Forskjell mellom versjoner av «Páll fangi»

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Linje 12: Linje 12:
  
<big>'''[[Lesibók]]'''</big><br><small>Tórshavn 1911</small>
 
 +
  
<big><big>'''Páll fangi'''</big></big>
 
<big><big>'''Páll fangi'''</big></big>
 
</center>
 
</center>
  
 +
 +
Jóhannes  bóndi  á  Sunnanágarði  í  Mikladali  (í  Kalsoy)  átti tveir  sinir.  Hin  ingri,  Magnus,  var  hugagóður  maður  til  arbeiðis  og  giftist  til  Trødlanes;  hin  eldri,  Páll,  var  bæði  sterkur og  stimalegur,  men  tímdi  lítið  og  einki  at  gera  og  lá  oftast burturi  og  sveimaði.  Ógvulíga  kaldligt  var  ímidlun  Páls  og pápa  hansara,  og  hin  gami  ráddi  tí  av,  at  ingri  sonurín skuldi  eiga  garðin  ettir  seg.  Páll  fekk  frænir  av  hesun.  So hendi  tað  eitt  árið,  at  pápin  fadl  í  eina  sjúku  og  doyði.  Tað  kom  upp  við  tað  sama,  at  Páll  hevði  dripið  hann;  ein  arbeiðskona,  sum  Páll  hevði  lagt  ást  saman  við  firr,  men  sum hann  nú  ikki  skoytti  um  longur,  hevði  lagt  hatur  á  hann  firi hetta,  vildi  hevna  seg  og  førdi  út  í  orð,  at  Páll  hevði  latið eitur  út  í  drekka  til  pápa  sín  og  dripið  hann.  Har  attur  at hevði  hann  havst  við  gandakunstir.  Eitt  brúdleyp  hevði  tá firi  stuttun  verið,  kvar  Páll  hevði  fingið  væl  upp  í  høvðið; har  var  tosað  um  kríggj,  og  mongun  tókti  tað  nógv  firi  at fara  at  drepa  fólk,  men  Páll  segði,  at  tað  hevði  sær  einki tókt  firi.  Eisini  skuldi  hann  hava  sagt,  at  tann  var  verðugur at  fáa  eitt  kvíguvirði,  sum  segði  frá  deyða  pápa  hansara,  og hesi  orð  hansara  vóru  høvd  á  lofti  leingi  attaná.  Mong hildu  tó,  at  Páll  var  sakleysur:  hann  hevði  verið  til  handils í  Havn  og  keypt  rottukrút  til  at  drepa  ravnar  við,  og  so hevði  tað  borist  á,  at  krútið  var  tikið  firi  kriddarí  og  latið út  í  súpan  til  pápan  av  misgáu.  Tað  frættist  skjótt  til Havnar,  hvat  henda  arbeiðskonan  hevði  sagt,  og  Páll  varð tikin,  førður  til  Havnar  og  settur  í  mirkastovu.  Men  hann breyt  seg  út  á  nátt,  gekk  norður  ettir  Streymoynni  til  Sunds og  tók  sær  bát  haðan  ivir  um  í  Eysturoynna.  Har  dró hann  bátin  upp  og  tók  so  leiðina  til  Lorvíkar,  kvar  hann tók  sær  annan  bát  ivir  um  til  Blankskála  í  Kalsoynni.  Blankskálamenn  funnu  bátin  drignan  upp  á  Neystafløtunun,  har sum  klettur  er  upp  firi.  Hetta  var  onnur  náttin  ettir  tað,  at Páll  var  rímdur,  í  bátarnar,  sum  hann  hevði  tikið  og  síðan drigið  upp,  hevði  hann  rist  merki  ''P.  F.  M''.,  og  tað  løgdu  fólk út  firi  at  vera:  ''Poul,  fangen  Mand.''  Síðan  hevur  hann  verið rópaður  Páll  fangi.
