Aligast ríma II

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Kvæðabók I
Jóannes Patursson 1922


Aligast ríma II


1.
Eg kann onga skemtan gera,
um enn eg gangi í dans,
eg kvøði um keisar Karlamagnus
og tólvjavningar hans.

    Niðurlag:
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í saðil;
Blás í hornið Ólivant
í Runsival.

2.
Eg kann onga skemtan gera,
um enn eg gangi á gólv,
eg kvøði um keisar Karlamagnus
og hans javningar tólv.

3.
Eg kann onga skemtan gera,
um enn eg gangi at ríma,
eg kvøði um keisar Karlamagnus
við tólvjavningar sínar.

4.
Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um keisaran Karlamagnus
og aðrar reystar dreingir.

5.
Eina veit eg rímuna,
mær varð higar sent,
um hann keisaran Karlamagnus
og hansara avreksverk.

6.
Karlamagnus Pippingsson,
Ingibjargar barnið,
bæði gleðir hann úlv og ørn,
í blóði hirðir hann jarnið.

7.
Karlamagnus Pippingsson,
tann hin menski mann,
hans var stólur av Rúmaríki
fluttur á Frakland.

8.
Keisarin vaknar upp árla morgun,
telur hann sínar dreymir:
"Eg var staddur í orrustum,
gevið tað í geyma.

9.
Eg var kongur og keisari
yvir verøld víða,
skal eg nú ein tjóvur vera,
mikið um lívið at stríða.

10.
Eg var mær eitt lítið barn,
aldur upp blant sveinar,
nú eri eg ein keisari,
tað vil eg for ydrum greina."

11.
Keisarin steig úr síni song
fram á hallargólv:
"Tó skal eg mínum dreymi fylgja,
er mær ei á tí hól."

12.
Tað var keisarin Karlamagnus,
heitir á sveinar tvá:
"Bið hann riddaran Aligast
í salin for meg inngá."

13.
Inn kom riddarin Aligast,
fell á síni knæ:
"Krist signi teg, keisarin,
hvat viljum tær mær?"

14.
"Faðir mín átti ein gullsaðil,
mikið er um at starva,
tað var Gortra systir min,
hon fekk hann til arva.

15.
Tú skalt fara á heiðin land,
hóliga skalt tú ríða,
hvør tær møtir á víðari mørk,
tú skalt honum ikki bíða.

16.
Ríð so heim í kongsins garð,
alt fyri uttan kvíði,
tú skalt stjala tann gullsaðil,
ið hongur á borgarsíðu."

17.
"Skal eg saðilin burtur stjala,
heim til tín at bera,
sjálvur skal tú, keisarin,
fylgja mær til ferða."

18.
Keisarin niður múrin rendi,
Aligast fyri gekk,
stjól so burt tann gullsaðil,
á borgararmi hekk.

19.
Drottningin hoyrir bjølluklang,
rópar á harra sín,
Vittingur svarar, at Hemingur,
hann tváar gangara mín.

20.
"Í morgin skal eg keisaran binda,
áðrenn sólin rennur,"
Gortra frýsti at teim,
"mín bróður eg væl kenni."

21.
Hann gav henni høgg á tenn,
tað av góðum ræði,
blóð dreiv um nasar og munn
niður á skarlaks klæði.

22.
"Hevði bróðir mín vitað slíkt
og verið mær so nær,"
men keisarin helt sínar handskar undir,
eingin var hann varur.

23.
Aftur reið keisarin Karlamagnus
við sínum blóðiga handska,
so mundi boðini norðan koma,
sendi út Olgar danska.

Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:

Tey 3 fyrstu ørindini eru flutt higar fram og mugu saman við teim næstu 4 ørindunum roknast sum inngangur til Karlamagnusar kvæðini (eftirfylgjandi 6 tættir). Hesi 3 fyrstu ørindini hava oftast verið kvøðin sum inngangur til Amunds rímu ella Geipatátt. Annars er uppskriftin úr kvæðbók, sum Óla Jákup á Steinum á Velbastað átti. Hon er orð til annað lík uppskriftini hjá Nap. Nolsøe, lækna, og uppskrift frá Jóan Kristjani Pálssyni í Heysti, undantikin seinnipartur av ørindi 16, har Hestuppskriftin hevur: "Vittingur rópar á harra sín, hann hevur gangara mín."


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.