Dvørgamoy V (Kvørfinns táttur)

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Sandoyarbók
Hentze 1822

Dvørgamoy V.
(Kvørfinns táttur)


1.
Tíðrikur situr á Brattingsborg
gerst mín ríman full,
nú skal ríma um dvørgafrøði,
skín sum reyðargull.

    Viðgangur:
Dagurin líður, náttin kemur,
dimmir á jørð so fríða
í morgin saðlum hestar, dyst at ríða.

2.
Tíðrikur situr á Brattingsborg,
hann sær seg út so víða:
"Nú lystir meg á heiðin mark
yvir Birtingsstígar."

3.
Svaraði Virgar Valintsson
fyrsta orðið tá:
"Ríður tú á heiðin mark,
tú kemur har ikki frá!"

4.
Út varð loystur gangarin,
Tíðrikur skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

5.
Heima sat Virgar Valintsson
eina so lítla stund,
síðan saðlar Skemming sín
upp á sín harras fund.

6.
Út reið Virgar Valintsson
við Mimaringi í hendi,
Skemmingur steig á grønan vøll,
á Birtingsskógvar rendi.

7.
Tað var Virgar Valintsson,
á Skemmings bak hann steig,
Skemmingur rendi á Birtingsskóg,
fann kongin aftur á leið.

8.
Tí svaraði Tíðrikur kongur,
tá hann Virgar kendi:
"Hvør var tann hin dýri drottur,
ið teg higar sendi?"

9.
Svaraði Virgar Valintsson,
hann sær yvir skógvin fríða:
"Eg vildi ei frá mín harra sita,
gitið man vera víða."

10.
Ríða teir á Birtingsskógv,
søgur ganga frá,
kongurin biður hestar hvíla,
hann lystir at sova gá.

11.
Lógu teir á grønum vølli
eina so lítla stund,
vaknaði Virgar Valintsson,
hann hoyrdi hestadund.

12.
Virgar leyp á Skemmings bak,
óttaðist ikki tá,
hann sær nú eina mikla kempu
ríða teim skamt ífrá.

13.
Virgar situr á Skemmings baki,
á sítt svørð hann lítur:
"Nú skal royna Mimaring
og vita, hvat brandur bítur."

14.
Tað er Virgar Valintsson,
letur á skógvin standa,
møtir nú hesi miklu kempu,
fátt man henni granda.

15.
Svaraði Virgar Valintsson,
tann hin mikla mann:
"Hví ríður tú á Birtingsskóg
útí mítt harris land?"

16.
Yvrið dregur at Sjúrði unga,
søgur ganga frá,
dregur út sín bitra brand,
hann tað í loftið brá.

17.
Sjúrður brá sín bitra brand,
royndi góðar gripir,
Virgar situr á Skemmings baki,
hann loftaði hvørja sipu.

18.
Sjúrður høgdi ógvuliga,
klinga ringar reyðar,
Virgar situr á Skemmings baki,
óttaðist hann for deyða.

19.
Vaknaði sjálvur Tíðrikur kongur,
hann hoyrir brandar falla,
tekur nú til sítt góða svørð
og ræður á Virgar kalla.

20.
Enntá óttaðist Tíðrikur kongur,
hann hoyrir brandar syngja,
burtur var Virgar Valintsson,
við hesti og Mimaringi.

21.
Sjúrður høgdi ógvuliga,
væl mundi drongur duga,
flýgur so eldur av Virgars brynju,
skógvurin stóð í loga.

22.
Tíðrikur læt til hallar stunda,
heim av skógnum fer,
gloymdi eftir í Birtingsskógv
bæði hest og svørð.

23.
Enntá høgdi Sjúrður,
inntil hann var móður,
settist so niður á grønan vøll,
ei var drongur fróur.

24.
Svaraði Virgar Valintsson,
í víggi hevði staðið:
"Sig mær, tú hin mikla kempa,
hvar ert tú av frænda ráði?"

25.
"Sjúrð skalt tú nevna meg,
eg sigi tær satt ífrá,
næstur maður Hjalpreki
bæði til gulls og ráð.

26.
Grani eitur gangari mín,
sum frægir munnu hann nevna,
næstur maður Hjalpreki
eg eri til gulls og egna."

27.
Svaraði Virgar Valintsson,
hann mælir av tungum ræði:
"Hevði tú høgt við Mimaringi,
eg kundi tær ei bestaðið."

28.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
tá hann Virgar kendi:
Hvar er sjálvur Tíðrikur kongur,
við tær á skógvin rendi?"

29.
Svaraði Virgar Valintsson,
væl kundi orðum greina:
"Tíðrikur er í skógnum burt
við allar sínar sveinar."

30.
Svaraði Virgar Valintsson,
letur so orðum byrja:
"Vit skulu ríða til hallar heim
og víða sømdir spyrja."

31.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann skeyt tann leik av hendi:
"Hann er eingin í Brattingsborg,
ið torir mín brandin senda."

