Forskjell mellom versjoner av «Ragnarlykkja»
(Ragnarlykkja) |

| (En mellomliggende revisjon av en annen bruker er ikke vist) | |||
| Linje 20: | Linje 20: | ||

| + | 1. | ||

Kristin heitir Viljorms systir, |
Kristin heitir Viljorms systir, | ||

henni komst barn á hond, |
henni komst barn á hond, | ||

føddist ikki frægari |
føddist ikki frægari | ||

í øllum suðurlondum. |
í øllum suðurlondum. | ||

Niðurlag: |

Niðurlag: | ||

''Sótu tey sytskin tvey'' |
''Sótu tey sytskin tvey'' | ||

''við ta grønu lund,'' |
''við ta grønu lund,'' | ||

''sum fagurt tjald neig uttan við Oyrasund.'' |
''sum fagurt tjald neig uttan við Oyrasund.'' | ||

2. |

2. | ||

Føddist ikki frægari |
Føddist ikki frægari | ||
| Linje 36: | Linje 35: | ||

ei stendst bróður festnarband, |
ei stendst bróður festnarband, | ||

vandi er komin á hond. |
vandi er komin á hond. | ||

3. |

3. | ||

"Hoyr tú Viljormur bróðir mín, |
"Hoyr tú Viljormur bróðir mín, | ||
| Linje 42: | Linje 40: | ||

hví fert tú ikki um londini |
hví fert tú ikki um londini | ||

tær javngott vív at fá?" |
tær javngott vív at fá?" | ||

4. |

4. | ||

Viljormur so til orða tekur |
Viljormur so til orða tekur | ||
| Linje 48: | Linje 45: | ||

"veitst tú nakra ríka frú, |
"veitst tú nakra ríka frú, | ||

sum mær er sámi at fá?" |
sum mær er sámi at fá?" | ||

5. |

5. | ||

"Tað er so mong í vorum landi |
"Tað er so mong í vorum landi | ||
| Linje 54: | Linje 50: | ||

girnast ta, ið annar eigur, |
girnast ta, ið annar eigur, | ||

tað mann lukkast valla." |
tað mann lukkast valla." | ||

6. |

6. | ||

"Hvar veitst tú í hesum landi |
"Hvar veitst tú í hesum landi | ||
| Linje 60: | Linje 55: | ||

ið mær er sámi at sova hjá |
ið mær er sámi at sova hjá | ||

um eina aftantíð? |
um eina aftantíð? | ||

7. |

7. | ||

Hvar veitst tú í hesum landi |
Hvar veitst tú í hesum landi | ||
| Linje 66: | Linje 60: | ||

ið mær er sámi at sova hjá |
ið mær er sámi at sova hjá | ||

um eina aftanstund?" |
um eina aftanstund?" | ||

8. |

8. | ||

"Hoyr tað Viljormur bróður mín, |
"Hoyr tað Viljormur bróður mín, | ||
| Linje 72: | Linje 65: | ||

tað er so mangt eitt góðs manns barn, |
tað er so mangt eitt góðs manns barn, | ||

ið ikki vil vera tin frilla. |
ið ikki vil vera tin frilla. | ||

9. |

9. | ||

Girtlands kongur dóttur eigur |
Girtlands kongur dóttur eigur | ||
| Linje 78: | Linje 70: | ||

kundi tú hana til ektar fá, |
kundi tú hana til ektar fá, | ||

tú kundi títt lív væl prísa. |
tú kundi títt lív væl prísa. | ||

10. |

10. | ||

Girtlands kongur dottur eigur, |
Girtlands kongur dottur eigur, | ||
| Linje 84: | Linje 75: | ||

henni er stólur af gulli gjørdur |
henni er stólur af gulli gjørdur | ||

framman at kongins borði. |
framman at kongins borði. | ||

11. |

11. | ||

Girtlands kongur dóttur eigur |
Girtlands kongur dóttur eigur | ||
| Linje 90: | Linje 80: | ||

einans er hon arvingi |
einans er hon arvingi | ||

til góðs og lond at gæta. |
til góðs og lond at gæta. | ||

12. |

12. | ||

Hon ber ikki bleika brá |
Hon ber ikki bleika brá | ||
| Linje 96: | Linje 85: | ||

heldur enn hin fagrasta summarsól, |
heldur enn hin fagrasta summarsól, | ||

ið fagurt skín um várið." |
ið fagurt skín um várið." | ||

13. |

13. | ||

"Er hon so væn og tekkilig, |
"Er hon so væn og tekkilig, | ||
| Linje 102: | Linje 90: | ||

hagar skal eg streingja mínum |
hagar skal eg streingja mínum | ||

bønarorðum á. |
bønarorðum á. | ||

14. |

14. | ||

Hagar skal eg streingja mínum |
Hagar skal eg streingja mínum | ||
| Linje 108: | Linje 95: | ||

biðja dóttur Girtlands kongs, |
biðja dóttur Girtlands kongs, | ||

tað standist hvat av ið má." |
tað standist hvat av ið má." | ||

15. |

15. | ||

So letur hann Viljormur |
So letur hann Viljormur | ||
| Linje 114: | Linje 100: | ||

