Ragnarlykkja
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
1.
Kristin heitir Viljorms systir,
henni komst barn á hond,
føddist ikki frægari
í øllum suðurlondum.
Niðurlag:
Sótu tey sytskin tvey
við ta grønu lund,
sum fagurt tjald neig uttan við Oyrasund.
2.
Føddist ikki frægari
í øllum suðurlondum,
ei stendst bróður festnarband,
vandi er komin á hond.
3.
"Hoyr tú Viljormur bróðir mín,
eg beri um teg trá,
hví fert tú ikki um londini
tær javngott vív at fá?"
4.
Viljormur so til orða tekur
fyrsta orðið tá:
"veitst tú nakra ríka frú,
sum mær er sámi at fá?"
5.
"Tað er so mong í vorum landi
konga dóttir og jalla,
girnast ta, ið annar eigur,
tað mann lukkast valla."
6.
"Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið vív,
ið mær er sámi at sova hjá
um eina aftantíð?
7.
Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið sprund,
ið mær er sámi at sova hjá
um eina aftanstund?"
8.
"Hoyr tað Viljormur bróður mín,
um enn tað líkar tær illa,
tað er so mangt eitt góðs manns barn,
ið ikki vil vera tin frilla.
9.
Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so visa,
kundi tú hana til ektar fá,
tú kundi títt lív væl prísa.
10.
Girtlands kongur dottur eigur,
hava hana menn á orði,
henni er stólur af gulli gjørdur
framman at kongins borði.
11.
Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so mæta,
einans er hon arvingi
til góðs og lond at gæta.
12.
Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn hin fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið."
13.
"Er hon so væn og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja mínum
bønarorðum á.
14.
Hagar skal eg streingja mínum
bønarorðum á,
biðja dóttur Girtlands kongs,
tað standist hvat av ið má."
15.
So letur hann Viljormur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
af reyðargulli vera.
16.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri af reyðargulli,
so var segl í topp.
17.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Girtland.
18.
Hagar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
lat hann sini akker falla
á so hvitan sand.
19.
Lat hann sini akker falla
á so hvitan sand,
fyrstur stígur Viljormur
sinum fótum á land.
20.
Fyrstur stigur Viljormur
sínum fótum á land,
sló so sínar tjaldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
21.
Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
22.
Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
23.
Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Girtlands kongur firi borði sat
við monnum hundrað fimm.
24.
Viljormur gekk í høllina inn,
í forðum var sá siður,
hann hevur nú allt í einum orði,
heilsar og hann biður.
25.
Viljormur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
"sit væl reysti Girtlands kongur,
tú gev mær dottur tína."
26.
Leingi sat hann Girtlands kongur*
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Viljormi
eitt hánligt andsvar fá.
27.
"Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokanslund,
ið ikki kemur til Girtlanda
til at biðja sær sprund.
28.
Tað er ikki tann rennari
og ei tann rennara son,
ið ikki kemur til Girtlanda
til at biðja sær konu."
29.
Upp steig reystur Viljormur,
sló úr sínum gamni:
"hesin sami rennari
tykist vera tin javni."
30.
Kongurin leyp um borðið fram
við sín fima fót,
sló so stong fyri hallardyr,
at eingin náddi út.
31.
Tað gjørdi reysti Viljormur,
tað var mest af trega,
brá hann upp sínum bitra brandi
og kongin ætlaði at vega.
32.
Bardust teir tá innan hallar,
slíkt var mikil vandi,
sundur gekk Viljorms góða svørð
millum hans beggja handa.
33.
Bardust teir tá innan hallar,
slíkt var mikið undur,
tá gekk Viljorms góða svørð
í tógva luti sundur.
34.
Tað mundi hoyrast uttan hallar,
hvat hann vá við knívi,
hundrað heilt og hartil hálvt
teir tóku so drong af lívi.
35.
Nú skal falla niður um stund
og standa við sama ætt,
til hann Hergeir ungi
faðir síns deyða frættir.
36.
Mælti tá Hergeirs foðursystir,
var sveipað í hvíta lín:
"tú vilt ongar hevndir gera
eftir sæla faðir tínum."
37.
Tí svaraði Hergeir ungi:
"tú kant mítt mál væl skilja,
eg eigi hvørki vinir ei frændir
mær til Girtlands at fylgja."
38.
Tað var Hergeirs foðursystir,
hon letur so orðum svara:
"heita skal á mínar fornu vinir,
teir nýju lata fara.
39.
Tað er ikki ein ella tveir
staddir í tí verki:
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Brandur og Virgar sterki."
40.
So letur hann Hergeir
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
41.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavnur og stýri af reyðargulli,
so var segl í topp.
42.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Girtland.
43.
Hagar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.
44.
Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land.
45.
Firstur steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land,
Sjúrður og snarpi Nornagestur
undir hans høgru hond.
46.
Gingu teir frá strondum niðan,
í herklæðum vóru klæddir,
reyðargull hjálm á høvdi bóru,
teir vóru fyri ongum ræddir.
47.
Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
48.
Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni bond,
gingu so í høllina inn
við búgvið svørð í hond.
49.
Tá svaraði Girtlands kongur,
fyrst á orði svá:
"hví eru tit so herklæddir,
hvar stevna tit tomur á?"
50.
"Plaga so allir høviskir sveinar
at føra skjøld og svørð,
sig mær reystur Girtlands kongur
hvar mín faðir er."
51.
Tað er reystur Girtlands kongur,
letur so orðum byrja:
"hann havi eg af lívi tikið,
tú tarft ei eftir at spyrja."
