Forskjell mellom versjoner av «Um fornaldar og miðaldar skaldskap og bókmentir»

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
 
(5 mellomliggende revisjoner av 2 brukere er ikke vist)
Linje 1: Linje 1:
 
{|class="toccolours" border="1" width="100%" cellpadding="4" style="border-collapse:collapse"
 
{|class="toccolours" border="1" width="100%" cellpadding="4" style="border-collapse:collapse"
 
|- style="background-color:#e9e9e9"  
 
|- style="background-color:#e9e9e9"  
Linje 9: Linje 8:
  
[[Fil:A.C. Evensen.jpg|thumb|250px|Andrias Christian Evensen.]]
+
 
<center>[[Andrias Christian Evensen biografi|A. C. Evensen]]<br><big>'''[[Lesibók]]'''</big><br><small>Tórshavn 1911</small>
 
<center>[[Andrias Christian Evensen biografi|A. C. Evensen]]<br><big>'''[[Lesibók]]'''</big><br><small>Tórshavn 1911</small>
Linje 18: Linje 17:
  
 +
Skaldmentirnar hjá Norðurfólkunum vóru sum hjá öðrum fólkum í langar tíðir ein bert munnliga goymdur skaldskapur, áðrenn tær vóru at skrivaðum bókmentum. Og tær møta okkum fyrst sum yrkingar (í bundnum stíli).
  
 +
Tað er so langtífrá, at teir menn av norrønari ætt, ið festu búgv í teim skotsku oyggjunum og í Føroyum og seinni á Íslandi, vóru ókunnigir við skaldmentir, at víkingadagarnir (c 800 — c. 1000) vóru sannir gróðrardagar fyri skaldmentir, helst har ið víkingar áttu samveru við Ángulsaxar, írar (Keltar) og Frakkar. Hesar skaldmentir, sum yðjandi ríkar spretta fram í ollum víkingalondunum, líka frá Grønlandi og norðasta Noreg til Danmarkar, eru kanska fyri stóran partin ein endurnýggjan av gomlum norðurlanda yrkingum og sögnum ella sögnum, ið ferðast hövdu frá öðrum germanskum fólkum: tað er helst gomlum kappum, eldri enn víkingatíðin, og teim fornu gudunum og lív teirra, at henda yrking sigir frá, ið menn eru vanir at nevna ''eddukvæðini''. Men ríkast blómaði hesin skaldskapur í víkingabygdunum í Vesturhavsoyggjunum, har víkingarnir hoyrdu Angulsaxarnar kvöða um fornaldar kappar, um Völund smið, um Völsungar og Júkungar (Sjúrð Sigmundarson), um Tíðrik kong (av Bern), um Húnakongar. Nú eiga vit ikki nógv eftir av hesum gomlu eddukvæðum, sum summi seinni í tíðini eru skrivað upp í íslendskar skinnbøkur, meðan onnur eru goymd í látínskum búnað hjá Saxo. Sum dømi hava vit upp í hesa bók tikið eddukvæðið "Hamarsheimt eða Þrymskviða" og nökur örindi úr eddukvæðinum "Hávamál" (í nýføroyskari týðing), sum sýna okkum manna hugsan tá.
  
