Forskjell mellom versjoner av «Dvørgamoy III (Ása dvørgamoy)»
m |

| Linje 26: | Linje 26: | ||

Hjálprek kongur fyri ríki ræður, |
Hjálprek kongur fyri ríki ræður, | ||

raskar eigir hann dreingir. |
raskar eigir hann dreingir. | ||

Viðgangur: |

Viðgangur: | ||

''Oman drívur døggin døkk,'' |
''Oman drívur døggin døkk,'' | ||
| Linje 33: | Linje 32: | ||

''oman líða prís,'' |
''oman líða prís,'' | ||

''oman drívur døggin yvir tann kalda ís.'' |
''oman drívur døggin yvir tann kalda ís.'' | ||

2. |

2. | ||

Hjálprek kongur fyri ríki ræður, |
Hjálprek kongur fyri ríki ræður, | ||
| Linje 39: | Linje 37: | ||

tjena honum hvønndagsliga |
tjena honum hvønndagsliga | ||

væl fimm hundrað sveinar. |
væl fimm hundrað sveinar. | ||

3. |

3. | ||

Tjena honum hvønndagsliga |
Tjena honum hvønndagsliga | ||
| Linje 45: | Linje 42: | ||

ein er yvir øllum teim, |
ein er yvir øllum teim, | ||

hann glógvar av gullinum reina. |
hann glógvar av gullinum reina. | ||

4. |

4. | ||

Teir tjena honum hvønndagsliga |
Teir tjena honum hvønndagsliga | ||
| Linje 51: | Linje 47: | ||

ein er kappin Fovnisbani, |
ein er kappin Fovnisbani, | ||

er Sjúrður nevndur at navni. |
er Sjúrður nevndur at navni. | ||

5. |

5. | ||

Sjúrður liggur í síni song, |
Sjúrður liggur í síni song, | ||
| Linje 57: | Linje 52: | ||

"Tú skalt saðla mær Grana |
"Tú skalt saðla mær Grana | ||

mín góða gangarahest." |
mín góða gangarahest." | ||

6. |

6. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 63: | Linje 57: | ||

Sjúrður klæðist fyri síni song, |
Sjúrður klæðist fyri síni song, | ||

hann býr seg til at ríða. |
hann býr seg til at ríða. | ||

7. |

7. | ||

Sjúrður reið á skógvin burt, |
Sjúrður reið á skógvin burt, | ||
| Linje 69: | Linje 62: | ||

opnan sá hann gullsalin, |
opnan sá hann gullsalin, | ||

og gullið lá í túni. |
og gullið lá í túni. | ||

8. |

8. | ||

Túnini vóru úr marmorsteini, |
Túnini vóru úr marmorsteini, | ||
| Linje 75: | Linje 67: | ||

stokkarnir vóru av siprisviði |
stokkarnir vóru av siprisviði | ||

og hongsl av silvuri reina. |
og hongsl av silvuri reina. | ||

9. |

9. | ||

Har vóru hurðar av hókumtræ, |
Har vóru hurðar av hókumtræ, | ||
| Linje 81: | Linje 72: | ||

glógvar so gull í gøtum har |
glógvar so gull í gøtum har | ||

sum ljómur av havrakorni. |
sum ljómur av havrakorni. | ||

10. |

10. | ||

Sjúrður hugsar við sjálvum sær: |
Sjúrður hugsar við sjálvum sær: | ||
| Linje 87: | Linje 77: | ||

um her búgva fólk ella trøll, |
um her búgva fólk ella trøll, | ||

eg fari her inn at ganga." |
eg fari her inn at ganga." | ||

11. |

11. | ||

Sjúrður gekk í heygin inn, |
Sjúrður gekk í heygin inn, | ||
| Linje 93: | Linje 82: | ||

dvørgamoyjin, ið fyri sat, |
dvørgamoyjin, ið fyri sat, | ||

unnilig á at líta. |
unnilig á at líta. | ||

12. |

12. | ||

Sjúrður gekk í heygin inn, |
Sjúrður gekk í heygin inn, | ||
| Linje 99: | Linje 87: | ||

"Hoyr tað, yndug, ríka frú, |
"Hoyr tað, yndug, ríka frú, | ||

hvussu skal eg teg nevna?" |
hvussu skal eg teg nevna?" | ||

13. |

13. | ||

"Eg var fødd tá dagur treyt |
"Eg var fødd tá dagur treyt | ||
| Linje 105: | Linje 92: | ||

Ása kallaði faðir meg, |
Ása kallaði faðir meg, | ||

hann búði her fyrstur í heyg. |
hann búði her fyrstur í heyg. | ||

14. |

14. | ||

Mær eru faðir og móðir frá deyð, |
Mær eru faðir og móðir frá deyð, | ||
| Linje 111: | Linje 97: | ||

eg havi ongan forløgsmann, |
eg havi ongan forløgsmann, | ||

sjálv má eg mær stýra. |
sjálv má eg mær stýra. | ||

15. |

15. | ||

Mær eru faðir og móðir frá deyð, |
Mær eru faðir og móðir frá deyð, | ||
| Linje 117: | Linje 102: | ||

ongan havi eg forløgsmann, |
ongan havi eg forløgsmann, | ||

tí búgvi eg eina í heyg." |
tí búgvi eg eina í heyg." | ||

16. |

16. | ||

Mælti tað Ása dvørgamoy: |
Mælti tað Ása dvørgamoy: | ||
| Linje 123: | Linje 107: | ||

hon snúgvulig úr sessi brá |
hon snúgvulig úr sessi brá | ||

og bar honum stól til handar. |
og bar honum stól til handar. | ||

17. |

17. | ||

"Mangur hevur á skógvin riðið |
"Mangur hevur á skógvin riðið | ||
| Linje 129: | Linje 112: | ||

higar er hann eingin komin, |
higar er hann eingin komin, | ||

ið líkjast mundi tær." |
ið líkjast mundi tær." | ||

18. |

18. | ||

Hon fylgdi honum í gullsalin, |
Hon fylgdi honum í gullsalin, | ||
| Linje 135: | Linje 117: | ||