52.
"Tá eg for af suðurlondum,
bjóst eg ei við frið,
kongur, kom af høllini út,
og brynja nú allt títt lið."
53.
Kongurin krevur sín sendisvein,
gott er at taka til evna:
"tú skalt fara á landið út
fólkið saman at stevna."
54.
Hann lat sær tað liðið samla
valdra manna son,
eingin hann á Girtlandi
eftir sat hjá konu.
55.
Hann fór sær á heiðin lond
at samla saman djór
af teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.
56.
Har kom mangur maður saman
undir kongins hond,
har komu teir Jaktnir tolv
niðan frá Lurkustrond.
57.
Har kom mangur maður saman,
so kvøði eg til enda,
har kom Tórur úr Trøllabotnum,
bar hamar og tong í hendi.
58.
Har kom mangur maður saman,
so eg tað nú lúki,
har kom kongins systurson,
bar átta høvur á búki.
59.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðið langa:
"hann skal eingin koma í dag,
ið ikki skal aftur ganga."
60.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðsins enda:
"sá kemur eingin higar í dag,
ið ikki skal aftur venda.
61.
Árla var um morgunin,
tað roðar firi sól,
tá hevði reysti Girtlands kongur
brynjað út hundrað tolv.
62.
Brandur tokar í herin fram
bæði af grimd og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
63.
Ragnarlykkja fyri kongi stendur,
heldur um svørðið langa:
"sá kemur eingin higar í dag,
ið ikki skal aftur ganga."
64.
Virgar tokar í herin fram
bæði af grimd og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
65.
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson,
stóð har skamt ífrá:
"betra høvdum vær heima sitið,
vær fingum ei kongin at sjá."
66.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann ei vildi undan flýja,
setur niður á Sjúrðar høvur
trinnar hjálmær nýjar.
67.
Sjúrður tokar í herin fram
bæði af illsku og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja
hann vendi aftur úr teirri.
68.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
trinnar gyltar hjálmar.
69.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann vildi ei undan flýja,
enn setur hann á Sjúrðar høvur
seks gyltar hjálmar nýjar.
70.
Sjúrður riður í herin fram
bæði af illsku og reiði,
møtti honum vondur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur úr teirri.
71.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
seks forgyltar hjálmar.
72.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann vildi ei undan flýja,
enn setur hann á Sjúrðar
høvur níggju hjálmar nýjar.
73.
Sjúrður riður í herin fram,
tykist í tí tattur,
eg svørji tann eið á mína trú,
nú vendi hann ikki aftur.
74.
Teir høgga títt, teir líva lítt,
troða jørð til kálva,
dvørgamál seng í hvørjum hamri,
vørildin tóktist skelva.
75.
Gestur ríður í herin fram,
hann vildi tað útinna,
spreiddi sundir Girtlandsher,
tekur lið at tynna.
76.
Tað var Brandur Viðferi,
ríður á grønan vøll,
hjó af høvdini seks og sjey,
tey fuku mót kongins høll.
77.
Tað var Brandur Viðferi,
hann reið í herin fram,
hjó af høvdini seks og sjey
og feldi ein merkisman.
78.
Sjúrður gav so vont eitt høgg,
øllum tókti undur,
hjó so vondan Ragnarlykkju
í miðjum kníjum sundir.
79.
Tað var vondur Ragnarlykkja,
lat ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minna.
80.
"Tað segði mær so mangur maður,
at eg bar høvdið hægri,
nú má eg á stubbum ganga,
nú eri eg ein mun lægri."
81.
Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei var barna gaman,
so hvørt stykki av hann høggur,
so hvørt rennur tað saman.
82.
Svaraði snarpi Nornagestur,
stóð har skamt ífrá:
"tú fært ikki dripið hann,
fært tú ei onnur ráð."
83.
Høgga títt, teir líva lítt,
klúgva tað stálið reina,
hann risti kross í stubbarnar,
tá støkk av í beini.
84.
Blóð sprakk undan naglarót,
tá ið Sjúrður spenti alva,
hann kleyv Ragnars gylta hjálm
og búkin niður í nalva.
85.
Tað var hin snarpi Nornagestur,
lat ikki ráðini tróta,
ógvuliga ríður avstað
herin sundur at bróta.
86.
Fram kom Tórur af Trøllabotni
við hamri í hondum vá,
tað var hin snarpi Nornagestur,
hjó hans høvur frá.
87.
Virgar riður í herin fram
við Mimaring í hond,
so vá hann teir Jaktnir tólv
niðan frá Lurkastrond.
88.
So reið Hergeir Viljormsson
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann.
89.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann,
eftir stóð tá Girtlands kongur
við sín triðja mann.
90.
Tað var Girtlands kongurin,
kreyp undir borgarlið:
"mín kæri Hergeir,
tú gev mær nú grið."
91.
"Slíkan skalt tú griðin
av mær nú fá,
sum tú lat mín sæla faðir
við sínum lívi ná."
92.
Tað var Hergeir Viljormsson,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Girtlands kong
sundur í luti tvá.
93.
Siðan kleyv hann Girtlands kong
sundur í luti tvá,
báðar hansara sveinarnar
legði hann honum hjá.
94.
Teir løgdu niður á Girtlandi
alt valdra manna lið,
tóku bæði skært og skreyt,
riðu so heim við frið.
95.
So riðu teir frændirnir
ígjøgnum grøna lund,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ella hundur.