Men umframt "eddukvæðini" vóx fram í víkingatíðini ein annar skaldskapur, ið menn vanliga nevna ''skaldakvæðir'' &#596;: kvæðir (nevnd drápur ella flokkar), sum yrkjarin (skaldið), ið tænir í hirðini hjá kongi ella hövdinga, kvöður um harra sín og avreksverk hans, honum til prís. Írlands gomlu hövdingar hövdu vanliga í fylgi sínum slík hirðskald, ein siður ið longu Haraldur kongur hin hárfagri tók. Men frá miðjum 10. árhundraði verður henda skaldayrking, lögd burt av öðrum, eina havd uppi av Íslendingum av góðari ætt, ið vitjaðu og tæntu hjá útlendskum kongum og hövdingum og fyri síni lovkvæði vunnu sær heiður og gull. Meðan eddukvæðini um gudar og fornaldar kappar eru yrkt í einföldum örindalagi (versa-lagi), so yrkja hesi hirðskaldini eins og tey írsku hirðskaldini í vandum örindalagi og kynstrigum "kenningum" &#596;: umskrivingum<ref>Gamlar kenningar finnast í okkara miðaldarkvæðam, t. d. axla-grein (= armur), benjardogg (= blóð), benjarkolvur, eggjateinur og slíðra-spjót (= svorð), buðlungur (= kongur; &#596;: ættingi av Buðla kongi), bønardrottur (= Guð), herjanssonur (= níðingur; Herjan er Óðin), hildar-maður (= kappi), hildarting, hildarleikur, randargný og snildarmeingi (= bardagi), leikalind og liljuvond (= kvinna), siglutræ (= mastur), stavargrein (= skrift). </ref>. Í hægsta blóma stóð skaldayrkingin í 11. árhundraði. Av teim elstu leingi munnliga goymdu skaldakvæðum eiga vit sum oftast bert brot eftir, stundum eina stök örindi, uppskrivað seinni í tíðini av söguskrivarum, ið nýta tey sum vitnir um gamlar söguligar tilburðir. Annars hildu Íslendingar fram við skaldayrking í gomlum formi (í drápum og flokkum) langt niður í tíðina eftir tað at teir hövdu fingið skriftligar bókmentir; men evnið fyri hesi yrking varð tá meira tikið úr tí kristna trúarlívinum (heiligir menn, Maria moy), og tað fríska og upphavliga í yrkingini stirðnaði í faststandandi, oyðum orðasetningum (kenningum). Av skaldakvæðum eru eingi her í bókini.
 
Tað  er  so  langtífrá,  at  teir  menn  av  norrønari  ætt,  ið festu  búgv  í  teim  skotsku  oyggjunum  og  í  Føroyum  og seinni  á  Íslandi,  vóru  ókunnigir  við  skaldmentir,  at  víkingadagarnir  (c  800 — c.  1000)  vóru  sannir  gróðrardagar  fyri skaldmentir,  helst  har  ið  víkingar  áttu  samveru  við  Ángulsaxar,  írar  (Keltar)  og  Frakkar.  Hesar  skaldmentir,  sum yðjandi  ríkar  spretta  fram  í  ollum  víkingalondunum,  líka  frá Grønlandi  og  norðasta  Noreg  til  Danmarkar,  eru  kanska  fyri stóran  partin  ein  endurnýggjan  av  gomlum  norðurlanda  yrkingum  og  sögnum  ella  sögnum,  ið  ferðast  hövdu  frá  öðrum germanskum  fólkum:  tað  er  helst  gomlum  kappum,  eldri  enn víkingatíðin,  og  teim  fornu  gudunum  og  lív  teirra,  at  henda yrking  sigir  frá,  ið  menn  eru  vanir  at  nevna  ''eddukvæðini''. Men  ríkast  blómaði  hesin  skaldskapur  í  víkingabygdunum  í Vesturhavsoyggjunum,  har  víkingarnir  hoyrdu  Angulsaxarnar kvöða  um  fornaldar  kappar,  um  Völund  smið,  um  Völsungar  og  Júkungar  (Sjúrð  Sigmundarson),  um  Tíðrik  kong  (av  Bern),  um  Húnakongar.  Nú  eiga  vit  ikki  nógv  eftir av  hesum  gomlu  eddukvæðum,  sum  summi  seinni  í  tíðini eru  skrivað  upp  í  íslendskar  skinnbøkur,  meðan  onnur  eru goymd  í  látínskum  búnað  hjá  Saxo.  Sum  dømi  hava vit  upp  í  hesa  bók  tikið  eddukvæðið  "Hamarsheimt  eða Þrymskviða"  og  nökur  örindi  úr  eddukvæðinum  "Hávamál" (í  nýføroyskari  týðing),  sum  sýna  okkum  manna  hugsan  tá.
 