32.
Ofta nýtst ilt av forráðum,
tó hann var tað ikki verð,
illa var møddur Valintsson
í hesi somu ferð.

33.
Sjáldan skiljast leikir væl,
harðir dystar royna,
illa var møddur Valintsson,
eg geri tað ei at loyna.

34.
So eru orð við ráðum greind,
ikki er um at dylja,
ríða dyst við ókend mann,
sjáldan væl at skiljast.

35.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson
í tí sama sinni:
"Vit skulu ríða betur fram,
fleiri roysni vinna."

36.
Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
Sjúrður og Virgar Valintsson
á heidnar markir ríða.

37.
Sterkir royna stinnum alvi,
svørð við spora draga,
hestar leypa, garpar flyta,
jørð um kálvan vaða.

38.
Sterkir royna stinnum alvi,
ei man slíkum bella,
hestar leypa, garpar flyta,
svørð á brynjum gella.

39.
Hestar leypa, garpar flyta,
svørð við sporar ringja,
hjálmar skína, grímur stýra,
gyltir hjálmar syngja.

40.
Riðu yvir Birtingsskógv
í tí sama sinni,
ei var onnur tílík ferð:
"Dreingir, leggið í minni!"

41.
Riðu yvir Birtingsskógv,
bekk og bleytar mýrar,
sóust eingir tílíkir
at sita til saðla dýra.

42.
Riðu yvir Birtingsskógv,
sum risar í homrum byggja,
drekar klæða fríðan sal,
trøll for fótum liggja.

43.
Síðla var um aftanin,
dagurin tók at kvølda,
dregur at tí myrka æli,
úlvar taka at gella.

44.
Úlvar taka at gella hátt,
dregur at myrkum æli,
sóu hvørki himmal ei jørð,
og neppa stig for saðli.

45.
Sóu hvørki himmal ei jørð,
neppa stig for saðli,
ei høvdu aðrir tílíkir
verið í verri vali.

46.
At syngja tók í homrum hátt,
risar halgir njóta,
heitan eld við fótum troða,
harðan málm at bróta.

47.
Harðir steinar springa úr mold,
jørð við eitri rennur,
dvørgar hamra stórar stengur,
eldur í smiðju brennur.

48.
Dvørgar hamra stórar stengur,
gyltar brandar sleggja,
óttast Virgar Valintsson,
ilt er í at eggja.

49.
Svaraði Virgar Valintsson:
"Nú er aftur at venda!"
So var svørð í slíðrum heitt,
teir kundu tað ikki henda.

50.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
letur so orðum byrja:
"Hoyr tað, Virgar Valintsson,
tað skulu ei frægir spyrja."

51.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
heldur á búnum stáli:
"Minna sigst for Tíðriks kappum,
dreingir gita á máli."

52.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
"Vit skulu á skógvin ríða,
hoyra fáa vit annan sang,
tá náttin tekur at líða."

53.
Teir riðu eftir skógnum fram,
myrkt var teim for eygum,
funnu upp á gullhúsið tað,
ið lagt var í bondum beygum.

54.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
"Úti er ikki at standa,
gista skulu vit her í nátt,
í morgin beita brandar."

55.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
"Vit skulu á skógnum gista,
í morgin skulu vit føra heim
alt tað, ið lív kann lysta."

56.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
ræður for munni at tala:
"Leggja skulu vit hjálmar av,
í morgin hestar saðla!"

57.
Gingu teir í húsið inn,
glógvar sum gullið reyða,
síggja fyri borði standa
mangar brandar beygar.

58.
Síggja fyri borði standa
mangar brandar beygar,
sótu fyri moyggjar tvær,
skína sum gullið reyða.

59.
Síggja fyri borði standa
mangar brandar bitrar,
sótu fyri moyggjar tvær,
vænar og so vitrar.

60.
Sótu fyri moyggjar tvær,
klæddar í silki smá,
dýrir drykkir á borði stóðu,
søgur ganga frá.

61.
Sjúrður tók tann dýra drykk,
hann mundi ei mangan biðja,
stillar sótu moyggjar tvær,
tóktist teim best at tiga.

62.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
letur so orðum byrja:
"Hví sita tit so eina her?
tað er fyrst at spyrja."

63.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
mælir for munni hátt:
"Hvør hevur ráð for hesi høll,
og hvar er hann í nátt?"

64.
Enntá sótu moyggjar tvær,
lata eftir hyggi fara,
Sjúrði tókti lítið í,
tær vildu ei aftur svara.

65.
Svaraði Virgar Valintsson:
"Vit skulu í borgum byggja,
vilja tit ikki aftur svara,
tit skulu for brondum liggja."

66.
Svaraði onnur dvørgamoyggin,
øll í gulli skín:
"Harri ræður for hesi høll,
Kvørfinn, faðir mín."

67.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
ei var drongur ræddur:
"Er tín faðir á skógnum burt
ella í smiðju staddur?"

