Angankári

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Angankári


(Uppskrift eftir Hans Jakobsen í Hamrabyrgi)

1.
Árla var um morgunin,
áður upp rann sól,
tá var illi Illsniðul
riðin fram á skóg.

    Niðurlag:
Har var leikur, har var troðin,
har vóru trodnar organspípur
millum Jútland og Rípur.

2.
Tá var hin illi Illsniðul
riðin í skógvin fram,
møtir hann eini miklari kempu,
mætari enn menskur mann.

3.
"Far tú tær til hallar heim,
kongi sig tú frá,
bið hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá!

4.
Far tú tær til hallar heim,
kongi loyn tú einki,
bið hann lata av seigum jarni
slá sínar hallarbeinkir!

5.
Bið hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá!
Sá man koma garpur at garði,
ið eitur Angankári.

6.
Oksan ein og geitir sjey,
tríati seyðatal,
skal hann honum til máltíð ætla,
áður dimmur á dag."

7.
Hann fór sær til hallar heim,
kongi segði frá,
hann bað hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá.

8.
Hann fór sær til hallar heim,
kongi loyndi hann einki,
hann bað hann lata av seigum jarni
slá sínar hallarbeinkir.

9.
Hann bað hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá.
"Sá man koma garpur at garði,
ið eitur Angankári."

10.
Oksan ein og geitir sjey,
tríati seyðatal,
læt hann honum til máltíð ætla,
áður dimdi á dag.

11.
Hundar taka at goyggja hart,
tá garpurin kom at garði,
so steig hann á foldina fast,
at eingin varð tað varur.

12.
Veggir allir signaðu,
hvar hann gekk í tún,
hurðar allar rivnaðu,
áður enn hann fekk rúm.

13.
Beinkir allir brotnaðu,
hvar ið hann gekk í sæti.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
"Slíkt eru trøllalæti."

14.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
lítst fram undan skildri:
"Sig mær, frægur Angankári,
hvat tú higar vildi!"

15.
Svaraði frægur Angankári,
rak so mál at byrja:
"Fyrst er at geva kempuni mat,
síðan eftir at spyrja."

16.
Oksakroppin át hann upp,
tríati seyðatal,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áður dimdi á dag.

17.
Oksan ein og geitir sjey
slógvaði hann á tíma
tunnur breyð og laksir sjey,
flykkini tólv av svínum.

18.
Hann vildi ei av kerum drekka,
ei av smáum skálum,
teir máttu honum á stongum vega
stóra bryggjukar.

19.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
lítst fram undan skildri:
"Sig mær, frægur Angankári,
hvat tú higar vildi!"

20.
Svaraði frægur Angankári:
"Eg hirði tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni við teg royna.

21.
Førum okkur í Tyrnisdal,
har býr maðkur og mý,
har skínur eingin sólin á
uttan hægst um summartíð!

22.
Førum okkur í Tyrnisdal,
har er maðkur og móra,
ikki heima í øskubrondum,
sum kattar liggja og klórast!"

23.
Árla var um morgunin,
sveinar leiða hest til bekka,
Sjúrður spennir gyltan hjálm,
Angankári eftir.

24.
Ríða teir í Tyrnisdal
fast av miklum móði,
so sprakk hestur Angankára,
at Grani sputtaði blóð.

25.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.

26.
Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tað var Sjúrður Sigmundarson,
kendi sær møði á hand.

27.
Niður setist Sjúrður,
kennir sær møði á hand:
"Lova mær, frægur Angankári,
at binda mítt hosuband!"

28.
"Lovi eg tær, Sjúrður,
at hvíla teg,
hvar veitst tú so fræga kempu,
ið berjast kann mót mær?"

29.
"Eg veit hann ongan føddan á fold,
snimma sonin bjarta,
uttan hin menski megnar Álv,
sum nógvar hevur spennir skarpar.

30.
Men hevði hann Bekkur Baraldsson
havt síni bæði bein,
hann hevði givið tær banasár,
sum sjálvur eg tað veit.

31.
Hevði hann Bekkur Baraldsson
havt sínar báðar føtur,
hann hevði givið tær banasár,
so tú beið ikki bøtur."

32.
Fram gekk Bekkur Baraldsson
við sín annan fót,
hvítan hjálm á høvdi bar,
Angankára ímót.

33.
Fram gekk Bekkur Baraldsson
við sítt annað bein,
so høgg hann til Angankára,
at egg í beinið neit.

34.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.

35.
Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tá fell Bekkur Baraldsson,
tann hin raski mann.

36.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í tí tunga stríði,
sendir hann boð til Virgar
at bjarga sínum lívi.

37.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í djarvisverki,
heitir hann tá á Snarvin
at fara til Virgar sterka.

38.
"Hoyr tað tú nú, Snarvin,
tú veit mær nú tann ting,
bið hann læna mær svørðið tað,
ið eitur Mimmaring!"

39.
So stoyttist hann Snarvin
í jørðina skjótt,
hann kom har at kvøldinum,
sum Virgar fyri stóð.

40.
"Ver vælkomin, Snarva,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín."

41.
"Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann sendi meg til tín.

42.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í tí tunga verki,
hann biður teg læna sær svørðið tað,
tú eigur, Virgar sterki."

43.
"Sendi Sjúrður teg til mín
at bjarga nakað sær,
Mimmaringur er tað besta svørð,
eg velji honum frá mær.

44.
Sendi Sjúrður teg til mín
at bjarga sínum lívi,
Mimmaringur er tað besta svørð,
eg dragi honum av slíðrum."

45.
Snarvan stoyttist í jørðina niður,
bæði dró og bar,
hann kom har á morgninum,
sum Sjúrður fyri var.

46.
Sjúrður ríður í Tyrnisdal,
grimt var honum í huga,
Mimmaring tók hann frá Snarvu,
hann bant við saðilbuga.

47.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
niður setist Angankári,
kennir sær sár í hand.

48.
Niður setist Angankári,
gerist nú sárur í herðum:
"Tað kenni eg á høggunum,
at lánað hevur tú svørð."

49.
Niður setist Angankári,
kennir sær sár í hand:
"Tað kenni eg á høggunum,
lánað hevur tú brand.

50.
Hóast tú hevur høggað meg,
tað er ikki meira enn so,
eyðkendur eri eg á Sjólondum,
eg eri tín systurson."

51.
"Tóast tú ert mín systurson,
so mín onkabróðir,
eg kann ikki grøða teg,
tað voldir, eg eri so móður.

52.
Tóast tú ert mín systurson,
tað er ikki meira enn so."
Sjúrður hevði Mimmaring á loft,
hann høgg hans høvur frá.


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.