"Her skalt tú við eygum sjá, |
"Her skalt tú við eygum sjá, | ||

hvør víða salurin stendur. |
hvør víða salurin stendur. | ||

19. |

19. | ||

Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, |
Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 141: | Linje 122: | ||

her skalt tú við eygum sjá, |
her skalt tú við eygum sjá, | ||

hvørt vítt mín salur gongur." |
hvørt vítt mín salur gongur." | ||

20. |

20. | ||

"Hoyr tú Ása dvørgamoy, |
"Hoyr tú Ása dvørgamoy, | ||
| Linje 147: | Linje 127: | ||

hvussu eita teir garpar tveir, |
hvussu eita teir garpar tveir, | ||

á henda skógvin ríða?" |
á henda skógvin ríða?" | ||

21. |

21. | ||

Hálvdan og hann Eirikur |
Hálvdan og hann Eirikur | ||
| Linje 153: | Linje 132: | ||

teir ríða sær nú í Ásgarðar |
teir ríða sær nú í Ásgarðar | ||

at royna Óðins dreingir. |
at royna Óðins dreingir. | ||

22. |

22. | ||

Tað et Silvur, kongsins son, |
Tað et Silvur, kongsins son, | ||
| Linje 159: | Linje 137: | ||

henn hevur borið allvæl sorg, |
henn hevur borið allvæl sorg, | ||

eg havi tí ikki skoytt. |
eg havi tí ikki skoytt. | ||

23. |

23. | ||

Tað er Silvur, kongsins son, |
Tað er Silvur, kongsins son, | ||
| Linje 165: | Linje 142: | ||

hann hevur borið allvæl sorg, |
hann hevur borið allvæl sorg, | ||

eg havi ei sagt honum ja. |
eg havi ei sagt honum ja. | ||

24. |

24. | ||

Hálvdan og hann Eirikur |
Hálvdan og hann Eirikur | ||
| Linje 171: | Linje 147: | ||

alt ert tú vænari Sjúrður, |
alt ert tú vænari Sjúrður, | ||

so miklan síggi eg mun. |
so miklan síggi eg mun. | ||

25. |

25. | ||

Tað er so vont í tínum landi, |
Tað er so vont í tínum landi, | ||
| Linje 177: | Linje 152: | ||

tað ríður so mangur einsligur, |
tað ríður so mangur einsligur, | ||

sum rænir tykkara fæ. |
sum rænir tykkara fæ. | ||

26. |

26. | ||

Tað er so vont í tínum landi, |
Tað er so vont í tínum landi, | ||
| Linje 183: | Linje 157: | ||

betri er í gullsali hjá mær, |
betri er í gullsali hjá mær, | ||

ást við meg at binda. |
ást við meg at binda. | ||

27. |

27. | ||

Eg var mær á heimating, |
Eg var mær á heimating, | ||
| Linje 189: | Linje 162: | ||

nevndan hoyrdi eg Sjúrð svein |
nevndan hoyrdi eg Sjúrð svein | ||

hægstan yvir kongsins borði." |
hægstan yvir kongsins borði." | ||

28. |

28. | ||

"Hoyr tú Ása dvørgamoyin, |
"Hoyr tú Ása dvørgamoyin, | ||
| Linje 195: | Linje 167: | ||

eg skifti ikki óðal mítt |
eg skifti ikki óðal mítt | ||

burtur til heidna landa. |
burtur til heidna landa. | ||

29. |

29. | ||

Tú tarft ei, yndug dvørgamoy |
Tú tarft ei, yndug dvørgamoy | ||
| Linje 201: | Linje 172: | ||

eg skifti ikki óðal mítt |
eg skifti ikki óðal mítt | ||

burtur á heidnar grundir." |
burtur á heidnar grundir." | ||

30. |

30. | ||

Laksið rennur so strítt í streymi |
Laksið rennur so strítt í streymi | ||
| Linje 207: | Linje 177: | ||

allvæl unni eg Sjúrða sveini |
allvæl unni eg Sjúrða sveini | ||

við gulli og góðum kossi. |
við gulli og góðum kossi. | ||

31. |

31. | ||

Laksið rennur so strítt í á |
Laksið rennur so strítt í á | ||
| Linje 213: | Linje 182: | ||

ilt er at leggja ást við hann, |
ilt er at leggja ást við hann, | ||

ið onga leggur ímóti." |
ið onga leggur ímóti." | ||

32. |

32. | ||

Settust tey niður í gyltan stól, |
Settust tey niður í gyltan stól, | ||
| Linje 219: | Linje 187: | ||

