Dvørgamoy III (Ása dvørgamoy)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
(Ása dvørgamoy)
1.
Eina veit eg rímuna,
ið inni hevur ligið leingi,
Hjálprek kongur fyri ríki ræður,
raskar eigir hann dreingir.
Viðgangur:
Oman drívur døggin døkk,
niður fellur døggin yvir tann kalda ís,
leyv springur við,
oman líða prís,
oman drívur døggin yvir tann kalda ís.
2.
Hjálprek kongur fyri ríki ræður,
vil eg fyri iðrum greina,
tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar.
3.
Tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar,
ein er yvir øllum teim,
hann glógvar av gullinum reina.
4.
Teir tjena honum hvønndagsliga
bæði við gleði og gamni,
ein er kappin Fovnisbani,
er Sjúrður nevndur at navni.
5.
Sjúrður liggur í síni song,
hann talar til Nornagest:
"Tú skalt saðla mær Grana
mín góða gangarahest."
6.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg til at ríða.
7.
Sjúrður reið á skógvin burt,
eystur um heygin brúna,
opnan sá hann gullsalin,
og gullið lá í túni.
8.
Túnini vóru úr marmorsteini,
veggir av fílabeini,
stokkarnir vóru av siprisviði
og hongsl av silvuri reina.
9.
Har vóru hurðar av hókumtræ,
málar við ídningshorni,
glógvar so gull í gøtum har
sum ljómur av havrakorni.
10.
Sjúrður hugsar við sjálvum sær:
Úti skal eg ikki standa,
um her búgva fólk ella trøll,
eg fari her inn at ganga."
11.
Sjúrður gekk í heygin inn,
hon var sum fonnin hvíta,
dvørgamoyjin, ið fyri sat,
unnilig á at líta.
12.
Sjúrður gekk í heygin inn,
tikin til góð ráð at evna:
"Hoyr tað, yndug, ríka frú,
hvussu skal eg teg nevna?"
13.
"Eg var fødd tá dagur treyt
av so miklari neyð,
Ása kallaði faðir meg,
hann búði her fyrstur í heyg.
14.
Mær eru faðir og móðir frá deyð,
so míni systkin fýra,
eg havi ongan forløgsmann,
sjálv má eg mær stýra.
15.
Mær eru faðir og móðir frá deyð,
av so miklari neyð,
ongan havi eg forløgsmann,
tí búgvi eg eina í heyg."
16.
Mælti tað Ása dvørgamoy:
"Tú ert ei borin at standa,"
hon snúgvulig úr sessi brá
og bar honum stól til handar.
17.
"Mangur hevur á skógvin riðið
frú at biðja sær,
higar er hann eingin komin,
ið líkjast mundi tær."
18.
Hon fylgdi honum í gullsalin,
hildust tey um hendur:
"Her skalt tú við eygum sjá,
hvør víða salurin stendur.
19.
Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú ert nýtur drongur,
her skalt tú við eygum sjá,
hvørt vítt mín salur gongur."
20.
"Hoyr tú Ása dvørgamoy,
hin fagra og hin fríða,
hvussu eita teir garpar tveir,
á henda skógvin ríða?"
21.
Hálvdan og hann Eirikur
her hava riðið leingi,
teir ríða sær nú í Ásgarðar
at royna Óðins dreingir.
22.
Tað et Silvur, kongsins son,
higar hevur troytt,
henn hevur borið allvæl sorg,
eg havi tí ikki skoytt.
23.
Tað er Silvur, kongsins son,
hann er riðin avstað,
hann hevur borið allvæl sorg,
eg havi ei sagt honum ja.
24.
Hálvdan og hann Eirikur
her hava riðið í tún,
alt ert tú vænari Sjúrður,
so miklan síggi eg mun.
25.
Tað er so vont í tínum landi,
tað frystir frost við træ,
tað ríður so mangur einsligur,
sum rænir tykkara fæ.
26.
Tað er so vont í tínum landi,
har blæs veður og vindur,
betri er í gullsali hjá mær,
ást við meg at binda.
27.
Eg var mær á heimating,
har eg hoyrdi á orði:
nevndan hoyrdi eg Sjúrð svein
hægstan yvir kongsins borði."
28.
"Hoyr tú Ása dvørgamoyin,
tað mátt tú ei vænta,
eg skifti ikki óðal mítt
burtur til heidna landa.
29.