allar letur hann streingirnar |
allar letur hann streingirnar | ||

af reyðargulli vera. |
af reyðargulli vera. | ||

16. |

16. | ||

Bræddir vóru brandar, |
Bræddir vóru brandar, | ||
| Linje 120: | Linje 105: | ||

stavn og stýri af reyðargulli, |
stavn og stýri af reyðargulli, | ||

so var segl í topp. |
so var segl í topp. | ||

17. |

17. | ||

Vindur hann upp síni silkisegl, |
Vindur hann upp síni silkisegl, | ||
| Linje 126: | Linje 110: | ||

strikar ei á bunka niður |
strikar ei á bunka niður | ||

fyrr enn við Girtland. |
fyrr enn við Girtland. | ||

18. |

18. | ||

Hagar ið teirra snekkja |
Hagar ið teirra snekkja | ||
| Linje 132: | Linje 115: | ||

lat hann sini akker falla |
lat hann sini akker falla | ||

á so hvitan sand. |
á so hvitan sand. | ||

19. |

19. | ||

Lat hann sini akker falla |
Lat hann sini akker falla | ||
| Linje 138: | Linje 120: | ||

fyrstur stígur Viljormur |
fyrstur stígur Viljormur | ||

sinum fótum á land. |
sinum fótum á land. | ||

20. |

20. | ||

Fyrstur stigur Viljormur |
Fyrstur stigur Viljormur | ||
| Linje 144: | Linje 125: | ||

sló so sínar tjaldbúðir |
sló so sínar tjaldbúðir | ||

skamt frá sjóvarstrand. |
skamt frá sjóvarstrand. | ||

21. |

21. | ||

Ganga teir frá strondum niðan, |
Ganga teir frá strondum niðan, | ||
| Linje 150: | Linje 130: | ||

lunnar brustu og jørðin skalv, |
lunnar brustu og jørðin skalv, | ||

teir settu knørr í neystið. |
teir settu knørr í neystið. | ||

22. |

22. | ||

Úti í miðjum grasgarði |
Úti í miðjum grasgarði | ||
| Linje 156: | Linje 135: | ||

og so búgvin gongur hann |
og so búgvin gongur hann | ||

í høgar hallir inn. |
í høgar hallir inn. | ||

23. |

23. | ||

Og so búgvin gongur hann |
Og so búgvin gongur hann | ||
| Linje 162: | Linje 140: | ||

sum Girtlands kongur firi borði sat |
sum Girtlands kongur firi borði sat | ||

við monnum hundrað fimm. |
við monnum hundrað fimm. | ||

24. |

24. | ||

Viljormur gekk í høllina inn, |
Viljormur gekk í høllina inn, | ||
| Linje 168: | Linje 145: | ||

hann hevur nú allt í einum orði, |
hann hevur nú allt í einum orði, | ||

heilsar og hann biður. |
heilsar og hann biður. | ||

25. |

25. | ||

Viljormur stendur á hallargólvi, |
Viljormur stendur á hallargólvi, | ||
| Linje 174: | Linje 150: | ||

"sit væl reysti Girtlands kongur, |
"sit væl reysti Girtlands kongur, | ||

tú gev mær dottur tína." |
tú gev mær dottur tína." | ||

26. |

26. | ||

Leingi sat hann Girtlands kongur* |
Leingi sat hann Girtlands kongur* | ||
| Linje 180: | Linje 155: | ||

hvussu hann skuldi Viljormi |
hvussu hann skuldi Viljormi | ||

eitt hánligt andsvar fá. |
eitt hánligt andsvar fá. | ||

27. |

27. | ||

"Tað er ikki tann rennari |
"Tað er ikki tann rennari | ||
| Linje 186: | Linje 160: | ||

ið ikki kemur til Girtlanda |
ið ikki kemur til Girtlanda | ||

til at biðja sær sprund. |
til at biðja sær sprund. | ||

28. |

28. | ||

Tað er ikki tann rennari |
Tað er ikki tann rennari | ||
| Linje 192: | Linje 165: | ||

ið ikki kemur til Girtlanda |
ið ikki kemur til Girtlanda | ||

til at biðja sær konu." |
til at biðja sær konu." | ||

29. |

29. | ||

Upp steig reystur Viljormur, |
Upp steig reystur Viljormur, | ||
| Linje 198: | Linje 170: | ||

"hesin sami rennari |
"hesin sami rennari | ||

tykist vera tin javni." |
tykist vera tin javni." | ||

30. |

30. | ||

Kongurin leyp um borðið fram |
Kongurin leyp um borðið fram | ||
| Linje 204: | Linje 175: | ||

sló so stong fyri hallardyr, |
sló so stong fyri hallardyr, | ||

at eingin náddi út. |
at eingin náddi út. | ||

31. |

31. | ||

Tað gjørdi reysti Viljormur, |
Tað gjørdi reysti Viljormur, | ||
| Linje 210: | Linje 180: | ||

brá hann upp sínum bitra brandi |
brá hann upp sínum bitra brandi | ||

og kongin ætlaði at vega. |
og kongin ætlaði at vega. | ||

32. |

32. | ||

Bardust teir tá innan hallar, |
Bardust teir tá innan hallar, | ||
| Linje 216: | Linje 185: | ||