"Her skalt tú við eygum sjá |
"Her skalt tú við eygum sjá | ||

so víða um vørild og lond." |
so víða um vørild og lond." | ||

33. |

33. | ||

Stígur hon upp úr gyltum stóli, |
Stígur hon upp úr gyltum stóli, | ||
| Linje 225: | Linje 192: | ||

hon gekk sær at gullkistu, |
hon gekk sær at gullkistu, | ||

við mentum hana upplæsti. |
við mentum hana upplæsti. | ||

34. |

34. | ||

Hon sýndi honum klæðini, |
Hon sýndi honum klæðini, | ||
| Linje 231: | Linje 197: | ||

leingi hava ligið á kistubotni |
leingi hava ligið á kistubotni | ||

eftir Dagmars deyða. |
eftir Dagmars deyða. | ||

35. |

35. | ||

"Væl mátt tú tey klæði slíta, |
"Væl mátt tú tey klæði slíta, | ||
| Linje 237: | Linje 202: | ||

síðan hava ligið á kistubotni, |
síðan hava ligið á kistubotni, | ||

at sundur brast dvørgsins hjarta." |
at sundur brast dvørgsins hjarta." | ||

36. |

36. | ||

Svaraði Sjúrður Sigmundarson, |
Svaraði Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 243: | Linje 207: | ||

"Eg føri ikki heiðinmanns klæði |
"Eg føri ikki heiðinmanns klæði | ||

aftur í míni lond." |
aftur í míni lond." | ||

37. |

37. | ||

"Vilt tú ikki tey klæðini slíta |
"Vilt tú ikki tey klæðini slíta | ||
| Linje 249: | Linje 212: | ||

onnur lati eg skera tær |
onnur lati eg skera tær | ||

sett við gullinum reyða." |
sett við gullinum reyða." | ||

38. |

38. | ||

Hon fekk honum brynjuna, |
Hon fekk honum brynjuna, | ||
| Linje 255: | Linje 217: | ||

"Tak við Sjúrður Sigmundarson |
"Tak við Sjúrður Sigmundarson | ||

og vita, um tú mant nýta |
og vita, um tú mant nýta | ||

39. |

39. | ||

Eg skal geva tær huldanhatt, |
Eg skal geva tær huldanhatt, | ||
| Linje 261: | Linje 222: | ||

hann, ið teg hevur áður sæð, |
hann, ið teg hevur áður sæð, | ||

hann kennur teg ikki tá." |
hann kennur teg ikki tá." | ||

40. |

40. | ||

Mælti tað Ása dvørgamoy |
Mælti tað Ása dvørgamoy | ||
| Linje 267: | Linje 227: | ||

Dvølst í nátt og sov hjá mær, |
Dvølst í nátt og sov hjá mær, | ||

í morgin skalt tú ríða." |
í morgin skalt tú ríða." | ||

41. |

41. | ||

"Í nátt skal eg hjá frúnni sova |
"Í nátt skal eg hjá frúnni sova | ||
| Linje 273: | Linje 232: | ||

síðan skundi eg míni ferð, |
síðan skundi eg míni ferð, | ||

vit finnast annað sinnið." |
vit finnast annað sinnið." | ||

42. |

42. | ||

Sjúrður svav í heyginum, |
Sjúrður svav í heyginum, | ||
| Linje 279: | Linje 237: | ||

hann gat barn við dvørgamoynni |
hann gat barn við dvørgamoynni | ||

á teirri somu nátt. |
á teirri somu nátt. | ||

43. |

43. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 285: | Linje 242: | ||

Sjúrður klæðist fyri síni song, |
Sjúrður klæðist fyri síni song, | ||

hann býr seg út at ríða. |
hann býr seg út at ríða. | ||

44. |

44. | ||

"Nær skal eg bryggja, |
"Nær skal eg bryggja, | ||
| Linje 291: | Linje 247: | ||

nær skal eg teg aftur vænta |
nær skal eg teg aftur vænta | ||

higar í heyg til mín?" |
higar í heyg til mín?" | ||

45. |

45. | ||

"Væl mást tú bryggja, |
"Væl mást tú bryggja, | ||
| Linje 297: | Linje 252: | ||

tá níggju mánar taldir eru, |
tá níggju mánar taldir eru, | ||

skalt tú mín aftur vænta." |
skalt tú mín aftur vænta." | ||

46. |

46. | ||

Sjúrður gekk úr høllini út, |
Sjúrður gekk úr høllini út, | ||
| Linje 303: | Linje 257: | ||

tá var Grani burtur horvin, |
tá var Grani burtur horvin, | ||

ið hann skuldi ríða á heim. |
ið hann skuldi ríða á heim. | ||

47. |

47. | ||

Sjúrður aftur í heygin fór, |
Sjúrður aftur í heygin fór, | ||
| Linje 309: | Linje 262: | ||