Tú tarft ei, yndug dvørgamoy
eftir tí at stunda,
eg skifti ikki óðal mítt
burtur á heidnar grundir."
30.
Laksið rennur so strítt í streymi
niðan móti høgum fossi,
allvæl unni eg Sjúrða sveini
við gulli og góðum kossi.
31.
Laksið rennur so strítt í á
upp móti hørðum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti."
32.
Settust tey niður í gyltan stól,
hildust hond í hond:
"Her skalt tú við eygum sjá
so víða um vørild og lond."
33.
Stígur hon upp úr gyltum stóli,
øll í gulli glæsti,
hon gekk sær at gullkistu,
við mentum hana upplæsti.
34.
Hon sýndi honum klæðini,
ið glógva sum gullið reyða,
leingi hava ligið á kistubotni
eftir Dagmars deyða.
35.
"Væl mátt tú tey klæði slíta,
ið glógva sum gullið bjarta,
síðan hava ligið á kistubotni,
at sundur brast dvørgsins hjarta."
36.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
ið gull bar sær á hond:
"Eg føri ikki heiðinmanns klæði
aftur í míni lond."
37.
"Vilt tú ikki tey klæðini slíta
eftir Dagmars deyða,
onnur lati eg skera tær
sett við gullinum reyða."
38.
Hon fekk honum brynjuna,
ið gjørd var av silvri hvíta:
"Tak við Sjúrður Sigmundarson
og vita, um tú mant nýta
39.
Eg skal geva tær huldanhatt,
tú skalt í mýri gá,
hann, ið teg hevur áður sæð,
hann kennur teg ikki tá."
40.
Mælti tað Ása dvørgamoy
hin fagra og hin fríða:
Dvølst í nátt og sov hjá mær,
í morgin skalt tú ríða."
41.
"Í nátt skal eg hjá frúnni sova
og drekka moyjar minni,
síðan skundi eg míni ferð,
vit finnast annað sinnið."
42.
Sjúrður svav í heyginum,
hans lív var allvæl kátt,
hann gat barn við dvørgamoynni
á teirri somu nátt.
43.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg út at ríða.
44.
"Nær skal eg bryggja,
nær skal eg blanda vín,
nær skal eg teg aftur vænta
higar í heyg til mín?"
45.
"Væl mást tú bryggja,
væl mást tú mjøðin blanda,
tá níggju mánar taldir eru,
skalt tú mín aftur vænta."
46.
Sjúrður gekk úr høllini út,
hann heldur sær á gleim,
tá var Grani burtur horvin,
ið hann skuldi ríða á heim.
47.
Sjúrður aftur í heygin fór,
sigur frúnni frá:
"Horvin er Grani, foli mín,
ið eg skuldi ríða á."
48.
Eg skal læna tær hestin tann,
ið góður er á at ríða,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir gjøgnum grønar líðir.
49.
Eg skal læna tær hestin tann,
kanst tú honum væl stýra,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum mýrum.
50.
Ríð honum heilur og happadyggur,
tær er eingin vandi,
sjáldan loysti faðir mín
fálkin tann úr bandi.
51.
Ríð honum heilur og happadyggur
bæði við gleði og gleim,
tá ið tú kemur úr skóginum út,
tú sært tín fola ein.
52.
stíg tú heilur ha fljótan hest
bæði við kæti og tattur,
tá ið tú kemur á Hjálprels skógv,
tú vís mær folan aftur."
53.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Liv væl heilur og happadyggur,
alt gangi tær væl."
54.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
til gøtur tóku at skilja:
"Tað ið eg vendi aftur frá tær,
er ímóti mínum vilja."
55.
Hon fylgdi honum so langt á leið,
til gøtur tóku at dimma,
eg svørji tann eið við mína trú,
tá græt hon dvørgakvinna.
56.
Sjúrður reið eftir vegnum fram
bæði við gleði og gleim,
tá ið hann kom úr skóginum út,
vísti hann folan heim.
57.
Sjúrður gongur eftir vegnum fram,
við eg fyri iðrum greina,
møtti honum fjallatussi,
ið vildi honum meina.
58.
Sjúrður stendur á grønum vølli,
hann tykist komin í vanda,
risin skeyt sína stong í jørð,
tá mátti kappin standa.
59.
Sjúrður skákar ein annan veg
fram úr skógvi at ganga,
risin skeyt sína stong í jørð,
tá mátti kappin standa.
60.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
tekur av tungum at inna:
"Lova mær úr skógvi út
mín góða gangara at finna."