Men   umframt "eddukvæðini" vóx   fram   í víkingatíðini ein annar skaldskapur, menn vanliga nevna ''skaldakvæðir'' &#596;: kvæðir (nevnd drápur ella flokkar), sum yrkjarin (skaldið), ið tænir í hirðini hjá kongi ella hövdinga, kvöður um harra sín og avreksverk hans, honum til prís. Írlands gomlu hövdingar hövdu vanliga í fylgi sínum slík hirðskald, ein siður ið longu Haraldur kongur hin hárfagri tók. Men frá miðjum 10. árhundraði verður henda skaldayrking, lögd burt av öðrum, eina havd uppi av Íslendingum av góðari ætt, vitjaðu og tæntu hjá útlendskum kongum og hövdingum og fyri síni lovkvæði vunnu sær heiður og gull. Meðan eddukvæðini um gudar og fornaldar kappar eru yrkt í einföldum örindalagi (versa-lagi), so yrkja hesi hirðskaldini eins og tey írsku hirðskaldini í vandum örindalagi og kynstrigum "kenningum" &#596;: umskrivingum<ref>Gamlar kenningar finnast í okkara miðaldarkvæðam, t. d. axla-grein (= armur), benjardogg (= blóð), benjarkolvur, eggjateinur og slíðra-spjót (= svorð), buðlungur (= kongur; &#596;: ættingi av Buðla kongi), bønardrottur (= Guð), herjanssonur (= níðingur; Herjan er Óðin), hildar-maður (= kappi), hildarting, hildarleikur, randargný og snildarmeingi (= bardagi), leikalind og liljuvond (= kvinna), siglutræ (= mastur), stavargrein (= skrift). </ref>. Í hægsta blóma stóð skaldayrkingin í 11. árhundraði. Av teim elstu leingi munnliga goymdu skaldakvæðum eiga vit sum oftast bert brot eftir, stundum eina stök örindi, uppskrivað seinni í tíðini av söguskrivarum, nýta tey sum vitnir um gamlar söguligar tilburðir. Annars hildu Íslendingar fram við skaldayrking í gomlum formi drápum og flokkum) langt niður í tíðina eftir tað at teir hövdu fingið skriftligar bókmentir; men evnið fyri hesi yrking varð tá meira tikið úr kristna trúarlívinum (heiligir menn, Maria moy), og tað fríska og upphavliga í yrkingini stirðnaði í faststandandi, oyðum orðasetningum (kenningum). Av skaldakvæðum eru eingi her í bókini.
 
Men eisini ein "skaldskapur" í prosa varð í fleiri ættar-lið munnliga goymdur hjá Íslendingum, áðrenn teir festu hann í bøkur. Tað vóru sagdar sögur, sögur sum sögdust frá slekt til slekt um merkiligar menn og tilburðir, og var stórur dentur lagdur á at siga hesar sögur sum beinast og sum best; tað galt nógv um, at sögan var væl sögd, og stoyptist hon soleiðis í fastan, vakran og fyndugan form. Slíkar sögur sögdust bæði um merkilig tíðindir heima   á Íslandi og um tilburðir í fremmandum londum, sum Íslendingar vitjaðu, í Grønlandi, Føroyjum, Orknoyjum, Jómsborg, Danmörk, mest í Noreg. Tað eru hesar munnliga goymdu sögur, sum seinni, táið menn vóru vorðnir meiri skriviførir, skrivaðust upp á kálvskinn, særliga í 12. og 13. árhundraði, og sum eru kendar um allan tann mentaða heimin undir navninum "Tár íslendsku sögurnar" (Sagaer).
+
Men eisini ein "skaldskapur" í prosa varð í fleiri ættar-lið munnliga goymdur hjá Íslendingum, áðrenn teir festu hann í bøkur. Tað vóru sagdar sögur, sögur sum sögdust frá slekt til slekt um merkiligar menn og tilburðir, og var stórur dentur lagdur á at siga hesar sögur sum beinast og sum best; tað galt nógv um, at sögan var væl sögd, og stoyptist hon soleiðis í fastan, vakran og fyndugan form. Slíkar sögur sögdust bæði um merkilig tíðindir heima á Íslandi og um tilburðir í fremmandum londum, sum Íslendingar vitjaðu, í Grønlandi, Føroyjum, Orknoyjum, Jómsborg, Danmörk, mest tó í Noreg. Tað eru hesar munnliga goymdu sögur, sum seinni, táið menn vóru vorðnir meiri skriviførir, skrivaðust upp á kálvskinn, særliga í 12. og 13. árhundraði, og sum eru kendar um allan tann mentaða heimin undir navninum "Tár íslendsku sögurnar" (Sagaer).
  