"Horvin er Grani, foli mín, |
"Horvin er Grani, foli mín, | ||

ið eg skuldi ríða á." |
ið eg skuldi ríða á." | ||

48. |

48. | ||

Eg skal læna tær hestin tann, |
Eg skal læna tær hestin tann, | ||
| Linje 315: | Linje 267: | ||

so loypur hann yvir dalar og fjøll, |
so loypur hann yvir dalar og fjøll, | ||

sum aðrir gjøgnum grønar líðir. |
sum aðrir gjøgnum grønar líðir. | ||

49. |

49. | ||

Eg skal læna tær hestin tann, |
Eg skal læna tær hestin tann, | ||
| Linje 321: | Linje 272: | ||

so loypur hann yvir dalar og fjøll, |
so loypur hann yvir dalar og fjøll, | ||

sum aðrir á sløttum mýrum. |
sum aðrir á sløttum mýrum. | ||

50. |

50. | ||

Ríð honum heilur og happadyggur, |
Ríð honum heilur og happadyggur, | ||
| Linje 327: | Linje 277: | ||

sjáldan loysti faðir mín |
sjáldan loysti faðir mín | ||

fálkin tann úr bandi. |
fálkin tann úr bandi. | ||

51. |

51. | ||

Ríð honum heilur og happadyggur |
Ríð honum heilur og happadyggur | ||
| Linje 333: | Linje 282: | ||

tá ið tú kemur úr skóginum út, |
tá ið tú kemur úr skóginum út, | ||

tú sært tín fola ein. |
tú sært tín fola ein. | ||

52. |

52. | ||

stíg tú heilur ha fljótan hest |
stíg tú heilur ha fljótan hest | ||
| Linje 339: | Linje 287: | ||

tá ið tú kemur á Hjálprels skógv, |
tá ið tú kemur á Hjálprels skógv, | ||

tú vís mær folan aftur." |
tú vís mær folan aftur." | ||

53. |

53. | ||

Hon fylgdi honum so langt á leið, |
Hon fylgdi honum so langt á leið, | ||
| Linje 345: | Linje 292: | ||

"Liv væl heilur og happadyggur, |
"Liv væl heilur og happadyggur, | ||

alt gangi tær væl." |
alt gangi tær væl." | ||

54. |

54. | ||

Hon fylgdi honum so langt á leið, |
Hon fylgdi honum so langt á leið, | ||
| Linje 351: | Linje 297: | ||

"Tað ið eg vendi aftur frá tær, |
"Tað ið eg vendi aftur frá tær, | ||

er ímóti mínum vilja." |
er ímóti mínum vilja." | ||

55. |

55. | ||

Hon fylgdi honum so langt á leið, |
Hon fylgdi honum so langt á leið, | ||
| Linje 357: | Linje 302: | ||

eg svørji tann eið við mína trú, |
eg svørji tann eið við mína trú, | ||

tá græt hon dvørgakvinna. |
tá græt hon dvørgakvinna. | ||

56. |

56. | ||

Sjúrður reið eftir vegnum fram |
Sjúrður reið eftir vegnum fram | ||
| Linje 363: | Linje 307: | ||

tá ið hann kom úr skóginum út, |
tá ið hann kom úr skóginum út, | ||

vísti hann folan heim. |
vísti hann folan heim. | ||

57. |

57. | ||

Sjúrður gongur eftir vegnum fram, |
Sjúrður gongur eftir vegnum fram, | ||
| Linje 369: | Linje 312: | ||

møtti honum fjallatussi, |
møtti honum fjallatussi, | ||

ið vildi honum meina. |
ið vildi honum meina. | ||

58. |

58. | ||

Sjúrður stendur á grønum vølli, |
Sjúrður stendur á grønum vølli, | ||
| Linje 375: | Linje 317: | ||

risin skeyt sína stong í jørð, |
risin skeyt sína stong í jørð, | ||

tá mátti kappin standa. |
tá mátti kappin standa. | ||

59. |

59. | ||

Sjúrður skákar ein annan veg |
Sjúrður skákar ein annan veg | ||
| Linje 381: | Linje 322: | ||

risin skeyt sína stong í jørð, |
risin skeyt sína stong í jørð, | ||

tá mátti kappin standa. |
tá mátti kappin standa. | ||

60. |

60. | ||

Tað er Sjúrður Sigmundarson, |
Tað er Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 387: | Linje 327: | ||

"Lova mær úr skógvi út |
"Lova mær úr skógvi út | ||

mín góða gangara at finna." |
mín góða gangara at finna." | ||

61. |

61. | ||

Til tess svaraði grimmi risi: |
Til tess svaraði grimmi risi: | ||
| Linje 393: | Linje 332: | ||

tú sleppur ei til hallar heim, |
tú sleppur ei til hallar heim, | ||

ikki av einum spori." |
ikki av einum spori." | ||

62. |

62. | ||

Mælti tá Sjúrður Sigmundarson |
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson | ||
| Linje 399: | Linje 337: | ||

"Hoyr tað ljóti fjallatussi, |
"Hoyr tað ljóti fjallatussi, | ||

hvat havi eg gjørt til sakar?" |
hvat havi eg gjørt til sakar?" | ||

63. |

63. | ||

"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, |
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 405: | Linje 342: | ||

tú hevur verið í huldarheyg, |
tú hevur verið í huldarheyg, | ||

so illa tað líkar mær. |
so illa tað líkar mær. | ||

64. |

64. | ||

Tú hevur verið í huldarheyg, |
Tú hevur verið í huldarheyg, | ||
| Linje 411: | Linje 347: | ||

hann skal sær við vívi vera, |
hann skal sær við vívi vera, | ||

sum sigur av øðrum fær. |
sum sigur av øðrum fær. | ||

65. |

65. | ||

Tú hevur sovið hjá dvørgamoy, |
Tú hevur sovið hjá dvørgamoy, | ||
| Linje 417: | Linje 352: | ||