61.
Til tess svaraði grimmi risi:
"Tað skal eg tær forða,
tú sleppur ei til hallar heim,
ikki av einum spori."
62.
Mælti tá Sjúrður Sigmundarson
og mundi til orða taka:
"Hoyr tað ljóti fjallatussi,
hvat havi eg gjørt til sakar?"
63.
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvat eg sigi tær:
tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær.
64.
Tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær,
hann skal sær við vívi vera,
sum sigur av øðrum fær.
65.
Tú hevur sovið hjá dvørgamoy,
ikki sagt mær frá,
fyri tað skalt tú, Sjúrður ungi,
missa lív og ráð."
66.
Risin gevur høggini tung,
sum teir varpa gróti,
stundum flýddi kappin undan,
stundum hann helt ímóti.
67.
Ta mundi Sjúrður undan halda,
hann tóktist vera í treyt,
tí at hin svarti fjallatussi
stongina á hann skeyt.
68.
Sjúrður gongur á grønum vølli,
hann víða um seg sær,
tá kom Grani gangandi,
sum honum til lukku var.
69.
Tá kom Grani springandi,
jørð um hóvar tróð,
gæsandi við høvdinum,
aftur á herðar sló.
70.
Tá kom Grani springandi,
boksl og teymar ringja,
brádliga vendi hann síðu til,
Sjúrður í saðil springur.
71.
"Tú tarft ikki briga mær
dvørgamoynna at gifta,
tað vil eg nú, fjallatussi,
høggum við teg skifta."
72.
Sjúrður leyp í saðilin upp
yvir leysa lund,
síðan letur hann høggini falla
bæði mong og tung.
73.
Síðan letur hann høggini falla
,
tað var honum at meini,
tað bítur ei svørð á risans holdi
heldur enn knívur á hørðum steini.
74.
Teir bardust fult í tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viða gekk.
75.
Risin sipaði jarnstongina,
sipaði hana so fast,
Grrani kundi at skáka sær,
hann misti hvørt sítt kast.
76.
Sjúrður rendi til so fast,
tað var mikið undur,
hjó so henda grimma risa
í miðjum kníjum sundir.
77.
Tað var hin svarti fjallatussi,
hann lat ikki á sær finna,
stubbarbar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minni.
78.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann sínum svørði brá,
kleyv hann so tann grimma risa
sundir í luti tvá.
79.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann reið til hallar heim,
lovaði gudi og sjálvum sær,
at hann fekk einki mein.
80.
So reið Sjúrður Sigmundarson
bæði við gleði og gleim,
skundaði síni ferðini
fyri Hjálprek kongin heim.
81.
Sjúrður kom til hallar heim
síðla dags á kvøldi,
kongurin fyri borði sat
við sínum dreingjaveldi.
82.
Hjálprek kongur til orða tekur,
hann blandar mjøð og vín:
"Hvar er Sjúrður Sigmundarson,
hægsti maður mín?"
83.
Sjúrður stendur á hallargólvi,
hoyrir hesi orð,
kastar svørð og skildri niður
og stígur yvir borð.
84.
"Leingi havi eg sitið her
og hugsað um tann kvíða,
hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
nú longdist mær at bíða."
85.
Sjúrður so til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Møtti mær ein fjallatussi,
hann beyð mær at stríða."
86.
Sjúrður er í ríkinum,
hann ræður yvir valdum skara,
nú er at teimum stundum liðið,
at taldir dagar fara.
87.
Sjúrður er í ríkinum,
hann minnist á dvørgamoy fríðu,
nú er at teimum stundum komin,
at taldir dagar líða.
88.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
Sjúrður klæðist fyri síni song,
hann býr seg út at ríða.
89.
Sjúrður reið á skógvin burt,
eystur um heygin brúna,
opnan sá hann gullsalin,
gullið lá í túni.
90.
Sjúrður reið at hellisdurum,
aftur í sama heyg,
tá lá Ása dvørgamoy
í glæstriborgum deyð.
91.
Hon lá deyð av barnaferð,
moybarn henni hjá,
Sjúrður lat tá børurnar
av reyðargulli slá.
92.
Hann gróv tær í heygin niður,
søgur ganga frá,
mikið gull og mentarsnót
legði hann teimum hjá.
93.
Hann gróv drós í heygin niður
og moybarnið tað fríða,
síðan mundi Sjúrður
aftur til hallar ríða.