Trøllini á Skálavøllum

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Trøllini á Skálavøllum


Trøllini í Mykinesi vóru von hvørja jólanátt at dansa á Skálavøllum í Borgardali eystast á oynni. Tey hoyrdust at kvøða:

Trum, trum, tralalei,
kalt er í fjøllum hjá trøllum,
lýggjari er í húsinum á Skálavøllum.

Og niðurlagið hjá teimum var altíð:

Mettan liggur í durunum.
trum, trum, dansið væl!

Henda mettan, ið trøllini kvóðu um, var teirra egna og lá altíð á durunum í húsi teirra á Skálavøllum. (Ein metta er ein strá- ella hoymátta ið varð nýtt til at leggja undir klyvsaðilin á einum hesti. ae).
   Einaferð lovaðu Mikinesmenn eina kvígu í løn til tann, sum hevði dirvi at fara til trøllini og taka mettuna frá teimum. Ein maður helt seg til, fekk sær eitt útvalt ross og reið yvir á Borgardal. Hann rykti mettuna av durunum á trøllahúsinum og díkti so á hestin heimaftur. Men trøllini lupu aftaná hann, upp um fjøllini fóru tey, og saman gekk í hvørjum ímillum teirra og mannin. Tá ið hann var komin oman á Gerðigarðar, á sýnina, rópaði hann:
   "Her er Gud og kirkjan!"
   Tá vóru trøllini so nær, at eitt fekk í halan á ryssuni og sleit hann. Men maðurin var sloppin.