 +
 +
Tað  frættist  skjótt,  at  Páll  var  í  Kalsoynni,  og  øvrigheitin  sendi  boð  norður,  at  kvør,  sum  gav  Pálli  innivist  edla hjálpti  honun  á  annan  hátt,  skuldi  verða  dømdur  í  stórar bøtur.  Menn  voru  settir  út  við  tað  sama  til  at  fanga  hann, og  tað  lukkaðist  teimun.  Hann  varð  tikin,  førdur  suður  til Havnar  og  settur  í  skansan.  Tá  var  tað,  at  hann  firi  at bjarga  lívi  sínun  beyð  sær  til  at  vilja  lesa  sig  í  línu  upp  firi fjadlið  Borgarin  (á  norðurendanun  á  Kalsoynni),  trí  hundrað favnar í  hædd.  Men tað var honun noktað,  tí hann  var  hildin  førur  firi  at  gera  tað,  sum  var  ødlun  øðrun  ómøguligt. So  breyt  hann  seg  út  aðra  ferð,  varð  fingin  upp  attur  og settur  fastur  í  jadn,  men  sleit  leinkjuna  og  breyt  seg  út triðju  ferð.  Hann  tók  leiðina  norður  ettir  Streymoynni  til Hósvíkar,  tók  sær  bát  haðan  ivir  um  í  Eysturoynna  og  dró bátin  upp  á  Sandaleiti  (sandoddi  midlun  Oyra  og  Selatraðar). Haðan  tók  hann,  sum  firstu  ferð,  leiðina  til  Lorvíkar,  tók sær  uppattur  bát  har  og  fór  ivir  um  Kalsoynna.  So  flíddi  hann norður  í  Nesskorarnar  (skorarnar  vestanfiri  Trødlanes).  Har vísist  enn  "Páls  loft",  eitt  stórt  hol  inn  undir  ein  klett,  kvar hann  skuldi  halda  til  ta  tíð,  hann  livdi  í  Nesskorunun.  Um næturnar  gekk  hann  so  heim  í  Mikladalsbigd,  breyt  inn  í kjadlarnar  og  stjól  seyðakrov.  Náttina  ettir  tað,  at  hann  var komin  í  henda  skortin  (Páls  loft),  breyt  hann  kjadlin  kjá bróður  sínun,  bóndanun  á  Sunnanágarði,  og  setti  navn  sítt  á eina  rím,  sum  hann  hevði  brotið  burtur  úr,  at  bróðirin  skuldi vita  av  honun.  Søgn  er,  at  bróðirin  læt  likilin  standa  í kjadlinun  um  næturnar,  so  hann  skuldi  sleppa  inn.  Eina  ferð kom  skansabáturin  norður  at  leita  ettir  honun;  teir  róðu runt  um  Kalsoynna  og  komu  so  nær  loftinun,  har  sum  Páll sat,  at  hann,  sum  hann  bar  uppá  mál  seinni,  kundi  hava sorað  bátin  við  gróti;  men  tað  vildi  hann  ikki  gera,  segði hann,  tí  bátmenninir  vóru  rættuligir  menn  og  høvdu  einki ilt  gjørt  honun.  Níggjársaftan,  meðan  hann  sat  í  holi  sínun og  kókaði  sær  kjøt  —  pott  hevði  hann  stolið  sær  eisini  — kom  eitt  trødl  og  stoytti  honun  pottin  í  eldin.  Hann  barðist við  tað  leingi  og  fekk  rent  tað  út  firi  bergið.  Plássið,  har sum  trødlið  fór  út  av,  rópast  enn  "á  Smedlinun"  av  tí  smedli, sum  trødlið  tá  fekk. 
 +
 +