Um ár 1100 arbeiddust hesar tvinnhandað sagnir saman í størri og minni bólkar av monnum, nevndust "fróðir" &#596;: sögukønir. Og brátt skrivast hesar sögur upp. Tað fyrsta, vit vita at vera skrivað, er krýnikan um norskar kongar av Sæmundi fróða; hon var á látínskum máii, men er ikki longur til. Síðan kemur íslendingabókin av Ara fróða, bæði sigir frá norskum kongum og mest frá Íslands sögu til c. 1120. Síðan ganga frásagnirnar javnsíðis. Frásagnirnar, sum skrivast niður um útlendsk tíðindir, eru sögur um teir einkultu norsku kongarnar til c. 1200 (sögan um ÓÍav Tryggvason, um Ólav hin heilaga, um Harald hin hárfagra, Hákun hin góða, Sverra) og sögur um ymisk tíðindir í öðrum Norðurlondum (sögan um Eirik hin reyða, Føroyingasöga (Tróndarbók), Orknoyingasöga, Jómsvíkingasöga, Knýtlingasöga). So við og við samanskrivast einkultar norskar kongasögur í størri samanhangandi soguverk ("Agrip", "Fagrskinna", "Morkinskinna"), ikki oll eru til í teirra upphavliga skapnaði, men sum öll era tikin til nýtslu í stóra samanfatandi söguverki av Snorra Sturluson, Heimskringla, endar við Sverra kongi 1177. Ur "Heimskringlu" eru trý sögubrot tikin upp í hesa bók. Frásagnirnar um íslendsk heimatiðindi eru ættarsögur, nøgd av sögum um ymsar gamlar íslendskar ættir. Sum dømi hava vit upp í bók hesa tíkið eitt stykki úr Njáls sögu. Eisini hesar sögur enda í einum samlingsverki, "Sturlungasögan", samanskrivað í 13. árhundraði. Eitt annað samlingsverk er "Landnáma", sigir frá íslands land-nám. Til ættarsogurnar koma brátt   biskupasögurnar.
+
Um ár 1100 arbeiddust hesar tvinnhandað sagnir saman í størri og minni bólkar av monnum, ið nevndust "fróðir" &#596;: sögukønir. Og brátt skrivast nú hesar sögur upp. Tað fyrsta, vit vita at vera skrivað, er krýnikan um norskar kongar av Sæmundi fróða; hon var á látínskum máii, men er ikki longur til. Síðan kemur íslendingabókin av Ara fróða, ið bæði sigir frá norskum kongum og mest frá Íslands sögu til c. 1120. Síðan ganga frásagnirnar javnsíðis. Frásagnirnar, sum skrivast niður um útlendsk tíðindir, eru sögur um teir einkultu norsku kongarnar til c. 1200 (sögan um ÓÍav Tryggvason, um Ólav hin heilaga, um Harald hin hárfagra, Hákun hin góða, Sverra) og sögur um ymisk tíðindir í öðrum Norðurlondum (sögan um Eirik hin reyða, Føroyingasöga (Tróndarbók), Orknoyingasöga, Jómsvíkingasöga, Knýtlingasöga). So við og við samanskrivast einkultar norskar kongasögur í størri samanhangandi soguverk ("Agrip", "Fagrskinna", "Morkinskinna"), ið ikki oll nú eru til í teirra upphavliga skapnaði, men sum öll era tikin til nýtslu í tí stóra samanfatandi söguverki av Snorra Sturluson, Heimskringla, ið endar við Sverra kongi 1177. Ur "Heimskringlu" eru trý sögubrot tikin upp í hesa bók. Frásagnirnar um íslendsk heimatiðindi eru ættarsögur, nøgd av sögum um ymsar gamlar íslendskar ættir. Sum dømi hava vit upp í bók hesa tíkið eitt stykki úr Njáls sögu. Eisini hesar sögur enda í einum samlingsverki, "Sturlungasögan", samanskrivað í 13. árhundraði. Eitt annað samlingsverk er "Landnáma", ið sigir frá íslands land-nám. Til ættarsogurnar koma brátt biskupasögurnar.
  