sundur gekk Viljorms góða svørð |
sundur gekk Viljorms góða svørð | ||

millum hans beggja handa. |
millum hans beggja handa. | ||

33. |

33. | ||

Bardust teir tá innan hallar, |
Bardust teir tá innan hallar, | ||
| Linje 222: | Linje 190: | ||

tá gekk Viljorms góða svørð |
tá gekk Viljorms góða svørð | ||

í tógva luti sundur. |
í tógva luti sundur. | ||

34. |

34. | ||

Tað mundi hoyrast uttan hallar, |
Tað mundi hoyrast uttan hallar, | ||
| Linje 228: | Linje 195: | ||

hundrað heilt og hartil hálvt |
hundrað heilt og hartil hálvt | ||

teir tóku so drong af lívi. |
teir tóku so drong af lívi. | ||

35. |

35. | ||

Nú skal falla niður um stund |
Nú skal falla niður um stund | ||
| Linje 234: | Linje 200: | ||

til hann Hergeir ungi |
til hann Hergeir ungi | ||

faðir síns deyða frættir. |
faðir síns deyða frættir. | ||

36. |

36. | ||

Mælti tá Hergeirs foðursystir, |
Mælti tá Hergeirs foðursystir, | ||
| Linje 240: | Linje 205: | ||

"tú vilt ongar hevndir gera |
"tú vilt ongar hevndir gera | ||

eftir sæla faðir tínum." |
eftir sæla faðir tínum." | ||

37. |

37. | ||

Tí svaraði Hergeir ungi: |
Tí svaraði Hergeir ungi: | ||
| Linje 246: | Linje 210: | ||

eg eigi hvørki vinir ei frændir |
eg eigi hvørki vinir ei frændir | ||

mær til Girtlands at fylgja." |
mær til Girtlands at fylgja." | ||

38. |

38. | ||

Tað var Hergeirs foðursystir, |
Tað var Hergeirs foðursystir, | ||
| Linje 252: | Linje 215: | ||

"heita skal á mínar fornu vinir, |
"heita skal á mínar fornu vinir, | ||

teir nýju lata fara. |
teir nýju lata fara. | ||

39. |

39. | ||

Tað er ikki ein ella tveir |
Tað er ikki ein ella tveir | ||
| Linje 258: | Linje 220: | ||

Sjúrður og snarpi Nornagestur, |
Sjúrður og snarpi Nornagestur, | ||

Brandur og Virgar sterki." |
Brandur og Virgar sterki." | ||

40. |

40. | ||

So letur hann Hergeir |
So letur hann Hergeir | ||
| Linje 264: | Linje 225: | ||

allar letur hann streingirnar |
allar letur hann streingirnar | ||

av reyðargulli vera. |
av reyðargulli vera. | ||

41. |

41. | ||

Bræddir vóru brandar, |
Bræddir vóru brandar, | ||
| Linje 270: | Linje 230: | ||

stavnur og stýri af reyðargulli, |
stavnur og stýri af reyðargulli, | ||

so var segl í topp. |
so var segl í topp. | ||

42. |

42. | ||

Vindur hann upp síni silkisegl, |
Vindur hann upp síni silkisegl, | ||
| Linje 276: | Linje 235: | ||

strikar ei á bunka niður |
strikar ei á bunka niður | ||

fyrr enn við Girtland. |
fyrr enn við Girtland. | ||

43. |

43. | ||

Hagar ið teirra snekkja |
Hagar ið teirra snekkja | ||
| Linje 282: | Linje 240: | ||

lótu teir síni akker falla |
lótu teir síni akker falla | ||

á so hvítan sand. |
á so hvítan sand. | ||

44. |

44. | ||

Lótu síni akker falla |
Lótu síni akker falla | ||
| Linje 288: | Linje 245: | ||

fyrstur steig Hergeir Viljormsson |
fyrstur steig Hergeir Viljormsson | ||

sínum fótum á land. |
sínum fótum á land. | ||

45. |

45. | ||

Firstur steig Hergeir Viljormsson |
Firstur steig Hergeir Viljormsson | ||
| Linje 294: | Linje 250: | ||

Sjúrður og snarpi Nornagestur |
Sjúrður og snarpi Nornagestur | ||

undir hans høgru hond. |
undir hans høgru hond. | ||

46. |

46. | ||

Gingu teir frá strondum niðan, |
Gingu teir frá strondum niðan, | ||
| Linje 300: | Linje 255: | ||

reyðargull hjálm á høvdi bóru, |
reyðargull hjálm á høvdi bóru, | ||

teir vóru fyri ongum ræddir. |
teir vóru fyri ongum ræddir. | ||

47. |

47. | ||

Uppi í miðjum grasgarði |
Uppi í miðjum grasgarði | ||
| Linje 306: | Linje 260: | ||

og so búnir ganga teir |
og so búnir ganga teir | ||

í høgar hallir inn. |
í høgar hallir inn. | ||

48. |

48. | ||

Uppi í miðjum grasgarði |
Uppi í miðjum grasgarði | ||
| Linje 312: | Linje 265: | ||

gingu so í høllina inn |
gingu so í høllina inn | ||

við búgvið svørð í hond. |
við búgvið svørð í hond. | ||

49. |

49. | ||

Tá svaraði Girtlands kongur, |
Tá svaraði Girtlands kongur, | ||
| Linje 318: | Linje 270: | ||

