Biðilin (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Biðilin (A)


Heimildarfólk: Poul Johannesen í Sumba í 1848

1.
Eg havi mær eina jomfrú fest,
harra Krist av himnaríki signi hana best,
síðla um aftanin, rím fellur á,
[loysti eg út mín gangara grá.]

    Viðgangur:
Tit haldið yður so!

2.
Síðla um aftanin, ið rím fellur á,
loysti eg út mín gangara grá,
á bakið eg steig og burtur reið,
myrkar skógvar og so tranga eina leið.

3.
Myrkar skógvar og so trangar einar gøtur,
tað gjørdi eg helst fyri jomfrúnnar sakir.
Bant eg mín hest í valknútagrein,
gekk eg innan høgaloft, skemtaði með ein.
Vænt var tað vívið, í seingini lá.

4.
Vænt var tað vívið, í seingini lá,
allir hennara sjey brøður hildu vakt uppá.
Vaknaði ein, sum yngstur var av teim,
hann rópti so hart til sjey brøðra sína:
"Vit hava fingið so undarlig ein gest.

5.
Vit hava fingið so undarlig ein gest,
entin er hann prófast, ella hann er prest."
"Hann er eingin prófast, men hann er yðra mágur."
"í morgin lata vit hans høvur av slá,
hans høgru hond og hans vinstra fót.

6.
Hans høgru hond og hans vinstra fót,
slíkt tekur mann í sundurbót."
So reið eg mær haðan burt,
hvørki misti eg mína hond ella fót,
ei misti eg mítt skøna unga lív,
hvørki árla ella síðla.