Í 13. árh. (o. u. 1220) er hin tiltikna Snorra edda (av Snorra Sturluson) skrivað, har Snorri millum annað sigir frá gamlari trúgv um heimsins upphav og enda og um fornar gudar og lív teirra   eftir gomlum sögnum og yrkingum (eddukvæðum); úr Snorra eddu hava vit tikið "Tórs ferð til Útgarðaloka" og "Baldurs deyða". Frá hesi tíðini eru eisini "Fornaldarsögurnar" (&#596;: gamlar sagnir), sum siga frá aldursgomlum, ofta felagsgermansku sögnum (t. d. sagnirnar um Völund smið og Sjúrð Fávnisbana). Upp í "Sögurnar" (Sagaerne) teljist eisini nøgd av sögum, týddum úr fremmandum tungumálum, helst látín (t. d. Postula- sögur, Heilagramannasögur, Alexandersöga, Trojumannasöga, Rómverjasögur; Karlamagnússöga, Tíðrikssöga etc).

Frá 12. og 13. árhundraði hava vit eisini stórar íslendskar lógbøkur (t. d. "Grágásin"), nøgd av prædikum og av lærdum bókaverkum av ymiskum slagi. Stutt at siga frá hesi tvey árhundraðir vóru ein avbera rík andaiig gróðurtíð hjá íslendingum við sjaldsama sterkum huga hjá almenningi eftir at lesa.
+
Frá 12. og 13. árhundraði hava vit eisini stórar íslendskar lógbøkur (t. d. "Grágásin"), nøgd av prædikum og av lærdum bókaverkum av ymiskum slagi. Stutt at siga frá — hesi tvey árhundraðir vóru ein avbera rík andaiig gróðurtíð hjá íslendingum við sjaldsama sterkum huga hjá almenningi eftir at lesa.
  
Men í 14. árhundraði kennist afturgongan. Av originalum skapast ógviliga litið (nakrar biskupasögur t. d.). Frá söguligum tilburðum verður mest eina sagt frá í annálunum, árbókum, sum ár fyri ár tekna upp tað, fyri fellur. (Hesar annálar, longu byrja at siga frá tíðindum frá 12. árhundraði, halda íslendingar fram við at skriva seint niður í tíðina). Men öll tey gomlu bókaverkini avskrivast og stór bókasavn skapast, so hugurin at lesa er enn líka stórur. Sum prosaskrivingin er eisini yrkingin á fallandi fóti; verður bæði í hesum og næsta árhundraði yrkt nógv av gudiligum innihaldi, um heilagar menn og Mariu moy, men tað mesta av hevir lítið virði. Ein nýggj skaldskapsgrein, menn nevna "rímur", kemur fram í 14. árhundraði; men innihaldið av teimum er bert tær gomiu skrivaðu sogurnar, ið verða settar út tii at "bera uppá rím" (jvf. okkara kvæðayrking). Yrking av tílíkum rímum hava Íslendingar hildið áfram við líka til okkara dagar, í at fólkið hevir kvoðið hesar rímur í kvöldsetunum tey longu vetrarkvöldini. Meðan Íslendingar í gamla dansinum hjá sær, vikivakadansinum, ið fall burtur í 18. árhundraði, kvóðu "Íyriskar" sangir, ofta av gudligum ella siðvenjandi innihaldi (vikivakakvæði).  
+
Men í 14. árhundraði kennist afturgongan. Av originalum skapast ógviliga litið (nakrar biskupasögur t. d.). Frá söguligum tilburðum verður nú mest eina sagt frá í annálunum, árbókum, sum ár fyri ár tekna upp tað, ið fyri fellur. (Hesar annálar, ið longu byrja at siga frá tíðindum frá 12. árhundraði, halda íslendingar fram við at skriva seint niður í tíðina). Men öll tey gomlu bókaverkini avskrivast og stór bókasavn skapast, so hugurin at lesa er enn líka stórur. Sum prosaskrivingin er eisini yrkingin á fallandi fóti; tó verður bæði í hesum og næsta árhundraði yrkt nógv av gudiligum innihaldi, um heilagar menn og Mariu moy, men tað mesta av tí hevir lítið virði. Ein nýggj skaldskapsgrein, ið menn nevna "rímur", kemur fram í 14. árhundraði; men innihaldið av teimum er bert tær gomiu skrivaðu sogurnar, ið verða settar út tii at "bera uppá rím" (jvf. okkara kvæðayrking). Yrking av tílíkum rímum hava Íslendingar hildið áfram við líka til okkara dagar, í tí at fólkið hevir kvoðið hesar rímur í kvöldsetunum tey longu vetrarkvöldini. Meðan Íslendingar í tí gamla dansinum hjá sær, vikivakadansinum, ið fall burtur í 18. árhundraði, kvóðu "Íyriskar" sangir, ofta av gudligum ella siðvenjandi innihaldi (vikivakakvæði).  
  