fyri tað skalt tú, Sjúrður ungi, |
fyri tað skalt tú, Sjúrður ungi, | ||

missa lív og ráð." |
missa lív og ráð." | ||

66. |

66. | ||

Risin gevur høggini tung, |
Risin gevur høggini tung, | ||
| Linje 423: | Linje 357: | ||

stundum flýddi kappin undan, |
stundum flýddi kappin undan, | ||

stundum hann helt ímóti. |
stundum hann helt ímóti. | ||

67. |

67. | ||

Ta mundi Sjúrður undan halda, |
Ta mundi Sjúrður undan halda, | ||
| Linje 429: | Linje 362: | ||

tí at hin svarti fjallatussi |
tí at hin svarti fjallatussi | ||

stongina á hann skeyt. |
stongina á hann skeyt. | ||

68. |

68. | ||

Sjúrður gongur á grønum vølli, |
Sjúrður gongur á grønum vølli, | ||
| Linje 435: | Linje 367: | ||

tá kom Grani gangandi, |
tá kom Grani gangandi, | ||

sum honum til lukku var. |
sum honum til lukku var. | ||

69. |

69. | ||

Tá kom Grani springandi, |
Tá kom Grani springandi, | ||
| Linje 441: | Linje 372: | ||

gæsandi við høvdinum, |
gæsandi við høvdinum, | ||

aftur á herðar sló. |
aftur á herðar sló. | ||

70. |

70. | ||

Tá kom Grani springandi, |
Tá kom Grani springandi, | ||
| Linje 447: | Linje 377: | ||

brádliga vendi hann síðu til, |
brádliga vendi hann síðu til, | ||

Sjúrður í saðil springur. |
Sjúrður í saðil springur. | ||

71. |

71. | ||

"Tú tarft ikki briga mær |
"Tú tarft ikki briga mær | ||
| Linje 453: | Linje 382: | ||

tað vil eg nú, fjallatussi, |
tað vil eg nú, fjallatussi, | ||

høggum við teg skifta." |
høggum við teg skifta." | ||

72. |

72. | ||

Sjúrður leyp í saðilin upp |
Sjúrður leyp í saðilin upp | ||
| Linje 459: | Linje 387: | ||

síðan letur hann høggini falla |
síðan letur hann høggini falla | ||

bæði mong og tung. |
bæði mong og tung. | ||

73. |

73. | ||

Síðan letur hann høggini falla

Síðan letur hann høggini falla

| Linje 465: | Linje 392: | ||

tað bítur ei svørð á risans holdi |
tað bítur ei svørð á risans holdi | ||

heldur enn knívur á hørðum steini. |
heldur enn knívur á hørðum steini. | ||

74. |

74. | ||

Teir bardust fult í tógva dagar, |
Teir bardust fult í tógva dagar, | ||
| Linje 471: | Linje 397: | ||

inntil tann hin triðja, |
inntil tann hin triðja, | ||

ið sól til viða gekk. |
ið sól til viða gekk. | ||

75. |

75. | ||

Risin sipaði jarnstongina, |
Risin sipaði jarnstongina, | ||
| Linje 477: | Linje 402: | ||

Grrani kundi at skáka sær, |
Grrani kundi at skáka sær, | ||

hann misti hvørt sítt kast. |
hann misti hvørt sítt kast. | ||

76. |

76. | ||

Sjúrður rendi til so fast, |
Sjúrður rendi til so fast, | ||
| Linje 483: | Linje 407: | ||

hjó so henda grimma risa |
hjó so henda grimma risa | ||

í miðjum kníjum sundir. |
í miðjum kníjum sundir. | ||

77. |

77. | ||

Tað var hin svarti fjallatussi, |
Tað var hin svarti fjallatussi, | ||
| Linje 489: | Linje 412: | ||

stubbarbar setti hann niður í jørð |
stubbarbar setti hann niður í jørð | ||

og bardist ikki minni. |
og bardist ikki minni. | ||

78. |

78. | ||

Tað var Sjúrður Sigmundarson, |
Tað var Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 495: | Linje 417: | ||

kleyv hann so tann grimma risa |
kleyv hann so tann grimma risa | ||

sundir í luti tvá. |
sundir í luti tvá. | ||

79. |

79. | ||

Tað var Sjúrður Sigmundarson, |
Tað var Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 501: | Linje 422: | ||

lovaði gudi og sjálvum sær, |
lovaði gudi og sjálvum sær, | ||

at hann fekk einki mein. |
at hann fekk einki mein. | ||

80. |

80. | ||

So reið Sjúrður Sigmundarson |
So reið Sjúrður Sigmundarson | ||
| Linje 507: | Linje 427: | ||

skundaði síni ferðini |
skundaði síni ferðini | ||

fyri Hjálprek kongin heim. |
fyri Hjálprek kongin heim. | ||

81. |

81. | ||

Sjúrður kom til hallar heim |
Sjúrður kom til hallar heim | ||
| Linje 513: | Linje 432: | ||

kongurin fyri borði sat |
kongurin fyri borði sat | ||

við sínum dreingjaveldi. |
við sínum dreingjaveldi. | ||

82. |

82. | ||

Hjálprek kongur til orða tekur, |
Hjálprek kongur til orða tekur, | ||
| Linje 519: | Linje 437: | ||

