinna gull,
- tann eldra er av svövni full.
- 6.
- Tann yngra vevur gull í lað,
- tann eldra svevur allan dag.
- 7.
- Tann yngra kann at spinna,
- tann eldra ikki at tvinna.
- 8.
- Tann yngra kann at lesa lestur,
- tann eldra ikki at seyma kvastur.
- 9.
- Systir talar til systir góð,
- "vit skulum okkum í sævarfljóð!"
- 10.
- "Hvat skulum vit í sævarfljóð gera?
- vit hava ei tvinni silki at bera."
- 11.
- "Tað er so mangur í sævarfljóð,
- ið ikki eigir tvinni silki góð.
- 12.
- Vit tváum okkum hvítar,
- vit erum tvær systrar líkar."
- 13.
- "Um tú tváar teg allan dag,
- tú verður ei hvítari enn Gud tær gav.
- 14.
- Um tú tváar teg hvíta sum fann,
- tú fært ei mín festarmann."
- 15.
- Tær gingu seg til strandar,
- steinur lá fyri landi.
- 16.
- Tann yngra setur seg upp á stein,
- tann eldra førdi hana út á streym.
- 17.
- Hon rættir upp sína ljósu hond:
- "systir, systir, hjálp á land!"
- 18.
- "Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
- uttan eg fái biðil tín."
- 19.
- "Gjarna gevi eg tær alt eg á,
- á biðlinum havi eg einki ráð.
- 20.
- Gjarna gevi eg tær bæði
- biðil og brúðarklæði."
- 21.
- "Sökk nú, sokk nú, systir mín!
- eg skal hava biðil tín."
- 22.
- Har kom vindur eystan,
- líkið dreiv til neysta.
- 23.
- Har kom vindur og bylgja blá,
- líkið mundi til landa slá.
- 24.
- Komu tveir vallarar oman við á,
- sóu, hvar ið líkið lá.
- 25.
- Teir tóku hennara Ijósa arm,
- gjördu sær til harpuskjarm.
- 26.
- Teir tóku hennara gula hár,
- gjördu harpustreingir smár.
- 27.
- Teir gingu seg í tann bý,
- sum teir vitstu, brúdleyp var í.
- 28.
- Teir gingu seg í tann garð,
- sum teir vitstu, brúdleyp var.
- 29.
- Teir settu seg á ytstu gátt:
- "viljið tær hoyra harpuslátt?"
- 30.
- Mælti tað strongurin fyrsti:
- "brúðurin var mín systir."
- 31.
- Mælti tað strongurin annar:
- "brúðurin var mín bani."
- 32.
- Mælti tað strongurin triði:
- "brúðgummin var mín biðil."
- 33.
- Mælti tað strongurin fjórði:
- "brúðurin mær forgjordi."
- 34.
- Svaraði brúður reyð sum blóð:
- "harpan ger os mikið óljóð."
- 35.
- Svaraði brúður, á beinki sat:
- "harpan ger os mikið óglað."
- 36.
- "Hevði eg vitað tað líkaði tær
- illa, ei skyldi eg mína harpu stilla."
- 37.
- Teir slógu sína harpu av armi,
- brúðurin sprakk av harmi.
- 38.
- Teir slógu sína harpu av mangi,
- blóð fleyt brúður í fangið,
- 39.
- Teir slógu sína harpu av móði,
- brúðurin fleyt í blóði.