"hví eru tit so herklæddir, |
"hví eru tit so herklæddir, | ||

hvar stevna tit tomur á?" |
hvar stevna tit tomur á?" | ||

50. |

50. | ||

"Plaga so allir høviskir sveinar |
"Plaga so allir høviskir sveinar | ||
| Linje 324: | Linje 275: | ||

sig mær reystur Girtlands kongur |
sig mær reystur Girtlands kongur | ||

hvar mín faðir er." |
hvar mín faðir er." | ||

51. |

51. | ||

Tað er reystur Girtlands kongur, |
Tað er reystur Girtlands kongur, | ||
| Linje 330: | Linje 280: | ||

"hann havi eg af lívi tikið, |
"hann havi eg af lívi tikið, | ||

tú tarft ei eftir at spyrja." |
tú tarft ei eftir at spyrja." | ||

52. |

52. | ||

"Tá eg for af suðurlondum, |
"Tá eg for af suðurlondum, | ||
| Linje 336: | Linje 285: | ||

kongur, kom af høllini út, |
kongur, kom af høllini út, | ||

og brynja nú allt títt lið." |
og brynja nú allt títt lið." | ||

53. |

53. | ||

Kongurin krevur sín sendisvein, |
Kongurin krevur sín sendisvein, | ||
| Linje 342: | Linje 290: | ||

"tú skalt fara á landið út |
"tú skalt fara á landið út | ||

fólkið saman at stevna." |
fólkið saman at stevna." | ||

54. |

54. | ||

Hann lat sær tað liðið samla |
Hann lat sær tað liðið samla | ||
| Linje 348: | Linje 295: | ||

eingin hann á Girtlandi |
eingin hann á Girtlandi | ||

eftir sat hjá konu. |
eftir sat hjá konu. | ||

55. |

55. | ||

Hann fór sær á heiðin lond |
Hann fór sær á heiðin lond | ||
| Linje 354: | Linje 300: | ||

af teim átjan Blálondum, |
af teim átjan Blálondum, | ||

sum eingin skín á sól. |
sum eingin skín á sól. | ||

56. |

56. | ||

Har kom mangur maður saman |
Har kom mangur maður saman | ||
| Linje 360: | Linje 305: | ||

har komu teir Jaktnir tolv |
har komu teir Jaktnir tolv | ||

niðan frá Lurkustrond. |
niðan frá Lurkustrond. | ||

57. |

57. | ||

Har kom mangur maður saman, |
Har kom mangur maður saman, | ||
| Linje 366: | Linje 310: | ||

har kom Tórur úr Trøllabotnum, |
har kom Tórur úr Trøllabotnum, | ||

bar hamar og tong í hendi. |
bar hamar og tong í hendi. | ||

58. |

58. | ||

Har kom mangur maður saman, |
Har kom mangur maður saman, | ||
| Linje 372: | Linje 315: | ||

har kom kongins systurson, |
har kom kongins systurson, | ||

bar átta høvur á búki. |
bar átta høvur á búki. | ||

59. |

59. | ||

Ragnarlykkja fyri kongi stendur, |
Ragnarlykkja fyri kongi stendur, | ||
| Linje 378: | Linje 320: | ||

"hann skal eingin koma í dag, |
"hann skal eingin koma í dag, | ||

ið ikki skal aftur ganga." |
ið ikki skal aftur ganga." | ||

60. |

60. | ||

Ragnarlykkja fyri kongi stendur, |
Ragnarlykkja fyri kongi stendur, | ||
| Linje 384: | Linje 325: | ||

"sá kemur eingin higar í dag, |
"sá kemur eingin higar í dag, | ||

ið ikki skal aftur venda. |
ið ikki skal aftur venda. | ||

61. |

61. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 390: | Linje 330: | ||

tá hevði reysti Girtlands kongur |
tá hevði reysti Girtlands kongur | ||

brynjað út hundrað tolv. |
brynjað út hundrað tolv. | ||

62. |

62. | ||

Brandur tokar í herin fram |
Brandur tokar í herin fram | ||
| Linje 396: | Linje 335: | ||

møtti honum vondur Ragnarlykkja, |
møtti honum vondur Ragnarlykkja, | ||

hann vendi aftur úr teirri. |
hann vendi aftur úr teirri. | ||

63. |

63. | ||

Ragnarlykkja fyri kongi stendur, |
Ragnarlykkja fyri kongi stendur, | ||
| Linje 402: | Linje 340: | ||

"sá kemur eingin higar í dag, |
"sá kemur eingin higar í dag, | ||

ið ikki skal aftur ganga." |
ið ikki skal aftur ganga." | ||

64. |

64. | ||

Virgar tokar í herin fram |
Virgar tokar í herin fram | ||
| Linje 408: | Linje 345: | ||

møtti honum vondur Ragnarlykkja, |
møtti honum vondur Ragnarlykkja, | ||

hann vendi aftur úr teirri. |
hann vendi aftur úr teirri. | ||

65. |

65. | ||

Mælti tá Sjúrður Sigmundarson, |
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 414: | Linje 350: | ||

