Álvur kongur

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Fugloyarbók

Álvur kongur


1.
Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg gangi í dans,
tað vóru ikki frægari saman
enn Álvur og rekkar hans.

    Niðurlag:
Gyltan spora við mín fót eg spenni,
so temji eg mín gangara góð
og lati renna.

2.
Álvur kongur og rekkar hans,
hoyrt havi eg gitið tess,
teir vóru ikki færri saman
enn níggju sinni seks.

3.
Draga teir sínar sjódrekar
oman út tættum neysti,
tað stóð fast í knarrar hæli,
men tá gekk fram og goysti.

4.
Draga teir sínar sjódrekar
oman á salta hav.
Maður kom av bergi oman:
"Kongur, veit mær far."

5.
"Hoyr tað tú ungi maður,
farið skalt tú fá,
vilt tú standa í allan dag
og stýra tað bylgju blá.

6.
Hoyr tað tú ungi maður,
farið veiti eg tær,
vilt tú standa í allan dag
og stýra sjó fyri meg."

7.
Hildu so í havið út,
ei var tá at fíra,
so mundi hann Ustin jallur
sjálvur ganga at stýra.

8.
So var veður á sjónum hart,
at ódnum mátti líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at frá dreiv mjøllin hvíta.

9.
So var veður á sjónum hart,
ódnir máttu kalla,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at hvørgum borði at halla.

10.
So var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
so beinur knørrur flýtur.

11.
Til svaraði Álvur kongur
av so miklum vanda:
"Hvat er hetta fyri hestarið,
sum eftir havi ganga?"

12.
"Tað eru eingi hestaríð
ei heldur onnur ross,
tað eru ramar illgerðir,
ristar eftir oss."

13.
So var veður á sjónum hart,
ódnin eftir stóð,
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.

14.
So stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð:
"Tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð."

15.
So var veður á sjónum hart,
aldan reistist frá grunni,
voldi tað ondi Ásmundur kongur,
ið illgerningar kundi.

16.
Átta dagar Álvur kongur
í eysturmála stendur,
so stýrdi hann Ustin jallur,
í blóði vant hann hendur.

17.
Átta dagar Álvur kongur
í eysturmála stóð,
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.

18.
So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í streymi:
"Hoyrið os allir mínir menn,
segið mær tykkara dreymar."

19.
Svaraði reysti Ustin jallur,
fyrstur var hann á orðum:
"Fyrstur man eg mínar dreymar siga,
fátt man feigum forða.

20.
Tað var mín hin fyrsti dreymur,
tá ið eg heiman fór,
eldur leikaði á øllum teim,
við Álvi kongi vóru.

21.
Tað var mín hin annar dreymur,
tá ið eg heiman sigldi,
eldur leikaði á øllum teim,
ið Álvi kongi fylgdu.

22.
Tað var mín hin triðji dreymur,
tá ið eg heima var,
allir stoyttust á drekans borð,
og duttu so niður í kav."

23.
So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í droyra,
"Hoyrið oss, allir mínir menn,
meg lystir ei dreymar at hoyra."

24.
Hegar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kastaði akkeri síni
á so hvítan sand.

25.
Kastaði síni akkeri
á so hvítan sand,
sjálvur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land.

26.
Fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land,
tað var hin illi Ásmundur,
ríður niður til strand.

27.
"Ver vælkomin, Álvur kongur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín.

28.
Ver vælkomin, Álvur kongur,
vilt tú mær tað trúgva:
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva.

29.
Í grasgarði stendur ein stova,
tøkt við marmorsteini,
har skalt tú, Álvur, inni hvíla
við øllum tínum sveinum.

30.
Har stendur ein borg í grasgarði,
tøkt við marmori dýra,
har skalt tú, Álvur, inni hvíla
við allar rekkar tínar."

31.
Tí svaraði Álvur kongur:
"Má eg ráða sjálvur,
mær skal fylgja frá strondum
ein rekka sveigurin hálvur."

32.
Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar bresta og jørðin skalv,
tá knørrur var drigin í neystið.