"Hvar er Sjúrður Sigmundarson, |
"Hvar er Sjúrður Sigmundarson, | ||

hægsti maður mín?" |
hægsti maður mín?" | ||

83. |

83. | ||

Sjúrður stendur á hallargólvi, |
Sjúrður stendur á hallargólvi, | ||
| Linje 525: | Linje 442: | ||

kastar svørð og skildri niður |
kastar svørð og skildri niður | ||

og stígur yvir borð. |
og stígur yvir borð. | ||

84. |

84. | ||

"Leingi havi eg sitið her |
"Leingi havi eg sitið her | ||
| Linje 531: | Linje 447: | ||

hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson, |
hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson, | ||

nú longdist mær at bíða." |
nú longdist mær at bíða." | ||

85. |

85. | ||

Sjúrður so til orða tekur, |
Sjúrður so til orða tekur, | ||
| Linje 537: | Linje 452: | ||

"Møtti mær ein fjallatussi, |
"Møtti mær ein fjallatussi, | ||

hann beyð mær at stríða." |
hann beyð mær at stríða." | ||

86. |

86. | ||

Sjúrður er í ríkinum, |
Sjúrður er í ríkinum, | ||
| Linje 543: | Linje 457: | ||

nú er at teimum stundum liðið, |
nú er at teimum stundum liðið, | ||

at taldir dagar fara. |
at taldir dagar fara. | ||

87. |

87. | ||

Sjúrður er í ríkinum, |
Sjúrður er í ríkinum, | ||
| Linje 549: | Linje 462: | ||

nú er at teimum stundum komin, |
nú er at teimum stundum komin, | ||

at taldir dagar líða. |
at taldir dagar líða. | ||

88. |

88. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 555: | Linje 467: | ||

Sjúrður klæðist fyri síni song, |
Sjúrður klæðist fyri síni song, | ||

hann býr seg út at ríða. |
hann býr seg út at ríða. | ||

89. |

89. | ||

Sjúrður reið á skógvin burt, |
Sjúrður reið á skógvin burt, | ||
| Linje 561: | Linje 472: | ||

opnan sá hann gullsalin, |
opnan sá hann gullsalin, | ||

gullið lá í túni. |
gullið lá í túni. | ||

90. |

90. | ||

Sjúrður reið at hellisdurum, |
Sjúrður reið at hellisdurum, | ||
| Linje 567: | Linje 477: | ||

tá lá Ása dvørgamoy |
tá lá Ása dvørgamoy | ||

í glæstriborgum deyð. |
í glæstriborgum deyð. | ||

91. |

91. | ||

Hon lá deyð av barnaferð, |
Hon lá deyð av barnaferð, | ||
| Linje 573: | Linje 482: | ||

Sjúrður lat tá børurnar |
Sjúrður lat tá børurnar | ||

av reyðargulli slá. |
av reyðargulli slá. | ||

92. |

92. | ||

Hann gróv tær í heygin niður, |
Hann gróv tær í heygin niður, | ||
| Linje 579: | Linje 487: | ||