==Fotnoter==
 
==Fotnoter==

Nåværende revisjon fra 13. apr. 2024 kl. 07:41

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif

A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911

Um fornaldar og miðaldar skaldskap og bókmentir

Skaldmentirnar hjá Norðurfólkunum vóru sum hjá öðrum fólkum í langar tíðir ein bert munnliga goymdur skaldskapur, áðrenn tær vóru at skrivaðum bókmentum. Og tær møta okkum fyrst sum yrkingar (í bundnum stíli).

Tað er so langtífrá, at teir menn av norrønari ætt, ið festu búgv í teim skotsku oyggjunum og í Føroyum og seinni á Íslandi, vóru ókunnigir við skaldmentir, at víkingadagarnir (c 800 — c. 1000) vóru sannir gróðrardagar fyri skaldmentir, helst har ið víkingar áttu samveru við Ángulsaxar, írar (Keltar) og Frakkar. Hesar skaldmentir, sum yðjandi ríkar spretta fram í ollum víkingalondunum, líka frá Grønlandi og norðasta Noreg til Danmarkar, eru kanska fyri stóran partin ein endurnýggjan av gomlum norðurlanda yrkingum og sögnum ella sögnum, ið ferðast hövdu frá öðrum germanskum fólkum: tað er helst gomlum kappum, eldri enn víkingatíðin, og teim fornu gudunum og lív teirra, at henda yrking sigir frá, ið menn eru vanir at nevna eddukvæðini. Men ríkast blómaði hesin skaldskapur í víkingabygdunum í Vesturhavsoyggjunum, har víkingarnir hoyrdu Angulsaxarnar kvöða um fornaldar kappar, um Völund smið, um Völsungar og Júkungar (Sjúrð Sigmundarson), um Tíðrik kong (av Bern), um Húnakongar. Nú eiga vit ikki nógv eftir av hesum gomlu eddukvæðum, sum summi seinni í tíðini eru skrivað upp í íslendskar skinnbøkur, meðan onnur eru goymd í látínskum búnað hjá Saxo. Sum dømi hava vit upp í hesa bók tikið eddukvæðið "Hamarsheimt eða Þrymskviða" og nökur örindi úr eddukvæðinum "Hávamál" (í nýføroyskari týðing), sum sýna okkum manna hugsan tá.

