Belfjóna

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Sandoyarbók
J. H. M. Hentze á Sandi í 1822

Belfjóna


Kvæðið finst bara í hesari uppskriftini og er ikki fulfíggja

1.
Harra Gud í himmiríki lini
mínum vanda!
Áka nevni eg hertugin tann,
ið ræður fyri Fertugalandi.

    Viðgangur:
Oman eftir og niðan eftir,
oman eftir vallara túni,
hvar fór hestur mín hin brúni?
Oman eftir vallara túni.

2.
Harra Gud í himmiríki
lini mína sorg!
Áka nevni eg hertugin tann,
sum ræður for Fertugaborg.

3.
Urin jall av Brenniborg
við sín heyk og hund,
hann er skamt frá Fertoyggjunum,
beitir heyk í lund.

4.
Urin jall av Brenniborg
við sín heyk og hýð,
hann er skamt frá Fertoyggjunum,
beitir heyk í líð.

5.
Væl er borgin á Fertoyggjunum
skipað við riddarar og jallar,
Belfjóna fyri borði stóð,
hon skeinkir mjøð fyri allar.

6.
Væl var borgin á Fertoyggjunum
skipað við riddarar og sveinar,
Belfjóna stóð fyri breiða borði
og skonkti tann mjøðin reina.

7.
Urin jall letur brøvum skriva
alt fyri uttan vanda,
sendir hann tey so langan veg
inn til Fertugalanda.

8.
Inn kom Urin jalls brævarsvein,
reyðargull bar á hendi:
"Her eru brøvini, Belfjóna,
sum Urin jall tær sendi."

9.
Tað var frúgvin Belfjóna,
tá hon tey brøvini sá,
allur hennara fagri litur
burt úr kinnum brá.

10.
Belfjóna letur brøvum skriva
alt fyri uttan sorg,
sendir hon tey so langan veg
inn til Brenniniborg.

11.
Inn kom frúnnar brævarsvein,
perlur læku á hendi:
"Her eru brøvini, Urin jall,
sum Belfjóna tær sendi."

12.
Svaraði riddarin Urin jall
fyrsta orðið tá:
"Eg skal frúnna á máli finna,
um enn eg liva má."

13.
Kongurin letur veitslu gera
á hesum sama heysti,
býður hann bæði riddar' og sveinum
uttan Urin jall reysta.

14.
Svaraði riddarin Urin jall,
væl kann randir rjóða:
"Tó skal eg til Fertoyggjanna,
mær vil eingin bjóða."

15.
Út varð loystur gangarin,
Urin jall skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðalsíðu.

16.
Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

17.
Urin jall leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld, ei svørð,
ei við saðilbuga.

18.
So ríður riddarin Urin jall
lystiliga fram,
forgyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

19.
Mitt í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

20.
Urin jall gekk í hallina
inn við sín rósinkrans,
bliknaði frúgvin Belfjóna,
hon vendi sín hug til hans.

21.
Frúgvin fekk í hjartað sorg,
sjúk og sár av ekka,
skeinkir skál av klárum víni,
ber Urin jall at drekka.

22.
Urin jall tók við kerinum,
hann kundi væl tukt og sinni:
"Eg fái ikki for dreingjasveiggj
frúvu á máli funnið."

23.
Tað var frúgvin Belfjóna,
henni var ráðini kunnig,
hon brá seg í hindar líki,
hon ræð á skógvin renna.

24.
Tað er frúgvin Belfjóna,
henni elvist ein meiri vandi,
lystir hertugin Ákan reysta
at ríða at Fertugalandi.

25.
Tað var hertugin Áki reysti
burt av Fertoyggjum reið,
møtti hann riddaran Urin jall
mitt á síni leið.

26.
Møtti hann riddaran Urin jall
mitt á síni leið,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
ei var ferðin greið.

27.
"Hoyr tú, riddarin Urin jall,
tað skalt tú fyri mær greiða,
hvør hevur givið tær forlov
ta villini hind at veiða?"

28.
"Eg bant mín heyk, eg bant mín hund,
eg bar meg undan brátt,
hindin fleyg yvir aldanskóg
bæði snart og skjótt."

29.
"Handa sama fríða hind,
føgur á gyltum morgni,
hon hevur ofta í ferðum verið
í mínum foykikorni."

30.
Svaraði hertugin Áki reysti,
frá man frættast víða:
"Hoyr tú, riddarin Urin jall,
vit skulu um hindina stríða!"

31.
Urin jall gav so vænt eitt høgg,
vegur við eggjarspora,
tað er satt, ið talað er,
at fátt kann feigum forða.

32.
Hertugin gav tað annað høgg,
vá við eggjarteini,
klývur Urin jalls gylta hjálm,
brynjuna mundi hann skeina.

33.
Heima liggja sveinarnir,
tykja ei í tí tattur:
"Hví man riddar Urin jall
ei koma av Fertoyggjum aftur?"

34.
Heima liggja sveinarnir,
tykja ei í tí gleim:
"Hví man riddarin Urin jall
ei koma av Fertoyggjum heim?"

35.
Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
lystir allar Urin jalls menn
burt á skógvin ríða.

36.
Sveinar riðu á skógvin fram,
søgur ganga frá,
funnu Urin jall, harran sín,
hann deyður á vølli lá.

37.
Svaraði ein av sveinunum,
Vilkus skulum vær kalla:
"Funnu vit jallsins banamann,
sloppið skuldi hann valla."

38.
Sællur er hann í verðini,
lukkan snúgvar til handa,
sóu hertugin Ákan reysta
ríða við blóðigum vanda.

39.
Gismar leyp við Dismari upp,
vendi sín hest í klingur,
Venjar við sín benjar vá,
svørðið Naglaringur.

40.
Tað vóru Urin jalls sveinarnir,
eina morguntíð
lótu byggja ein fríðan knørr
í grønari líð.

41.
Tað vóru Urin jalls sveinarnir,
eina morgunstund
lótu byggja ein fríðan knørr
í grønari lund.