Aligast ríma I

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Kvæðabók I
Jóannes Patursson 1922


Aligast ríma I


1.
Karlamagnus droymdi,
tað honum illa sámdi.

2.
Karlamagnus droymdi svá,
at hann skuldi at stjala gá.

3.
"Hví man slíkt í dreyma bera,
at eg skal ein tjóvur vera?

4.
Tað man so mangt í dreymi bera,
tað man ikki alt av sonnum vera.

5.
Karlamagnus heitir á sveinar tvá:
bið Aligast fyri meg inngá.

6.
Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Aligast inn for borð.

7.
Tá var Aligast inn for borð:
"mín náðigi harri hevur sent mær orð."

8.
"Tú skalt mær tann saðilin stjala,
frú Gortra arvaði eftir sín faðir."

9.
"Skal eg hann stjala, skalt tú hann hava;
sjálvur skalt tú við mær fara."

10.
Aligast reið so tvistur,
tað rørdist ei leyv á kvisti.

11.
Karlamagnus reið sum harðast,
tað skulvu bæði torpar og garðar.

12.
Tað plaga so allir tjóvar at gera,
at skróla, tá teir fara til ferða.

13.
Karlamagnus múrin breyt,
Aligast ígjøgnum kreyp.

14.
Tá teir komu at lofts lið,
allar ringdu gullbjøllur við.

15.
Tá teir komu at lofts lemm,
allar ringdu gullbjøllur í senn.

16.
Vaknaði drottning, í lofti lá:
"hví ringja vára gullbjøllur svá?"

17.
"Hetta eri eg, Heming, tin hestasvein,
eg komi at tváa tín gangara rein."

18.
"Tváa hann rein og gyrð hann svá,
í morgin skulu vit ríða á.

19.
Í morgin at ríða til tinga,
Karlamagnus at binda."

20.
Frú Gortra hoyrdi í songum lá:
"eg vildi, mín bróðir lýddi hará."

21.
Hann gav henni høgg á kinn,
blóð dreiv niður á skarlaksskinn.

22.
Hann sló hana við fingurgull,
Karlamagnusar handska full.

23.
Ikki fekk Jøttrik tíð at sjá,
at Karlamagnus undir hans songum lá.