Bembil

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Bembil


Huldusøgn úr Sandoy

Ein Heimasandsmaður (maður heiman av Sandi í Sandoy) fór eina ferð eystur til Skálavíkar í brúdleyp. Hann var á hesti, og sum hann reið eystur undir Tróndadalslíð, hoyrdi hann eitt rópa:

"Hoyr tú, maður, í líðini ríður
ber boð í bý, sum brúdleyp er í,
at Bembil er deyður,
og barnið er brent!"

Tá ið maðurin kom í brúdleypshúsið, segði hann hetta:
   "Bembil er deyður, og barnið er brent."
   Tá sprakk eitt undan borðinun og rópaði:
   "Tað var sonur mín."


Viðmerking Jakobsens:

En udbredt huldremyte. Sml. den i N. Spr. s. 153-54 meddelte shetlandske myte om manden som rider forbi højen og hører nogle ord, som bliver råbte ud til ham ("Hør du rytter, rid, skynd dig afsted og sig til Tivla, at Fivla er falden i ilden og har brændt sig!" o.s.v.). Endvidere f. eks. "Bruntofte Trolde" Falster i Svend Grundtvigs "Gamle danske minder", III ("Hils Bommerisse fra Bommerasse, at Pipperen er død!") E. T. Kristensen, Danske Sagn I, s. 76-90.