Eina  ferð  stóð  eitt  brúdleyp  í  Mikladali.  Um  náttina  —  hetta  var  um  vetrartíð  —  hevði  Páll sníkt  seg  heim  í  bigdina  til  brúdleypshúsið  og  lagt  seg  í slis  uppi  á  mønuni.  Sum  hann  lá  og  lurtaði  við  Ijóaran, hoyrdi  hann  nakrar  menn  tosa  har  inni  um,  at  tað  var  tó ein  roynd  at  fara  at  leita  ettir  Pálli  í  Nesskorunun;  tí  har mundi  hann  vera.  Ettir  hetta  rímdi  hann  úr  skorunun  og flíddi  í  "heimara  fjadl",  annað  fjadlið  sunnanfiri  Mikladal.  I heimari  fjadli  bar  væl  til  kjá  honun  at  krógva  seg  —  har eru  stórar  urðar  og  nógv  glopur  niður  ímidlun  urðargrótið, og  har  var  hann  adlan  veturin  í  friði.  "Norðoyapáls  vetur" er  tiltikin  um  adlar  Føroyar  íiri  at  hava  verið  mildur;  summi siga,  at  tað  følvaði  ikki  adlan  veturin  ígjøgnun;  summi siga,  at  tað  kavaði  ikki  meira  enn  eina  ferð  í  bakka.  Tá  ið tað  váraði  og  attur  var  farið  at  leita  ettir  honun,  tók  hann sær  eitt  kvøldið  bát  av  Blankskála  ivir  um  Kalsoyarfjørð  til Fiskimølar  (sunnafíri Haraldsund  eystantil  á  Kunoynni;  har hava  altíð  neyst  staðið).  Haðan  gekk  hann  til  Haraldsunds, tí  ætlanin  var  at  hitta  Rasmus  Magnusson,  bóndan  har,  ið tá  var  sum  høvdingur  í  Norðuroyggjun  og  góður  í  treytun kjá  Pálli  at  heita  á,  tí  gamal  vinskapur  var  teirra  midlun. Tað  var  nakað  tíðliga  á  náttini,  at  Páll  kom,  so  tey  vóru ikki  niðurfarin  enn  í  Haraldsundi,  men  hirdu  beint  tá drílarnar.  Rasmus  segði  nú  við  Páll,  at  "hísa  honun  tað tordi  hann  ikki:  hann  átti  so  nógv  húsfólk,  og  tey  vóru  so slafsut;  men  hann  skuldi  geva  honun  ein  góðan  bát  og  kvat ið  honun  níttist  av  mati  og  drekka;  fisk  og  dríl,  nøkur skerpikrov  og  ein  vatnkagga.  Hetta  gjørdi  hann  í  stundini. Páll  helt  so  til  havs  og  ætlaði  sær  til  Noregs  edla  Hetlands; men  hann  var  ikki  komin  hálvan  vegin,  tá  brast  á  óveður.  Einki  batti  kjá  honun  at  rógva;  hann  rak  inn  attur  undir Føroyalandið,  undir  Borðoynna  og  kom  inn  á  Adnfjarðarvík. Sama  dagin  var  bóndin  í  Gerðun,  Hanus,  burturi  í  haga  til at  higgja  ettir  seyði;  hann  sá  ein  bát  liggja  inni  undir  Barmi (siðst  í  Gerðahaganun)  og  ein  mann  liggja  fram  á  árarnar  og sova.  Hann  helt  seg  kenna  Pádl  fanga,  skundaði  sær  heim til  hús  og  mannaði  sum  skjótast  bát,  eitt  seksmannafar,  til at  fara  ettir  honun  og  taka  hann.  Men  av  áraskramlinun, ið  Gerðamenninir  gjørdu,  vaknaði  Páll  og  tók  at  rógva  undan av  ødlun  alvi  sínun.  Úrmælingur  var  hann  at  rógva,  og leingi  stóð  javnt  ímidlun  báðar  bátarnar,  tí  summir  Gerðamenninir  róðu  treyðir.  