"betra høvdum vær heima sitið, |
"betra høvdum vær heima sitið, | ||

vær fingum ei kongin at sjá." |
vær fingum ei kongin at sjá." | ||

66. |

66. | ||

Tað var hin snarpi Nornagestur, |
Tað var hin snarpi Nornagestur, | ||
| Linje 420: | Linje 355: | ||

setur niður á Sjúrðar høvur |
setur niður á Sjúrðar høvur | ||

trinnar hjálmær nýjar. |
trinnar hjálmær nýjar. | ||

67. |

67. | ||

Sjúrður tokar í herin fram |
Sjúrður tokar í herin fram | ||
| Linje 426: | Linje 360: | ||

møtti honum vondur Ragnarlykkja |
møtti honum vondur Ragnarlykkja | ||

hann vendi aftur úr teirri. |
hann vendi aftur úr teirri. | ||

68. |

68. | ||

Tað var vondur Ragnarlykkja, |
Tað var vondur Ragnarlykkja, | ||
| Linje 432: | Linje 365: | ||

klývur niður af Sjúrðar høvdi |
klývur niður af Sjúrðar høvdi | ||

trinnar gyltar hjálmar. |
trinnar gyltar hjálmar. | ||

69. |

69. | ||

Tað var hin snarpi Nornagestur, |
Tað var hin snarpi Nornagestur, | ||
| Linje 438: | Linje 370: | ||

enn setur hann á Sjúrðar høvur |
enn setur hann á Sjúrðar høvur | ||

seks gyltar hjálmar nýjar. |
seks gyltar hjálmar nýjar. | ||

70. |

70. | ||

Sjúrður riður í herin fram |
Sjúrður riður í herin fram | ||
| Linje 444: | Linje 375: | ||

møtti honum vondur Ragnarlykkja, |
møtti honum vondur Ragnarlykkja, | ||

hann vendi aftur úr teirri. |
hann vendi aftur úr teirri. | ||

71. |

71. | ||

Tað var vondur Ragnarlykkja, |
Tað var vondur Ragnarlykkja, | ||
| Linje 450: | Linje 380: | ||

klývur niður af Sjúrðar høvdi |
klývur niður af Sjúrðar høvdi | ||

seks forgyltar hjálmar. |
seks forgyltar hjálmar. | ||

72. |

72. | ||

Tað var hin snarpi Nornagestur, |
Tað var hin snarpi Nornagestur, | ||
| Linje 456: | Linje 385: | ||

enn setur hann á Sjúrðar |
enn setur hann á Sjúrðar | ||

høvur níggju hjálmar nýjar. |
høvur níggju hjálmar nýjar. | ||

73. |

73. | ||

Sjúrður riður í herin fram, |
Sjúrður riður í herin fram, | ||
| Linje 462: | Linje 390: | ||

eg svørji tann eið á mína trú, |
eg svørji tann eið á mína trú, | ||

nú vendi hann ikki aftur. |
nú vendi hann ikki aftur. | ||

74. |

74. | ||

Teir høgga títt, teir líva lítt, |
Teir høgga títt, teir líva lítt, | ||
| Linje 468: | Linje 395: | ||

dvørgamál seng í hvørjum hamri, |
dvørgamál seng í hvørjum hamri, | ||

vørildin tóktist skelva. |
vørildin tóktist skelva. | ||

75. |

75. | ||

Gestur ríður í herin fram, |
Gestur ríður í herin fram, | ||
| Linje 474: | Linje 400: | ||

spreiddi sundir Girtlandsher, |
spreiddi sundir Girtlandsher, | ||

tekur lið at tynna. |
tekur lið at tynna. | ||

76. |

76. | ||

Tað var Brandur Viðferi, |
Tað var Brandur Viðferi, | ||
| Linje 480: | Linje 405: | ||

hjó af høvdini seks og sjey, |
hjó af høvdini seks og sjey, | ||

tey fuku mót kongins høll. |
tey fuku mót kongins høll. | ||

77. |

77. | ||

Tað var Brandur Viðferi, |
Tað var Brandur Viðferi, | ||
| Linje 486: | Linje 410: | ||

hjó af høvdini seks og sjey |
hjó af høvdini seks og sjey | ||

og feldi ein merkisman. |
og feldi ein merkisman. | ||

78. |

78. | ||

Sjúrður gav so vont eitt høgg, |
Sjúrður gav so vont eitt høgg, | ||
| Linje 492: | Linje 415: | ||

hjó so vondan Ragnarlykkju |
hjó so vondan Ragnarlykkju | ||

í miðjum kníjum sundir. |
í miðjum kníjum sundir. | ||

79. |

79. | ||

Tað var vondur Ragnarlykkja, |
Tað var vondur Ragnarlykkja, | ||
| Linje 498: | Linje 420: | ||

stubbarnar setti hann niður í jørð |
stubbarnar setti hann niður í jørð | ||

og bardist ikki minna. |
og bardist ikki minna. | ||

80. |

80. | ||

"Tað segði mær so mangur maður, |
"Tað segði mær so mangur maður, | ||
| Linje 504: | Linje 425: | ||

nú má eg á stubbum ganga, |
nú má eg á stubbum ganga, | ||

nú eri eg ein mun lægri." |
nú eri eg ein mun lægri." | ||

81. |

81. | ||

Teir høgga títt, teir líva lítt, |
Teir høgga títt, teir líva lítt, | ||
| Linje 510: | Linje 430: | ||

so hvørt stykki av hann høggur, |
so hvørt stykki av hann høggur, | ||

so hvørt rennur tað saman. |
so hvørt rennur tað saman. | ||

82. |

82. | ||

Svaraði snarpi Nornagestur, |
Svaraði snarpi Nornagestur, | ||
| Linje 516: | Linje 435: | ||

