Biskupsheygur

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Biskupsheygur


Rasmus Ganting, Vágaprestur, fór eina ferð til Sørvágs og hevði húskall við sær. Gøtan liggur tætt fram við Leitisvatni, millum Miðvágs og Sørvágs, og tvørtur við einum heyggi, nevndur Biskupsheygur, sum er har við vatnið.
   Tá teir koma fram við heygnum, stóð hann opin, og eitt konufólk í durunum, sum beyð presti inn. Ein onnur kona kom við øli í silvursteypi at bjóða honum, men hann blásti froðuna av og aftur í skortin á henni, áðrenn hann drakk.
   Tá segði hon:
   "Klókur vart tú", men prestur svaraði, at, var hann ikki meira lærdur enn hon, skuldi hann ikki komið higar.
   Teir vóru verandi í heygnum um dagin, og síðan var song boðin teimum. Húskallurin var ógvuliga ræddur og kundi ikki sova, men prestur bað hann halda fast í fótin á sær og toga í seg, um hann svav ov leingi.
   Trøllini bardust inni, tí hvørt slyldaði uppá annað, at tað hevði sett heyggin opnan. Tey togaðu í drongin, men fingu onki ilt gjørt honum. Ein gomul trøllkona skuldi gløða jarnstein í eldinum, men í tí sama rykti húskallurin í prestin, sum svav. Hin gamla rassast á bríkini og sleppur ikki upp - prestur hevur gandað hana fasta.
   Dagur kom sum aðrir dagar, prestur og húskallur fóru upp og út úr heygnum. Tað gamla á bríkini rassaðist uppaftur og skuldi fara út í dyrnar, men slapp ongan veg.
   Tá ið teir vóru út komnir, læsti prestur heyggin aftur - tá bæðí rein og hvein innanfyri.