Tá  tók  Hanus  mastrina,  sum  lá niðri,  gekk  fram  í  bátin,  hóttaði  við  henni  og  segði,  at,  róðu teir  nú  ikki  so  hart  sum  teir  orkaðu,  so  sló  hann  teir  við mastrini;  tað  var  ov  stór  skomm,  at  ein  maður  skuidi  kunna rógva    undan    seks.  Tá  fór  at  liða  skjótari  kjá  teimun,  og  teir  komu  so  nær,  at  Hanus  fekk  sligið  Padl  við  mastrini  á armin  uppi  við  økslina  so  digt,  at  armurin  gekk  úr  liði.  So tók  Hanus  ein  sóknarkrók  og  høgdi  ímidlun  herðarnar  á Pálli,  so  har  var  eitt  stórt  og  djúpt  sár.  Tá  skar  Páll  í róp  og  bað  gud  løna  honun  hetta  høggið  attur.  Hann  varð nú  tikin,  førdur  suður  til  Havnar  og  settur  í  skansan  fjórðu ferð.  Sár  hansara  varð  grøtt,  men  ongantíð  kom  hann  at vera  sami  maður  attur  til  heilsu,  sum  hann  hevði  verið  firr. Kvussu  honun  fórst  síðani:  um  hann  breyt  seg  út  attur  edla varð  niðursendur  at  útstanda  sín  dóm,  harum  er  einki  frætt. Men  úr  Føroyun  fór  hann  og  kom  ongantíð  attur  hagar  at  búgva.
 +
 +
Ein  dagin,  tá  ið  mong  ár  vóru  umliðin,  kom  eitt  útlendskt loynikeypskip  inn  norðuri  í  Vági.  Tað  hevði  kvørvusteinar sum  annað  at  selja.  Hanus  í  Gerðun,  sum  tá  var  síslumaður har  norðuri,  fór  um  borð  til  at  keypa  sær  ein  kvørvustein. Men  sum  hann  stendur  niðri  í  lastini,  tveitir  við  kvørvusteinunun  og  rekur  teir  attur  —  hann  fann  ongan,  sum  dámaði honun,  og  altíð  skuldi  hann  nú  ráða,  har  sum  hann  var  — so  kemur  ein  stórur  maður  til,  trívur  í  økslina  á  honun  og biður  hann  skunda  sær  at  velja  sín  kvørvustein,  tí  her  hevur hann  einki  ráð:  "hetta  skal  ikki  vera  sum  at  sláa  armin  av Páll  fanga."  Tá  kom  ferð  á  Hanus.  Men  tað  hevur  altíð síðan  verið  hildið,  at  hesin  stóri  maður  var  Páll  fangi  sjálvur. Og  ettir  hetta  er  eingin  frásøgn  um  hann.  Men  Hanus  í Gerðun  fekk  ein  ógrøðiligan  svudi  í  lærið.  Hann  fór  niður til  Keypmannahavnar  eina  ferð  "uppá  landsins  besta",  sum tað  nevnist,  til  at  royna  at  fáa  betri  prís  uppá  handilspørini —  men  helst  var  tað  firi  lær  sítt,  hildu  fólk.  Tá  ið  hann kom  attur,  kom  alt  at  vera  kvaðna  verri  enn  íirr,  tí  tá  fór eitt  skinn  av  kvørjun  pari,  og  eitt  ørindi  var  irkt  um  hann:
 +
 +
 +
:Hanus  við  sínun  rotna  læri,
 +
:hann  fekk  skinn  av  kvørjun  pari.
 +
 +
 +
Hann  doyði  av  hesun  lærsvudlinun,  og  soleiðis  gekk  tann bønin  út,  søgdu  fólk,  sum  Páll  hevði  biðið  til  gud:  at  tað mátti  vera  Hanusi  atturlønt,  tað  høggið,  ið  hann  gav  honun við  sóknarkrókinun.
  