"tú fært ikki dripið hann, |
"tú fært ikki dripið hann, | ||

fært tú ei onnur ráð." |
fært tú ei onnur ráð." | ||

83. |

83. | ||

Høgga títt, teir líva lítt, |
Høgga títt, teir líva lítt, | ||
| Linje 522: | Linje 440: | ||

hann risti kross í stubbarnar, |
hann risti kross í stubbarnar, | ||

tá støkk av í beini. |
tá støkk av í beini. | ||

84. |

84. | ||

Blóð sprakk undan naglarót, |
Blóð sprakk undan naglarót, | ||
| Linje 528: | Linje 445: | ||

hann kleyv Ragnars gylta hjálm |
hann kleyv Ragnars gylta hjálm | ||

og búkin niður í nalva. |
og búkin niður í nalva. | ||

85. |

85. | ||

Tað var hin snarpi Nornagestur, |
Tað var hin snarpi Nornagestur, | ||
| Linje 534: | Linje 450: | ||

ógvuliga ríður avstað |
ógvuliga ríður avstað | ||

herin sundur at bróta. |
herin sundur at bróta. | ||

86. |

86. | ||

Fram kom Tórur af Trøllabotni |
Fram kom Tórur af Trøllabotni | ||
| Linje 540: | Linje 455: | ||

tað var hin snarpi Nornagestur, |
tað var hin snarpi Nornagestur, | ||

hjó hans høvur frá. |
hjó hans høvur frá. | ||

87. |

87. | ||

Virgar riður í herin fram |
Virgar riður í herin fram | ||
| Linje 546: | Linje 460: | ||

so vá hann teir Jaktnir tólv |
so vá hann teir Jaktnir tólv | ||

niðan frá Lurkastrond. |
niðan frá Lurkastrond. | ||

88. |

88. | ||

So reið Hergeir Viljormsson |
So reið Hergeir Viljormsson | ||
| Linje 552: | Linje 465: | ||

klývur hvønn um tvørar herðar, |
klývur hvønn um tvørar herðar, | ||

ið móti honum rann. |
ið móti honum rann. | ||

89. |

89. | ||

Klývur hvønn um tvørar herðar, |
Klývur hvønn um tvørar herðar, | ||
| Linje 558: | Linje 470: | ||

eftir stóð tá Girtlands kongur |
eftir stóð tá Girtlands kongur | ||

við sín triðja mann. |
við sín triðja mann. | ||

90. |

90. | ||

Tað var Girtlands kongurin, |
Tað var Girtlands kongurin, | ||
| Linje 564: | Linje 475: | ||

"mín kæri Hergeir, |
"mín kæri Hergeir, | ||

tú gev mær nú grið." |
tú gev mær nú grið." | ||

91. |

91. | ||

"Slíkan skalt tú griðin |
"Slíkan skalt tú griðin | ||
| Linje 570: | Linje 480: | ||

sum tú lat mín sæla faðir |
sum tú lat mín sæla faðir | ||

við sínum lívi ná." |
við sínum lívi ná." | ||

92. |

92. | ||

Tað var Hergeir Viljormsson, |
Tað var Hergeir Viljormsson, | ||
| Linje 576: | Linje 485: | ||

síðan kleyv hann Girtlands kong |
síðan kleyv hann Girtlands kong | ||

sundur í luti tvá. |
sundur í luti tvá. | ||

93. |

93. | ||

Siðan kleyv hann Girtlands kong |
Siðan kleyv hann Girtlands kong | ||
| Linje 582: | Linje 490: | ||

báðar hansara sveinarnar |
báðar hansara sveinarnar | ||

legði hann honum hjá. |
legði hann honum hjá. | ||

94. | |

94. | ||

Teir løgdu niður á Girtlandi |
Teir løgdu niður á Girtlandi | ||

alt valdra manna lið, |
alt valdra manna lið, | ||

tóku bæði skært og skreyt, |
tóku bæði skært og skreyt, | ||

riðu so heim við frið. |
riðu so heim við frið. | ||

95. |

95. | ||

So riðu teir frændirnir |
So riðu teir frændirnir | ||

ígjøgnum grøna lund, |
ígjøgnum grøna lund, | ||

hvørki gól tá eftir teim |
hvørki gól tá eftir teim | ||

heykur ella hundur.