33.
Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í stórar borgir inn,

34.
Allir setti hann sínar menn
fram á hyggjubekk,
síðstur Álvur kongur
inn í hásæti gekk.

35.
So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Álvur kongur,
fram úr sessi sínum.

36.
So skeinkir hann falsarin
mjøðin inni í høll
fyrstur sovnaði Álvur kongur,
síðan hirðin øll.

37.
Falsarin gongur fyri kongin:
"Nú er liðið sovnað."
Kongurin talar til falsaran:
"Tú lat ikki mjøðin dovna."

38.
Enntá mintist Ásmundur kongur,
hvat verið hevði fyrr:
"Laðið eld í báðar galvar
og stokkar fyri dyr.

39.
Laðið eld í báðar galvar
og stokkar fyri dyr,
brennið so inni Álv kong,
alt hans valda lið.

40.
Vaknaði fyrstur av rekkum Álvs,
tá tók eldur at loga:
"Her er roykur um henda heyk,
hann legði seg søtt at sova."

41.
Vaknaði annar av rekkum Álvs,
tá tók eldur at brenna:
"Mín er skjúrtan av sveitta storkin,
til hita má eg kenna."

42.
Vaknaði triði av rekkum Álvs,
tá var økt til dags:
"So taka várir hjálmar at renna,
rætt sum skyggið vaks."

43.
Síðstur vaknaði Ustin jallur:
"Tykkum er kyndur eldur,
vekið sjálvan kongin upp,
tað má tykkur fýsa heldur.

44.
Vak upp, vak upp, Álvur kongur,
sveinar eru komnir í vanda,
eldur er lagdur í báðar galvar,
stokkar fyri durum standa."

45.
Tí svaraði Álvur kongur,
verið hevði í leikum:
"Tøkum vára breiðu skildir,
berum borg av neipum."

46.
Tí svaraði Álvur kongur,
braka tók í høll:
Mundu ikki neipir staðið við,
hevði inni verið bjørn."

47.
Sveinar gingu í borgarkálva,
øllum tóktist undur,
borgir brustu í tógva lutir,
neipir gingu sundur.

48.
Stokkur var hvør at stáli gjørdur,
til harðan greiptar knút,
rekkar Álvs vóru inni byrgdir,
náddu nú allir út.

49.
Stokkur var hvør av stáli gjørdur,
greiptur við harðar greppar,
rekkar Álvs vóru inni byrgdir,
náddu nú út at sleppa.

50.
Reystur var sagdur Álvur kongur,
væl má á honum skína,
hann kom út á víðan vøll
við øllum rekkum sínum.

51.
Og so ríður hann Álvur kongur
so reystuliga fram,
klívur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.

52.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann,
eftir stóð tá Ásmundur kongur
við sín triðja mann.

53.
Ásmundur gekk í grasagarð,
hann vindur skjúrtu í sveita,
hann sá sær ikki svinri ráð,
enn á Óðin at heita.

54.
Ásmundur gongur í grasgarði,
víða gongur av sagn,
tríggjar ferðir í luga blæsur,
hann heitur á dýra Óðins navn.

55.
"Hoyr tú Óðin æsagrá,
dugnað veit tú mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.

56.
Tá kom maður á leikvøll fram,
hann vá við eggjateini,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at beini.

57.
Tða kom maður á leikvøll fram,
eingin av teim kendi,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at lendi.

58.
Og so ríður Álvur kongur
reystuliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.

59.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

60.
Óðin stoyttist í jørðina niður
undan brynju blá,
hann kom aftur á bakið hans,
gav honum banasár.

61.
Óðin hvarv úr sessi burtur
undir brynju belti,
hann kom upp á bakið hans,
Álv kong hann feldi.

62.
Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
tá knørrur var drigin í neysti.

63.
Ganga teir frá strondum niðan
Rókur og Ringur prúði,
Steffan á so mangan hátt,
Hálvdan blæs í lúður.

64.
Ganga teir frá strondum niðan,
grimt var teim í huga,
ríva upp eikikelvi stór,
tykja ei vápnini duga.

65.
"Kongurin gav oss gull og silvur,
mangar ringar bjartar,
standið nú so menniliga,
hevnið vár harras hjarta.

66.
Kongurin gav oss gull og silvur,
mangar ringar reyðar,
standið nú so menniliga,
hevnið vár harras deyða."

67.
Og so ríður Rókurin svarti
reystuliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.

68.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

69.
Tað var reysti Óðin kongur,
stoyttist í jørðina niður:
"Tær gevi eg nú, Rókurin svarti,
lív og fagran sigur."

70.
Tí svaraði Rókurin svarti,
helt undir grønari líð:
"Tí gav tú mær lív og frið,
tú tordi ei mín at bíða."

71.
So ríður hann Rókurin svarti
ígjøgnum grøna lund,
einki gól tá eftir honum
heykur ella hund.

72.
Eg kann ikki kvøða meir
enn kvøðið er fyri meg,
Rókurin svarti hevndi Álv
í níggjunda lið.

Henda uppskriftin er úr Fugloyarbók, nr. 96.
Vísan er kend á svenskum, Arwidsson, nr. 2.
Evni í kvæðinum verður viðgjørt í "Sagan af Hálfi ok Hálfsrekkum", Fornaldar søgur Norðrlanda, 2 bind, kap. 10-14.