Men umframt "eddukvæðini" vóx fram í víkingatíðini ein annar skaldskapur, ið menn vanliga nevna skaldakvæðir ɔ: kvæðir (nevnd drápur ella flokkar), sum yrkjarin (skaldið), ið tænir í hirðini hjá kongi ella hövdinga, kvöður um harra sín og avreksverk hans, honum til prís. Írlands gomlu hövdingar hövdu vanliga í fylgi sínum slík hirðskald, ein siður ið longu Haraldur kongur hin hárfagri tók. Men frá miðjum 10. árhundraði verður henda skaldayrking, lögd burt av öðrum, eina havd uppi av Íslendingum av góðari ætt, ið vitjaðu og tæntu hjá útlendskum kongum og hövdingum og fyri síni lovkvæði vunnu sær heiður og gull. Meðan eddukvæðini um gudar og fornaldar kappar eru yrkt í einföldum örindalagi (versa-lagi), so yrkja hesi hirðskaldini eins og tey írsku hirðskaldini í vandum örindalagi og kynstrigum "kenningum" ɔ: umskrivingum[1]. Í hægsta blóma stóð skaldayrkingin í 11. árhundraði. Av teim elstu leingi munnliga goymdu skaldakvæðum eiga vit sum oftast bert brot eftir, stundum eina stök örindi, uppskrivað seinni í tíðini av söguskrivarum, ið nýta tey sum vitnir um gamlar söguligar tilburðir. Annars hildu Íslendingar fram við skaldayrking í gomlum formi (í drápum og flokkum) langt niður í tíðina eftir tað at teir hövdu fingið skriftligar bókmentir; men evnið fyri hesi yrking varð tá meira tikið úr tí kristna trúarlívinum (heiligir menn, Maria moy), og tað fríska og upphavliga í yrkingini stirðnaði í faststandandi, oyðum orðasetningum (kenningum). Av skaldakvæðum eru eingi her í bókini.

Men eisini ein "skaldskapur" í prosa varð í fleiri ættar-lið munnliga goymdur hjá Íslendingum, áðrenn teir festu hann í bøkur. Tað vóru sagdar sögur, sögur sum sögdust frá slekt til slekt um merkiligar menn og tilburðir, og var stórur dentur lagdur á at siga hesar sögur sum beinast og sum best; tað galt nógv um, at sögan var væl sögd, og stoyptist hon soleiðis í fastan, vakran og fyndugan form. Slíkar sögur sögdust bæði um merkilig tíðindir heima á Íslandi og um tilburðir í fremmandum londum, sum Íslendingar vitjaðu, í Grønlandi, Føroyjum, Orknoyjum, Jómsborg, Danmörk, mest tó í Noreg. Tað eru hesar munnliga goymdu sögur, sum seinni, táið menn vóru vorðnir meiri skriviførir, skrivaðust upp á kálvskinn, særliga í 12. og 13. árhundraði, og sum eru kendar um allan tann mentaða heimin undir navninum "Tár íslendsku sögurnar" (Sagaer).

Um ár 1100 arbeiddust hesar tvinnhandað sagnir saman í størri og minni bólkar av monnum, ið nevndust "fróðir" ɔ: sögukønir. Og brátt skrivast nú hesar sögur upp. Tað fyrsta, vit vita at vera skrivað, er krýnikan um norskar kongar av Sæmundi fróða; hon var á látínskum máii, men er ikki longur til. Síðan kemur íslendingabókin av Ara fróða, ið bæði sigir frá norskum kongum og mest frá Íslands sögu til c. 1120. Síðan ganga frásagnirnar javnsíðis. Frásagnirnar, sum skrivast niður um útlendsk tíðindir, eru sögur um teir einkultu norsku kongarnar til c. 1200 (sögan um ÓÍav Tryggvason, um Ólav hin heilaga, um Harald hin hárfagra, Hákun hin góða, Sverra) og sögur um ymisk tíðindir í öðrum Norðurlondum (sögan um Eirik hin reyða, Føroyingasöga (Tróndarbók), Orknoyingasöga, Jómsvíkingasöga, Knýtlingasöga). So við og við samanskrivast einkultar norskar kongasögur í størri samanhangandi soguverk ("Agrip", "Fagrskinna", "Morkinskinna"), ið ikki oll nú eru til í teirra upphavliga skapnaði, men sum öll era tikin til nýtslu í tí stóra samanfatandi söguverki av Snorra Sturluson, Heimskringla, ið endar við Sverra kongi 1177. Ur "Heimskringlu" eru trý sögubrot tikin upp í hesa bók. Frásagnirnar um íslendsk heimatiðindi eru ættarsögur, nøgd av sögum um ymsar gamlar íslendskar ættir. Sum dømi hava vit upp í bók hesa tíkið eitt stykki úr Njáls sögu. Eisini hesar sögur enda í einum samlingsverki, "Sturlungasögan", samanskrivað í 13. árhundraði. Eitt annað samlingsverk er "Landnáma", ið sigir frá íslands land-nám. Til ættarsogurnar koma brátt biskupasögurnar.