[[Kategori:Alfabetisk indeks]]
 
[[Kategori:Alfabetisk indeks]]
 
[[Kategori:Tekster på færøysk]]
 
[[Kategori:Tekster på færøysk]]
 
[[Kategori:Andrias Christian Evensen]]
 
[[Kategori:Andrias Christian Evensen]]

Revisjonen fra 28. okt. 2024 kl. 10:51

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif

A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Páll fangi

Jóhannes bóndi á Sunnanágarði í Mikladali (í Kalsoy) átti tveir sinir. Hin ingri, Magnus, var hugagóður maður til arbeiðis og giftist til Trødlanes; hin eldri, Páll, var bæði sterkur og stimalegur, men tímdi lítið og einki at gera og lá oftast burturi og sveimaði. Ógvulíga kaldligt var ímidlun Páls og pápa hansara, og hin gami ráddi tí av, at ingri sonurín skuldi eiga garðin ettir seg. Páll fekk frænir av hesun. So hendi tað eitt árið, at pápin fadl í eina sjúku og doyði. Tað kom upp við tað sama, at Páll hevði dripið hann; ein arbeiðskona, sum Páll hevði lagt ást saman við firr, men sum hann nú ikki skoytti um longur, hevði lagt hatur á hann firi hetta, vildi hevna seg og førdi út í orð, at Páll hevði latið eitur út í drekka til pápa sín og dripið hann. Har attur at hevði hann havst við gandakunstir. Eitt brúdleyp hevði tá firi stuttun verið, kvar Páll hevði fingið væl upp í høvðið; har var tosað um kríggj, og mongun tókti tað nógv firi at fara at drepa fólk, men Páll segði, at tað hevði sær einki tókt firi. Eisini skuldi hann hava sagt, at tann var verðugur at fáa eitt kvíguvirði, sum segði frá deyða pápa hansara, og hesi orð hansara vóru høvd á lofti leingi attaná. Mong hildu tó, at Páll var sakleysur: hann hevði verið til handils í Havn og keypt rottukrút til at drepa ravnar við, og so hevði tað borist á, at krútið var tikið firi kriddarí og latið út í súpan til pápan av misgáu. Tað frættist skjótt til Havnar, hvat henda arbeiðskonan hevði sagt, og Páll varð tikin, førður til Havnar og settur í mirkastovu. Men hann breyt seg út á nátt, gekk norður ettir Streymoynni til Sunds og tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna. Har dró hann bátin upp og tók so leiðina til Lorvíkar, kvar hann tók sær annan bát ivir um til Blankskála í Kalsoynni. Blankskálamenn funnu bátin drignan upp á Neystafløtunun, har sum klettur er upp firi. Hetta var onnur náttin ettir tað, at Páll var rímdur, í bátarnar, sum hann hevði tikið og síðan drigið upp, hevði hann rist merki P. F. M., og tað løgdu fólk út firi at vera: Poul, fangen Mand. Síðan hevur hann verið rópaður Páll fangi.

Tað frættist skjótt, at Páll var í Kalsoynni, og øvrigheitin sendi boð norður, at kvør, sum gav Pálli innivist edla hjálpti honun á annan hátt, skuldi verða dømdur í stórar bøtur. Menn voru settir út við tað sama til at fanga hann, og tað lukkaðist teimun. Hann varð tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan. Tá var tað, at hann firi at bjarga lívi sínun beyð sær til at vilja lesa sig í línu upp firi fjadlið Borgarin (á norðurendanun á Kalsoynni), trí hundrað favnar í hædd. Men tað var honun noktað, tí hann var hildin førur firi at gera tað, sum var ødlun øðrun ómøguligt. So breyt hann seg út aðra ferð, varð fingin upp attur og settur fastur í jadn, men sleit leinkjuna og breyt seg út triðju ferð. Hann tók leiðina norður ettir Streymoynni til Hósvíkar, tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna og dró bátin upp á Sandaleiti (sandoddi midlun Oyra og Selatraðar). Haðan tók hann, sum firstu ferð, leiðina til Lorvíkar, tók sær uppattur bát har og fór ivir um Kalsoynna. So flíddi hann norður í Nesskorarnar (skorarnar vestanfiri Trødlanes). Har vísist enn "Páls loft", eitt stórt hol inn undir ein klett, kvar hann skuldi halda til ta tíð, hann livdi í Nesskorunun. Um næturnar gekk hann so heim í Mikladalsbigd, breyt inn í kjadlarnar og stjól seyðakrov. Náttina ettir tað, at hann var komin í henda skortin (Páls loft), breyt hann kjadlin kjá bróður sínun, bóndanun á Sunnanágarði, og setti navn sítt á eina rím, sum hann hevði brotið burtur úr, at bróðirin skuldi vita av honun. Søgn er, at bróðirin læt likilin standa í kjadlinun um næturnar, so hann skuldi sleppa inn. Eina ferð kom skansabáturin norður at leita ettir honun; teir róðu runt um Kalsoynna og komu so nær loftinun, har sum Páll sat, at hann, sum hann bar uppá mál seinni, kundi hava sorað bátin við gróti; men tað vildi hann ikki gera, segði hann, tí bátmenninir vóru rættuligir menn og høvdu einki ilt gjørt honun. Níggjársaftan, meðan hann sat í holi sínun og kókaði sær kjøt — pott hevði hann stolið sær eisini — kom eitt trødl og stoytti honun pottin í eldin. Hann barðist við tað leingi og fekk rent tað út firi bergið. Plássið, har sum trødlið fór út av, rópast enn "á Smedlinun" av tí smedli, sum trødlið tá fekk.

