Dvørgamoy I (Sjúrður og dvørgamoy)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Dvørgamoy I
(Sjúrður og dvørgamoy)


Uppskriftin var gjørd á Sandoynni.

1.
Hoyrt havi eg frá gamlari tíð,
at ørnin er eitt fok,
nú skal kvøða um Sjúrð hin unga,
um hans fyrsta tok.

    Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av vreiði,
Sjúrður vann á orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2.
Ørnin er so snart eitt djór,
hon flýgur so langa leið,
nú skal kvøða um Sjúrð hin unga,
tað fyrsta sum hann út reið.

3.
Hans skín skjøldur í gyltum høllum,
hann fer ikki um við gamni,
tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann nevndur er so at navni.

4.
Sjúrður stendur á hallargólvi,
hann kann væl orðum greiða:
"Nú lystur meg á heiðin skóg
tey villu djór at veiða."

5.
Hjálprek kongur fyri munni mælir
á tí sama sinni:
"Dvørgamál við trøllagleim,
tað byggir við fjøllum inni.

6.
Sjúrður loypur á Grana bak,
hann studdist ei við teymar,
loypur hann so lætt har á,
sum snekkjan rennur í streymi.

7.
Sjúrður ríður fyrsta dag,
dagur líður at kvøldi,
tað dregur fram at myrka skógi,
tað líður frá faðirs veldi.

8.
Sjúrður ríður eftir skóginum fram
dagar og nætur tríggjar,
kundi hvørki heiðið ella kristið
við sínum eygum síggja.

9.
Sjúrður ríður eftir skóginum fram
langa leið og drúgva,
hann sá standa fyri sær
ein heilan mannamúgva.

10.
Sjúrður situr á Grana baki
bæði við skøld og svørð:
"Eg skal ríða betur fram,
og vita hvussu fer."

11.
Sjúrður reið tá betur fram,
tað var ei til dans,
hann sá standa fyri sær
ein heilan dvørgakrans.

12.
Fram gekk ein av dvørgunum,
frá man frættast víða:
Ert tú komin at leika her,
ella ert tú komin at stríða?"

13.
Sjúrður situr á Grana baki,
tykir ei í tí tættur,
so var hann fyri dvørgum blúgvur,
hann tordi ei svara aftur.

14.
Fram gekk ein av dvørgunum,
fast av miklum móði,
hann hevði upp sína høgru hond
og Sjúrð á nasar sló.

15.
Sjúrði rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
ungur var hann og óstiltur,
hann var ei við tað kunnur.

16.
So sló dvørgurin Sjúrða tá
tann hin menska mann,
blóðið undan brynjuni
niður á saðil rann.

17.
Sjúrður svørð av slíðrum dregur,
tað syngur í gyltum ringi:
"Hetta er tað fyrsta sár,
eg havi í víggi fingið."

18.
Sjúrður svørð úr slíðrum dregur,
so í loftið brá,
hann kleyv henda sama dvørg
sundur í luti tvá.

19.
Høggini gella mong og tung,
tað syngur í dvørgabrynjum,
hann sá hvørki himmal ella jørð,
teir yvir honum dynja.

20.
Fram gekk ein av dvørgunum,
so til Sjúrða sigur:
"Vegur tú fleiri av hesum liði,
tú fellur til jarðar niður."

21.
Høggini smella mong og tung,
teir yvir honum flúgva,
hann sá hvørki himmal ella jørð,
summir fullu á grúgvu.

22.
Burtur hvurvu dvørgarnir,
eykst nú meiri vandi,
Sjúrður ræð tá eina eftir
í kolmyrkri at standa.

23.
Sjúrður ríður til og frá,
tað frystur við saðilgjørð,
rímfrost er fallið
yvir heiðinmanna jørð.

24.
Sjúrður ríður til og frá,
væl í góðan tíma,
hann sá har í kolmyrkri
gull sum dagur skína.

25.
Dvørgamoyjin fagra var,
ið fyri honum stóð,
av gulli vóru akslabond,
hon perlur við jørðini dró.

26.
Dvørgamoyjin til hans kom,
so er komið til mín,
hon kysti hann so søtan koss,
av vørrum vætti vín.

27.
Sjúrður so til orða tekur,
tykir ei í tí tattur:
"Eg eri so á skógin riðin,
at eg finni ikki aftur."

28.
Sjúrður so til orða tekur,
tung man sorgin falla:
"Ta bøn eg teg biðja vil,
tú flyt meg heim til hallar."

29.
"Eg gekk mær frá faðirs borg,
har hoyrdi eg teg kalla,
til tess eri eg higar komin
at flyta teg aftur til hallar."