Í 13. árh. (o. u. 1220) er hin tiltikna Snorra edda (av Snorra Sturluson) skrivað, har Snorri millum annað sigir frá gamlari trúgv um heimsins upphav og enda og um fornar gudar og lív teirra eftir gomlum sögnum og yrkingum (eddukvæðum); úr Snorra eddu hava vit tikið "Tórs ferð til Útgarðaloka" og "Baldurs deyða". Frá hesi tíðini eru eisini "Fornaldarsögurnar" (ɔ: gamlar sagnir), sum siga frá aldursgomlum, ofta felagsgermansku sögnum (t. d. sagnirnar um Völund smið og Sjúrð Fávnisbana). Upp í "Sögurnar" (Sagaerne) teljist eisini nøgd av sögum, týddum úr fremmandum tungumálum, helst látín (t. d. Postula- sögur, Heilagramannasögur, Alexandersöga, Trojumannasöga, Rómverjasögur; Karlamagnússöga, Tíðrikssöga etc).

Frá 12. og 13. árhundraði hava vit eisini stórar íslendskar lógbøkur (t. d. "Grágásin"), nøgd av prædikum og av lærdum bókaverkum av ymiskum slagi. Stutt at siga frá — hesi tvey árhundraðir vóru ein avbera rík andaiig gróðurtíð hjá íslendingum við sjaldsama sterkum huga hjá almenningi eftir at lesa.

Men í 14. árhundraði kennist afturgongan. Av originalum skapast ógviliga litið (nakrar biskupasögur t. d.). Frá söguligum tilburðum verður nú mest eina sagt frá í annálunum, árbókum, sum ár fyri ár tekna upp tað, ið fyri fellur. (Hesar annálar, ið longu byrja at siga frá tíðindum frá 12. árhundraði, halda íslendingar fram við at skriva seint niður í tíðina). Men öll tey gomlu bókaverkini avskrivast og stór bókasavn skapast, so hugurin at lesa er enn líka stórur. Sum prosaskrivingin er eisini yrkingin á fallandi fóti; tó verður bæði í hesum og næsta árhundraði yrkt nógv av gudiligum innihaldi, um heilagar menn og Mariu moy, men tað mesta av tí hevir lítið virði. Ein nýggj skaldskapsgrein, ið menn nevna "rímur", kemur fram í 14. árhundraði; men innihaldið av teimum er bert tær gomiu skrivaðu sogurnar, ið verða settar út tii at "bera uppá rím" (jvf. okkara kvæðayrking). Yrking av tílíkum rímum hava Íslendingar hildið áfram við líka til okkara dagar, í tí at fólkið hevir kvoðið hesar rímur í kvöldsetunum tey longu vetrarkvöldini. Meðan Íslendingar í tí gamla dansinum hjá sær, vikivakadansinum, ið fall burtur í 18. árhundraði, kvóðu "Íyriskar" sangir, ofta av gudligum ella siðvenjandi innihaldi (vikivakakvæði).

Fotnoter

  1. Gamlar kenningar finnast í okkara miðaldarkvæðam, t. d. axla-grein (= armur), benjardogg (= blóð), benjarkolvur, eggjateinur og slíðra-spjót (= svorð), buðlungur (= kongur; ɔ: ættingi av Buðla kongi), bønardrottur (= Guð), herjanssonur (= níðingur; Herjan er Óðin), hildar-maður (= kappi), hildarting, hildarleikur, randargný og snildarmeingi (= bardagi), leikalind og liljuvond (= kvinna), siglutræ (= mastur), stavargrein (= skrift).