Eina ferð stóð eitt brúdleyp í Mikladali. Um náttina — hetta var um vetrartíð — hevði Páll sníkt seg heim í bigdina til brúdleypshúsið og lagt seg í slis uppi á mønuni. Sum hann lá og lurtaði við Ijóaran, hoyrdi hann nakrar menn tosa har inni um, at tað var tó ein roynd at fara at leita ettir Pálli í Nesskorunun; tí har mundi hann vera. Ettir hetta rímdi hann úr skorunun og flíddi í "heimara fjadl", annað fjadlið sunnanfiri Mikladal. I heimari fjadli bar væl til kjá honun at krógva seg — har eru stórar urðar og nógv glopur niður ímidlun urðargrótið, og har var hann adlan veturin í friði. "Norðoyapáls vetur" er tiltikin um adlar Føroyar íiri at hava verið mildur; summi siga, at tað følvaði ikki adlan veturin ígjøgnun; summi siga, at tað kavaði ikki meira enn eina ferð í bakka. Tá ið tað váraði og attur var farið at leita ettir honun, tók hann sær eitt kvøldið bát av Blankskála ivir um Kalsoyarfjørð til Fiskimølar (sunnafíri Haraldsund eystantil á Kunoynni; har hava altíð neyst staðið). Haðan gekk hann til Haraldsunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har, ið tá var sum høvdingur í Norðuroyggjun og góður í treytun kjá Pálli at heita á, tí gamal vinskapur var teirra midlun. Tað var nakað tíðliga á náttini, at Páll kom, so tey vóru ikki niðurfarin enn í Haraldsundi, men hirdu beint tá drílarnar. Rasmus segði nú við Páll, at "hísa honun tað tordi hann ikki: hann átti so nógv húsfólk, og tey vóru so slafsut; men hann skuldi geva honun ein góðan bát og kvat ið honun níttist av mati og drekka; fisk og dríl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Hetta gjørdi hann í stundini. Páll helt so til havs og ætlaði sær til Noregs edla Hetlands; men hann var ikki komin hálvan vegin, tá brast á óveður. Einki batti kjá honun at rógva; hann rak inn attur undir Føroyalandið, undir Borðoynna og kom inn á Adnfjarðarvík. Sama dagin var bóndin í Gerðun, Hanus, burturi í haga til at higgja ettir seyði; hann sá ein bát liggja inni undir Barmi (siðst í Gerðahaganun) og ein mann liggja fram á árarnar og sova. Hann helt seg kenna Pádl fanga, skundaði sær heim til hús og mannaði sum skjótast bát, eitt seksmannafar, til at fara ettir honun og taka hann. Men av áraskramlinun, ið Gerðamenninir gjørdu, vaknaði Páll og tók at rógva undan av ødlun alvi sínun. Úrmælingur var hann at rógva, og leingi stóð javnt ímidlun báðar bátarnar, tí summir Gerðamenninir róðu treyðir. Tá tók Hanus mastrina, sum lá niðri, gekk fram í bátin, hóttaði við henni og segði, at, róðu teir nú ikki so hart sum teir orkaðu, so sló hann teir við mastrini; tað var ov stór skomm, at ein maður skuidi kunna rógva undan seks. Tá fór at liða skjótari kjá teimun, og teir komu so nær, at Hanus fekk sligið Padl við mastrini á armin uppi við økslina so digt, at armurin gekk úr liði. So tók Hanus ein sóknarkrók og høgdi ímidlun herðarnar á Pálli, so har var eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað gud løna honun hetta høggið attur. Hann varð nú tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan fjórðu ferð. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður attur til heilsu, sum hann hevði verið firr. Kvussu honun fórst síðani: um hann breyt seg út attur edla varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyun fór hann og kom ongantíð attur hagar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði kvørvusteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðun, sum tá var síslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein kvørvustein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við kvørvusteinunun og rekur teir attur — hann fann ongan, sum dámaði honun, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var — so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honun og biður hann skunda sær at velja sín kvørvustein, tí her hevur hann einki ráð: "hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga." Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og ettir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðun fekk ein ógrøðiligan svudi í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð "uppá landsins besta", sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís uppá handilspørini — men helst var tað firi lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom attur, kom alt at vera kvaðna verri enn íirr, tí tá fór eitt skinn av kvørjun pari, og eitt ørindi var irkt um hann:

Hanus við sínun rotna læri,
hann fekk skinn av kvørjun pari.