mikið gull og mentarsnót |
mikið gull og mentarsnót | ||

legði hann teimum hjá. |
legði hann teimum hjá. | ||

93. |

93. | ||

Hann gróv drós í heygin niður |
Hann gróv drós í heygin niður | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 18:00
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
(Ása dvørgamoy)
1.
Eina veit eg rímuna,
ið inni hevur ligið leingi,
Hjálprek kongur fyri ríki ræður,
raskar eigir hann dreingir.
Viðgangur:
Oman drívur døggin døkk,
niður fellur døggin yvir tann kalda ís,
leyv springur við,
oman líða prís,
oman drívur døggin yvir tann kalda ís.
2.
Hjálprek kongur fyri ríki ræður,
vil eg fyri iðrum greina,
tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar.
3.
Tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar,
ein er yvir øllum teim,
hann glógvar av gullinum reina.
4.
Teir tjena honum hvønndagsliga
bæði við gleði og gamni,
ein er kappin Fovnisbani,
er Sjúrður nevndur at navni.
5.
Sjúrður liggur í síni song,
hann talar til Nornagest:
"Tú skalt saðla mær Grana
mín góða gangarahest."
6.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg til at ríða.
7.
Sjúrður reið á skógvin burt,
eystur um heygin brúna,
opnan sá hann gullsalin,
og gullið lá í túni.
8.
Túnini vóru úr marmorsteini,
veggir av fílabeini,
stokkarnir vóru av siprisviði
og hongsl av silvuri reina.
9.
Har vóru hurðar av hókumtræ,
málar við ídningshorni,
glógvar so gull í gøtum har
sum ljómur av havrakorni.
10.
Sjúrður hugsar við sjálvum sær:
Úti skal eg ikki standa,
um her búgva fólk ella trøll,
eg fari her inn at ganga."
11.
Sjúrður gekk í heygin inn,
hon var sum fonnin hvíta,
dvørgamoyjin, ið fyri sat,
unnilig á at líta.
12.
Sjúrður gekk í heygin inn,
tikin til góð ráð at evna:
"Hoyr tað, yndug, ríka frú,
hvussu skal eg teg nevna?"
13.
"Eg var fødd tá dagur treyt
av so miklari neyð,
Ása kallaði faðir meg,
hann búði her fyrstur í heyg.
14.
Mær eru faðir og móðir frá deyð,
so míni systkin fýra,
eg havi ongan forløgsmann,
sjálv má eg mær stýra.
15.
Mær eru faðir og móðir frá deyð,
av so miklari neyð,
ongan havi eg forløgsmann,
tí búgvi eg eina í heyg."
16.
Mælti tað Ása dvørgamoy:
"Tú ert ei borin at standa,"
hon snúgvulig úr sessi brá
og bar honum stól til handar.
17.
"Mangur hevur á skógvin riðið
frú at biðja sær,
higar er hann eingin komin,
ið líkjast mundi tær."
18.
Hon fylgdi honum í gullsalin,
hildust tey um hendur:
"Her skalt tú við eygum sjá,
hvør víða salurin stendur.
19.
Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú ert nýtur drongur,
her skalt tú við eygum sjá,
hvørt vítt mín salur gongur."
20.
"Hoyr tú Ása dvørgamoy,
hin fagra og hin fríða,
hvussu eita teir garpar tveir,
á henda skógvin ríða?"
21.
Hálvdan og hann Eirikur
her hava riðið leingi,
teir ríða sær nú í Ásgarðar
at royna Óðins dreingir.
22.
Tað et Silvur, kongsins son,
higar hevur troytt,
henn hevur borið allvæl sorg,
eg havi tí ikki skoytt.
23.
Tað er Silvur, kongsins son,
hann er riðin avstað,
hann hevur borið allvæl sorg,
eg havi ei sagt honum ja.
24.
Hálvdan og hann Eirikur
her hava riðið í tún,
alt ert tú vænari Sjúrður,
so miklan síggi eg mun.
25.
Tað er so vont í tínum landi,
tað frystir frost við træ,
tað ríður so mangur einsligur,
sum rænir tykkara fæ.
26.
Tað er so vont í tínum landi,
har blæs veður og vindur,
betri er í gullsali hjá mær,
ást við meg at binda.
27.
Eg var mær á heimating,
har eg hoyrdi á orði:
nevndan hoyrdi eg Sjúrð svein
hægstan yvir kongsins borði."
28.
"Hoyr tú Ása dvørgamoyin,
tað mátt tú ei vænta,
eg skifti ikki óðal mítt
burtur til heidna landa.
29.
Tú tarft ei, yndug dvørgamoy
eftir tí at stunda,
eg skifti ikki óðal mítt
burtur á heidnar grundir."
30.
Laksið rennur so strítt í streymi
niðan móti høgum fossi,
allvæl unni eg Sjúrða sveini
við gulli og góðum kossi.
31.
Laksið rennur so strítt í á
upp móti hørðum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti."
32.
Settust tey niður í gyltan stól,
hildust hond í hond:
"Her skalt tú við eygum sjá
so víða um vørild og lond."
33.
Stígur hon upp úr gyltum stóli,
øll í gulli glæsti,
hon gekk sær at gullkistu,
við mentum hana upplæsti.
34.
Hon sýndi honum klæðini,
ið glógva sum gullið reyða,
leingi hava ligið á kistubotni
eftir Dagmars deyða.
35.
"Væl mátt tú tey klæði slíta,
ið glógva sum gullið bjarta,
síðan hava ligið á kistubotni,
at sundur brast dvørgsins hjarta."
36.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
ið gull bar sær á hond:
"Eg føri ikki heiðinmanns klæði
aftur í míni lond."
37.
"Vilt tú ikki tey klæðini slíta
eftir Dagmars deyða,
onnur lati eg skera tær
sett við gullinum reyða."
38.
Hon fekk honum brynjuna,
ið gjørd var av silvri hvíta:
"Tak við Sjúrður Sigmundarson
og vita, um tú mant nýta
39.
Eg skal geva tær huldanhatt,
tú skalt í mýri gá,
hann, ið teg hevur áður sæð,
hann kennur teg ikki tá."
40.
Mælti tað Ása dvørgamoy
hin fagra og hin fríða:
Dvølst í nátt og sov hjá mær,
í morgin skalt tú ríða."
41.
"Í nátt skal eg hjá frúnni sova
og drekka moyjar minni,
síðan skundi eg míni ferð,
vit finnast annað sinnið."
42.
Sjúrður svav í heyginum,
hans lív var allvæl kátt,
hann gat barn við dvørgamoynni
á teirri somu nátt.
43.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg út at ríða.
44.
"Nær skal eg bryggja,
nær skal eg blanda vín,
nær skal eg teg aftur vænta
higar í heyg til mín?"
45.
"Væl mást tú bryggja,
væl mást tú mjøðin blanda,
tá níggju mánar taldir eru,
skalt tú mín aftur vænta."
46.
Sjúrður gekk úr høllini út,
hann heldur sær á gleim,
tá var Grani burtur horvin,
ið hann skuldi ríða á heim.
47.
Sjúrður aftur í heygin fór,
sigur frúnni frá:
"Horvin er Grani, foli mín,
ið eg skuldi ríða á."
48.
Eg skal læna tær hestin tann,
ið góður er á at ríða,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir gjøgnum grønar líðir.
49.
Eg skal læna tær hestin tann,
kanst tú honum væl stýra,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum mýrum.
50.
Ríð honum heilur og happadyggur,
tær er eingin vandi,
sjáldan loysti faðir mín
fálkin tann úr bandi.
51.
Ríð honum heilur og happadyggur
bæði við gleði og gleim,
tá ið tú kemur úr skóginum út,
tú sært tín fola ein.
52.
stíg tú heilur ha fljótan hest
bæði við kæti og tattur,
tá ið tú kemur á Hjálprels skógv,
tú vís mær folan aftur."
53.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Liv væl heilur og happadyggur,
alt gangi tær væl."
54.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
til gøtur tóku at skilja:
"Tað ið eg vendi aftur frá tær,
er ímóti mínum vilja."
55.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
til gøtur tóku at dimma,
eg svørji tann eið við mína trú,
tá græt hon dvørgakvinna.
56.
Sjúrður reið eftir vegnum fram
bæði við gleði og gleim,
tá ið hann kom úr skóginum út,
vísti hann folan heim.
57.
Sjúrður gongur eftir vegnum fram,
við eg fyri iðrum greina,
møtti honum fjallatussi,
ið vildi honum meina.
58.
Sjúrður stendur á grønum vølli,
hann tykist komin í vanda,
risin skeyt sína stong í jørð,
tá mátti kappin standa.
59.
Sjúrður skákar ein annan veg
fram úr skógvi at ganga,
risin skeyt sína stong í jørð,
tá mátti kappin standa.
60.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
tekur av tungum at inna:
"Lova mær úr skógvi út
mín góða gangara at finna."
61.
Til tess svaraði grimmi risi:
"Tað skal eg tær forða,
tú sleppur ei til hallar heim,
ikki av einum spori."
62.
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson
og mundi til orða taka:
"Hoyr tað ljóti fjallatussi,
hvat havi eg gjørt til sakar?"
63.
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvat eg sigi tær:
tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær.
64.
Tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær,
hann skal sær við vívi vera,
sum sigur av øðrum fær.
65.
Tú hevur sovið hjá dvørgamoy,
ikki sagt mær frá,
fyri tað skalt tú, Sjúrður ungi,
missa lív og ráð."
66.
Risin gevur høggini tung,
sum teir varpa gróti,
stundum flýddi kappin undan,
stundum hann helt ímóti.
67.
Ta mundi Sjúrður undan halda,
hann tóktist vera í treyt,
tí at hin svarti fjallatussi
stongina á hann skeyt.
68.
Sjúrður gongur á grønum vølli,
hann víða um seg sær,
tá kom Grani gangandi,
sum honum til lukku var.
69.
Tá kom Grani springandi,
jørð um hóvar tróð,
gæsandi við høvdinum,
aftur á herðar sló.
70.
Tá kom Grani springandi,
boksl og teymar ringja,
brádliga vendi hann síðu til,
Sjúrður í saðil springur.
71.
"Tú tarft ikki briga mær
dvørgamoynna at gifta,
tað vil eg nú, fjallatussi,
høggum við teg skifta."
72.
Sjúrður leyp í saðilin upp
yvir leysa lund,
síðan letur hann høggini falla
bæði mong og tung.
73.
Síðan letur hann høggini falla