30.
Hon fylgdi honum um Hindarfjall,
ei vildi hon vegin synja,
stórar áir og stríðir streymar
á Hindarfjalli dynja.

31.
Hon fylgdi honum úr avdølum,
so sigst í dømum frá,
dregur av hin myrka toka,
tað lýsir á kláran dag.

32.
Tá sá hann ta borgina standa,
sum søgur ganga frá,
leyvini bleiktra upp við ský,
so gull ber litur á.

33.
"Nú sært tú ta borgina standa,
sum øll í gulli skín,
hann ið ræður fyri hesari borg,
tað er faðir mín.

34.
Faðir mín kemur í borgina inn
bæði av illsku og reiði,
ikki má tú, kappin, tá
smílast ella læða.

35.
Hann veit tað Sjúrður,
at tær er ikki at eggja,
hann biður teg koma í smiðu við sær
stórar stengur at sleggja.

36.
Tú sig, tú ert so troyttur,
tú sig tú ert so móður,
sum tú hevur hiður troðið
tann heita dvørgaskóg.

37.
Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú gev tí fullvæl akt,
so rennur tú í smiðju hans,
sum vart tú skýggið vaks."

38.
Hon fylgdi honum í høllina inn,
øll í gulli skín,
uttan var hon við reyðargull,
innan við hvíta lín.

39.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
sveipar hann seg í skinn,
hann bant sín hest við hallardyr,
og síðan gekk hann inn.

40.
Dvørgur kemur í høllina inn,
hann talar orðum svá:
"Hvør er hesin mikli kappi,
ið her festir føtur á?"

41.
Leingi kappin orðum tagdi,
mikil er illsku vón:
"Navn havi eg við heiti fingið:
Sjúrður Sigmundarson."

42.
"Ert tú Sjúrður Sigmundarson,
tær er ikki at eggja,
tú skalt koma í smiðju við mær,
stórar stengur at sleggja."

43.
"Eg eri mær so troyttur,
eg eri mær so móður,
sum eg havi niður troðið
tann heita dvørgaskóg.

44.
Tú skalt smíða mær brynjuna,
sum einki svørð kann bíta,
harðan hjálm og rundan skjøld,
sum góður er á at líta."

45.
Dagur líður, náttin kemur,
tað dvølir í dvørgaveldi,
stórar stengur teir eru at smíða
og herða í Hilmirs eldi.

46.
Árla var um morgunin,
sólin skein so hátt,
dvørgur sló á gullhespur,
so hurðar flugu úr gátt.

47.
Dvørgur gekk í høllina inn
við silvurbrynju hvítu:
"Tak við Sjúrður Sigmundarson,
og vita, um tú nýtur."

48.
Dvørgur tekur brynjuna,
og Sjúrði fær til handar,
harvið hjálm og fríðan skjøld,
sum ikki bíta á brandar.

49.
Sjúrður fór í brynjuna,
sum dvørgurin hevði borið,
hon var bæði víð og síð,
skapað var sum skorið.

50.
Sjúrður stendur í sterkari brynju,
hann hevur so góðar brandar:
"Hoyr tað yndug, ríka frú,
tú flyt meg heim til landa."

51.
"Eg førdi teg av dvørgaskógi,
tað man tú minnast valla,
hví vilt tú nú frá mær fara
aftur til Hjálpreks hallar?"

52.
"So er tað á Buðlungs landi,
at dreingir bera sorg:
Burtur er kappin Fovnisbani
horvin úr kongsins borg."

53.
Hon fylgdi honum so langa leið,
bað honum góðan dag:
"Far nú heilur og happadyggur,
alt gangi tær væl."

54.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann heim í garðin fór,
úti sjálvur Hjálprek kongur
fyri honum stóð.

55.
Kongur so til orða tekur,
tykir ei í tí gleim:
"Tú hevur givið teg trøllum í vold,
og troyttur kemur tú heim."

56.
Sjúrður gekk í høllina inn,
gott var í honum alvi,
setist upp í hásæti,
næstum borgin skalv.

57.
Svaraði hans sæla móðir,
henni tókti ei í tí tattur:
"Tú hevur givið teg trøllum í vold,
og troyttur kemur tú aftur."

58.
"Dvørgurin hevur smíða mær,
og væl má á tað líta,
harðan hjálm og rundan skjøld,
ið ei mega brandar bíta.

59.
Eg havi verið á dvørgaskógi
og barst við dvørgaher,
dvørgamoyin dvøldi meg
og forðaði míni ferð.

60.
Eg havi barst við dvørgaher
av so miklari trá,
dvørgamoyjin loysti meg
og førdi meg fjøllum frá.