heykur ella hundur. |

Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 15:52
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
1.
Kristin heitir Viljorms systir,
henni komst barn á hond,
føddist ikki frægari
í øllum suðurlondum.
Niðurlag:
Sótu tey sytskin tvey
við ta grønu lund,
sum fagurt tjald neig uttan við Oyrasund.
2.
Føddist ikki frægari
í øllum suðurlondum,
ei stendst bróður festnarband,
vandi er komin á hond.
3.
"Hoyr tú Viljormur bróðir mín,
eg beri um teg trá,
hví fert tú ikki um londini
tær javngott vív at fá?"
4.
Viljormur so til orða tekur
fyrsta orðið tá:
"veitst tú nakra ríka frú,
sum mær er sámi at fá?"
5.
"Tað er so mong í vorum landi
konga dóttir og jalla,
girnast ta, ið annar eigur,
tað mann lukkast valla."
6.
"Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið vív,
ið mær er sámi at sova hjá
um eina aftantíð?
7.
Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið sprund,
ið mær er sámi at sova hjá
um eina aftanstund?"
8.
"Hoyr tað Viljormur bróður mín,
um enn tað líkar tær illa,
tað er so mangt eitt góðs manns barn,
ið ikki vil vera tin frilla.
9.
Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so visa,
kundi tú hana til ektar fá,
tú kundi títt lív væl prísa.
10.
Girtlands kongur dottur eigur,
hava hana menn á orði,
henni er stólur af gulli gjørdur
framman at kongins borði.
11.
Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so mæta,
einans er hon arvingi
til góðs og lond at gæta.
12.
Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn hin fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið."
13.
"Er hon so væn og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja mínum
bønarorðum á.
14.
Hagar skal eg streingja mínum
bønarorðum á,
biðja dóttur Girtlands kongs,
tað standist hvat av ið má."
15.
So letur hann Viljormur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
af reyðargulli vera.
16.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri af reyðargulli,
so var segl í topp.
17.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Girtland.
18.
Hagar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
lat hann sini akker falla
á so hvitan sand.
19.
Lat hann sini akker falla
á so hvitan sand,
fyrstur stígur Viljormur
sinum fótum á land.
20.
Fyrstur stigur Viljormur
sínum fótum á land,
sló so sínar tjaldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
21.
Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
22.
Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
23.
Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Girtlands kongur firi borði sat
við monnum hundrað fimm.
24.
Viljormur gekk í høllina inn,
í forðum var sá siður,
hann hevur nú allt í einum orði,
heilsar og hann biður.
25.
Viljormur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
"sit væl reysti Girtlands kongur,
tú gev mær dottur tína."
26.
Leingi sat hann Girtlands kongur*
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Viljormi
eitt hánligt andsvar fá.
27.
"Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokanslund,
ið ikki kemur til Girtlanda
til at biðja sær sprund.
28.
Tað er ikki tann rennari
og ei tann rennara son,
ið ikki kemur til Girtlanda
til at biðja sær konu."
29.
Upp steig reystur Viljormur,
sló úr sínum gamni:
"hesin sami rennari
tykist vera tin javni."
30.
Kongurin leyp um borðið fram
við sín fima fót,
sló so stong fyri hallardyr,
at eingin náddi út.
31.
Tað gjørdi reysti Viljormur,
tað var mest af trega,
brá hann upp sínum bitra brandi
og kongin ætlaði at vega.
32.
Bardust teir tá innan hallar,
slíkt var mikil vandi,
sundur gekk Viljorms góða svørð
millum hans beggja handa.
33.
Bardust teir tá innan hallar,
slíkt var mikið undur,
tá gekk Viljorms góða svørð
í tógva luti sundur.
34.
Tað mundi hoyrast uttan hallar,
hvat hann vá við knívi,
hundrað heilt og hartil hálvt
teir tóku so drong af lívi.
35.
Nú skal falla niður um stund
og standa við sama ætt,
til hann Hergeir ungi
faðir síns deyða frættir.
36.
Mælti tá Hergeirs foðursystir,
var sveipað í hvíta lín:
"tú vilt ongar hevndir gera
eftir sæla faðir tínum."
37.
Tí svaraði Hergeir ungi:
"tú kant mítt mál væl skilja,
eg eigi hvørki vinir ei frændir
mær til Girtlands at fylgja."
38.
Tað var Hergeirs foðursystir,
hon letur so orðum svara:
"heita skal á mínar fornu vinir,
teir nýju lata fara.
39.
Tað er ikki ein ella tveir
staddir í tí verki:
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Brandur og Virgar sterki."
40.
So letur hann Hergeir
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
41.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavnur og stýri af reyðargulli,
so var segl í topp.
42.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Girtland.
43.
Hagar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.
44.
Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land.
45.
Firstur steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land,
Sjúrður og snarpi Nornagestur
undir hans høgru hond.
46.
Gingu teir frá strondum niðan,
í herklæðum vóru klæddir,
reyðargull hjálm á høvdi bóru,
teir vóru fyri ongum ræddir.
47.
Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
48.
Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni bond,
gingu so í høllina inn
við búgvið svørð í hond.