tað var honum at meini,
tað bítur ei svørð á risans holdi
heldur enn knívur á hørðum steini.
74.
Teir bardust fult í tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viða gekk.
75.
Risin sipaði jarnstongina,
sipaði hana so fast,
Grrani kundi at skáka sær,
hann misti hvørt sítt kast.
76.
Sjúrður rendi til so fast,
tað var mikið undur,
hjó so henda grimma risa
í miðjum kníjum sundir.
77.
Tað var hin svarti fjallatussi,
hann lat ikki á sær finna,
stubbarbar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minni.
78.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann sínum svørði brá,
kleyv hann so tann grimma risa
sundir í luti tvá.
79.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann reið til hallar heim,
lovaði gudi og sjálvum sær,
at hann fekk einki mein.
80.
So reið Sjúrður Sigmundarson
bæði við gleði og gleim,
skundaði síni ferðini
fyri Hjálprek kongin heim.
81.
Sjúrður kom til hallar heim
síðla dags á kvøldi,
kongurin fyri borði sat
við sínum dreingjaveldi.
82.
Hjálprek kongur til orða tekur,
hann blandar mjøð og vín:
"Hvar er Sjúrður Sigmundarson,
hægsti maður mín?"
83.
Sjúrður stendur á hallargólvi,
hoyrir hesi orð,
kastar svørð og skildri niður
og stígur yvir borð.
84.
"Leingi havi eg sitið her
og hugsað um tann kvíða,
hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
nú longdist mær at bíða."
85.
Sjúrður so til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Møtti mær ein fjallatussi,
hann beyð mær at stríða."
86.
Sjúrður er í ríkinum,
hann ræður yvir valdum skara,
nú er at teimum stundum liðið,
at taldir dagar fara.
87.
Sjúrður er í ríkinum,
hann minnist á dvørgamoy fríðu,
nú er at teimum stundum komin,
at taldir dagar líða.
88.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg út at ríða.
89.
Sjúrður reið á skógvin burt,
eystur um heygin brúna,
opnan sá hann gullsalin,
gullið lá í túni.
90.
Sjúrður reið at hellisdurum,
aftur í sama heyg,
tá lá Ása dvørgamoy
í glæstriborgum deyð.
91.
Hon lá deyð av barnaferð,
moybarn henni hjá,
Sjúrður lat tá børurnar
av reyðargulli slá.
92.
Hann gróv tær í heygin niður,
søgur ganga frá,
mikið gull og mentarsnót
legði hann teimum hjá.
93.
Hann gróv drós í heygin niður
og moybarnið tað fríða,
síðan mundi Sjúrður
aftur til hallar ríða.