68.
"Faðir mín er á skógnum burt,"
moyggin tekur at telja,
"hvørja nátt við risar berjist,
málm úr homrum velja.

69.
Faðir mín er á skógnum burt
við allar sínar sveinar,
hvørja nátt við risar berjist,
at velja tann málmin reina."

70.
Tað er Virgar Valintsson
letur so orðum falla:
"Taka skulu vit moyggjar tvær
og flyta heim til hallar."

71.
Svaraði Virgar Valintsson,
hann sló so upp í gleim:
"Taka skulu vit moyggjar tvær,
føra til hallar heim."

72.
Virgar tók tær moyggjar tvær,
setir á Skemming fríða,
Sjúrður tók tað besta svørð,
ið dvørgurin hevði smíðað.

73.
Sjúrður tók tað besta svørð,
væl kundi brynjur bíta,
síðan allar aðrar brandar,
hann sjálvur lystir at nýta.

74.
Tóku bæði gull og silvur,
alt fyri uttan sút,
síðan skunda síni ferð
av dvørgahelli út.

75.
Riðu eftir skógnum fram,
spara ei flótar hestar,
tað skalv bæði leyv og lund,
tá tók dagur at bresta.

76.
Tað lýsir yvir allan skóg,
sólin tekur at branda,
drekar tóku at ýla hátt,
tá risar í hallir ganga.

77.
Tað lýsir yvir allan skóg,
sólin tekur at troyggja,
dvørgar taka at flyta heim,
hvør til sínar moyggjar.

78.
Kvørfinn kemur av skógnum heim,
tykist vera í vanda,
opnar sær hann hellisdyr
fyri sær at standa.

79.
Dvørgurin gekk í hellið inn,
einki ið hann sigur,
hann sær frammi á breiða borði,
brandar av um miðju.

80.
Yvrið dregur at dvørginum,
kortar hann gull og fíggja,
lítur seg inn til moyggjar tvær,
men har var einki at síggja.

81.
Dvørgurin so til orða tekur,
ilt er um at eggja:
"Nú skal ganga at sterkum stiðja,
brandar aftur at sleggja."

82.
Dvørgurin leyp um hallargólv,
ei var til góðs at bera:
"Hevndar skulu moyggjar tvær
við góðum sømdum verða."

83.
Dvørgurin leyp av hellisdurum,
ilt var skap at eggja,
skutu eld í stóra smiðju,
brandar aftur at sleggja.

84.
Sjúrður og Virgar Valintsson
heim í garðin fór,
úti sjálvur Hjalprekur kongur
fyri teimum stóð.

85.
"Ver vælkomin, Sjúrður,
heim av hesi ferð,
tú hevur vunnið á heiðinmark
gull og búgvið svørð.

86.
Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
siga skalt tú mær,
hvaðan er handa mikla kempa,
ið førir har moyggjar tvær?"

87.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
letur so orðum falla:
"Hatta er Virgar Valintsson,
tann Tíðriks kappin snjalli.

88.
Hatta er Virgar Valintsson,
ið førir tær moyggjar tvær,
hann hevur verið á heiðinskóg
í hesi ferð við mær."

89.
Tá svaraði Hjalprekur kongur,
allur í gulli skín:
"Virgar, gakk í hallina inn
og drekk bæði mjøð og vín!"

90.
So var hann av ferðum móður,
søgur ganga av,
tríggjar nætur í ríkinum
hjá Hjalpreki kongi var.

91.
Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
Virgar klæðist for síni song,
hann lystir nú heim at ríða.

92.
Virgar gongur for Hjalprek kong,
biður hann dugnað vita:
"Læna mær skútu frá landi út,
moyggjar um sund at flyta!"

93.
Virgar gongur for Hjalprek kong,
biður hann dugnað gera:
"Læna mær skútu av landi út,
moyggjar um sund at føra!"

94.
Tí svaraði Hjalprekur kongur:
"Skútu læni eg tær
at flyta yvir um Singjarfjørð
dvørgamoyggjar tvær."

95.
Tí svaraði Hjalprekur kongur:
"Skútu skalt tú fá
at flyta yvir um Singjarfjørð
dvørgamoyggjar tvá."

96.
Virgar læt av lunni draga
eina forgylta skeið,
sigldi yvir um Singjarfjørð,
sum sólin fagurt skein.

97.
Tað var Virgar Valintsson,
søgur ganga frá,
flutti moyggjar á Selgjaland
og læt teim borgir slá.

98.
Hann læt sláa gullborgir,
sum gitið man verða leingi,
síðan sigldi Virgar sterki
aftur til Tíðriks dreingir.

99.
Virgar læt á Selgjalondum
forgyltar borgir gera,
setti har inni moyggjar tvær,
tær skuldu silki bera.

100.
Hann setti har inni moyggjar tvær,
tær skuldu silki virka,
síðan fór Virgar Valintsson
aftur til Tíðrik sterka.