49.
Tá svaraði Girtlands kongur,
fyrst á orði svá:
"hví eru tit so herklæddir,
hvar stevna tit tomur á?"
50.
"Plaga so allir høviskir sveinar
at føra skjøld og svørð,
sig mær reystur Girtlands kongur
hvar mín faðir er."
51.
Tað er reystur Girtlands kongur,
letur so orðum byrja:
"hann havi eg af lívi tikið,
tú tarft ei eftir at spyrja."
52.
"Tá eg for af suðurlondum,
bjóst eg ei við frið,
kongur, kom af høllini út,
og brynja nú allt títt lið."
53.
Kongurin krevur sín sendisvein,
gott er at taka til evna:
"tú skalt fara á landið út
fólkið saman at stevna."
54.
Hann lat sær tað liðið samla
valdra manna son,
eingin hann á Girtlandi
eftir sat hjá konu.
55.
Hann fór sær á heiðin lond
at samla saman djór
af teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.
56.
Har kom mangur maður saman
undir kongins hond,
har komu teir Jaktnir tolv
niðan frá Lurkustrond.
57.
Har kom mangur maður saman,
so kvøði eg til enda,
har kom Tórur úr Trøllabotnum,
bar hamar og tong í hendi.
58.
Har kom mangur maður saman,
so eg tað nú lúki,
har kom kongins systurson,
bar átta høvur á búki.
59.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðið langa:
"hann skal eingin koma í dag,
ið ikki skal aftur ganga."
60.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðsins enda:
"sá kemur eingin higar í dag,
ið ikki skal aftur venda.
61.
Árla var um morgunin,
tað roðar firi sól,
tá hevði reysti Girtlands kongur
brynjað út hundrað tolv.
62.
Brandur tokar í herin fram
bæði af grimd og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
63.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðið langa:
"sá kemur eingin higar í dag,
ið ikki skal aftur ganga."
64.
Virgar tokar í herin fram
bæði af grimd og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
65.
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson,
stóð har skamt ífrá:
"betra høvdum vær heima sitið,
vær fingum ei kongin at sjá."
66.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann ei vildi undan flýja,
setur niður á Sjúrðar høvur
trinnar hjálmær nýjar.
67.
Sjúrður tokar í herin fram
bæði af illsku og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja
hann vendi aftur úr teirri.
68.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
trinnar gyltar hjálmar.
69.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann vildi ei undan flýja,
enn setur hann á Sjúrðar høvur
seks gyltar hjálmar nýjar.
70.
Sjúrður riður í herin fram
bæði af illsku og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
71.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
seks forgyltar hjálmar.
72.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann vildi ei undan flýja,
enn setur hann á Sjúrðar
høvur níggju hjálmar nýjar.
73.
Sjúrður riður í herin fram,
tykist í tí tattur,
eg svørji tann eið á mína trú,
nú vendi hann ikki aftur.
74.
Teir høgga títt, teir líva lítt,
troða jørð til kálva,
dvørgamál seng í hvørjum hamri,
vørildin tóktist skelva.
75.
Gestur ríður í herin fram,
hann vildi tað útinna,
spreiddi sundir Girtlandsher,
tekur lið at tynna.
76.
Tað var Brandur Viðferi,
ríður á grønan vøll,
hjó af høvdini seks og sjey,
tey fuku mót kongins høll.
77.
Tað var Brandur Viðferi,
hann reið í herin fram,
hjó af høvdini seks og sjey
og feldi ein merkisman.
78.
Sjúrður gav so vont eitt høgg,
øllum tókti undur,
hjó so vondan Ragnarlykkju
í miðjum kníjum sundir.
79.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
lat ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minna.
80.
"Tað segði mær so mangur maður,
at eg bar høvdið hægri,
nú má eg á stubbum ganga,
nú eri eg ein mun lægri."
81.
Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei var barna gaman,
so hvørt stykki av hann høggur,
so hvørt rennur tað saman.
82.
Svaraði snarpi Nornagestur,
stóð har skamt ífrá:
"tú fært ikki dripið hann,
fært tú ei onnur ráð."
83.
Høgga títt, teir líva lítt,
klúgva tað stálið reina,
hann risti kross í stubbarnar,
tá støkk av í beini.
84.
Blóð sprakk undan naglarót,
tá ið Sjúrður spenti alva,
hann kleyv Ragnars gylta hjálm
og búkin niður í nalva.
85.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
lat ikki ráðini tróta,
ógvuliga ríður avstað
herin sundur at bróta.
86.
Fram kom Tórur af Trøllabotni
við hamri í hondum vá,
tað var hin snarpi Nornagestur,
hjó hans høvur frá.
87.
Virgar riður í herin fram
við Mimaring í hond,
so vá hann teir Jaktnir tólv
niðan frá Lurkastrond.
88.
So reið Hergeir Viljormsson
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann.
89.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann,
eftir stóð tá Girtlands kongur
við sín triðja mann.
90.
Tað var Girtlands kongurin,
kreyp undir borgarlið:
"mín kæri Hergeir,
tú gev mær nú grið."
91.
"Slíkan skalt tú griðin
av mær nú fá,
sum tú lat mín sæla faðir
við sínum lívi ná."
92.
Tað var Hergeir Viljormsson,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Girtlands kong
sundur í luti tvá.
93.
Siðan kleyv hann Girtlands kong
sundur í luti tvá,
báðar hansara sveinarnar
legði hann honum hjá.
94.
Teir løgdu niður á Girtlandi
alt valdra manna lið,
tóku bæði skært og skreyt,
riðu so heim við frið.
95.
So riðu teir frændirnir
ígjøgnum grøna lund,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ella hundur.