Forskjell mellom versjoner av «Trøllini á Skálavøllum»
(Trøllini á Skálavøllum) |

| Linje 22: | Linje 22: | ||
Trøllini í Mykinesi vóru von hvørja jólanátt at dansa á Skálavøllum í Borgardali eystast á oynni. Tey hoyrdust at kvøða: | Trøllini í Mykinesi vóru von hvørja jólanátt at dansa á Skálavøllum í Borgardali eystast á oynni. Tey hoyrdust at kvøða: | ||

Trum, trum, tralalei, | + |

| + | Trum, trum, tralalei, | ||

kalt er í fjøllum hjá trøllum, |
kalt er í fjøllum hjá trøllum, | ||

lýggjari er í húsinum á Skálavøllum.

lýggjari er í húsinum á Skálavøllum. |

Og niðurlagið hjá teimum var altíð: | Og niðurlagið hjá teimum var altíð: | ||

Mettan liggur í durunum. | + |

trum, trum, dansið væl!
| + | Mettan liggur í durunum. |

trum, trum, dansið væl! | ||

Henda mettan, ið trøllini kvóðu um, var teirra egna og lá altíð á durunum í húsi teirra á Skálavøllum. (Ein metta er ein strá- ella hoymátta ið varð nýtt til at leggja undir klyvsaðilin á einum hesti. ae). | Henda mettan, ið trøllini kvóðu um, var teirra egna og lá altíð á durunum í húsi teirra á Skálavøllum. (Ein metta er ein strá- ella hoymátta ið varð nýtt til at leggja undir klyvsaðilin á einum hesti. ae). | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 15:23
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Trøllini í Mykinesi vóru von hvørja jólanátt at dansa á Skálavøllum í Borgardali eystast á oynni. Tey hoyrdust at kvøða:
Trum, trum, tralalei,
kalt er í fjøllum hjá trøllum,
lýggjari er í húsinum á Skálavøllum.
Og niðurlagið hjá teimum var altíð:
Mettan liggur í durunum.
trum, trum, dansið væl!
Henda mettan, ið trøllini kvóðu um, var teirra egna og lá altíð á durunum í húsi teirra á Skálavøllum. (Ein metta er ein strá- ella hoymátta ið varð nýtt til at leggja undir klyvsaðilin á einum hesti. ae).
Einaferð lovaðu Mikinesmenn eina kvígu í løn til tann, sum hevði dirvi at fara til trøllini og taka mettuna frá teimum. Ein maður helt seg til, fekk sær eitt útvalt ross og reið yvir á Borgardal. Hann rykti mettuna av durunum á trøllahúsinum og díkti so á hestin heimaftur. Men trøllini lupu aftaná hann, upp um fjøllini fóru tey, og saman gekk í hvørjum ímillum teirra og mannin. Tá ið hann var komin oman á Gerðigarðar, á sýnina, rópaði hann:
"Her er Gud og kirkjan!"
Tá vóru trøllini so nær, at eitt fekk í halan á ryssuni og sleit hann. Men maðurin var sloppin.