Ólavur Riddararós

Fra heimskringla.no
Revisjon per 11. mai 2024 kl. 06:46 av Jesper (diskusjon | bidrag)
Hopp til navigering Hopp til søk

Logo 9.png

A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Ólavur Riddararós



1.
"Hvört skalt tú ríða, Ólavur mín
— Kol og smiður við —
í lofti hongur brynja tín"
— Ungir kallar, kátir kallar!
gangið upp á gólv, dansið lystulig!


2.
"Eg fari mær á heiði
ta villini hind at veiða."


3.
"Tú fert ikki at veiða hind,
men tú fert til tína leikalind.


4.
Hvít er skjúrtan, væl er hon tvigin,
í blóði verður hon av tær drigin.


5.
Hvít er tín skjúrta, væl er hon skorin,
í blóði so verður hon aftur borin."


6.
Ólavur snúðist síni móðir frá:
"Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáð."


7.
Ólavur ríður eftir björgunum
fram, fann hann uppá eitt álvarann.


8.
Ólavur ríður eftir björgunum fús,
fann hann uppá eitt álvarhús.


9.
Út kom eitt tað álvafljóð,
flættað hár á herðar dró.


10.
Út kom ein av álvum tá,
flættað hár á herðar lá.


11.
"Ver vælkomin, Ólavur Riddararós,
tú gakk í dans og kvoð fyri os!"


12.
"Tú tarft ikke flætta títt hár fyri meg,
eg eri ikki komin at biðja teg."


13.
"Ert tú ikki komin at biðja meg,
eg havi ikki ætlað at eiga teg."


14.
"Eg kann ikki meira hjá álvum vera,
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera".


15.
"Vilt tú ikki longur hjá álvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera."


16.
"Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja sjúk,
ella vilt tú í morgin liggja lík?"


17.
"Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá,
ella vilt tú í morgin til moldar gá?"


18.
"Tveir eru kostirnir, hvörgin er mjúkur,
ilt er at liggja leingi sjúkur."


19.
"Fyrr vil eg í morgin liggja lík,
enn eg vil liggja sjey vetur sjúk."


20.
"Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
enn eg vil sjey vetur liggja á strá."


21.
Hon bar fram eitt drykkjukar,
eiturkornið í tí var.


22.
Hon bar fram eitt drykkjusteyp,
eiturkornið í tí fleyt.


23.
Hon skonkti honum í drykkjuhorn,
har fór í tað eiturkorn.


24.
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk,
hans breiða belti um hann sprakk.


25.
"Hoyr tú Ólavur fríði,
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!"


26.
Ólavur studdist við saðilbuga,
hann kysti tá moy av lítlum huga.


27.
Hon kysti hann só mjúkan,
hon sveik hann so sjúkan.


28.
"Tú sig tíni móðir, tá ið tú kemur heim,
tín foli snávaði um ein stein!"


29.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.


30.
"Hví ert tú so fölin, hví ert tú so bleik´,
sum tú hevði verið í álvaleik?"


31.
"Mín kæra móðir, eg sigi tær sann:
mín foli snávaði um ein stein.


32.
Tí eri eg fölin, tí eri eg bleik´,
í gjár var eg í álvaleik.


33.
Tí eri eg fölin, tí eri eg sum bast,
í gjár var eg teim álvum næst.


34.
Mín kæri faðir, tú heinta mær prest',
mín kæra móðir, ver tú mær næst!"


35.
Ólavur vendist til veggin brátt,
hann doyði langt fyri midnátt.


36.
Har komu av tí bú
líkini trý, tey vóru so prúð.


37.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív,
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.


38.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.