Eftirmæli av Jóannes Patursson

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Eftirmæli


Eftir uppskoti frá fyrrverandi formanni Noregs Ungdomslags, harra professor Gjelsvik, varð á adalfundi felagsins í 1923 samtykt at geva Føroyingum eina bókagávu á teirra egna máli. Fyrsta ætlanin var, at tað skuldi vera ein føroysk sálmabók. Hetta fekst tó av ymsum atvoldum ikki í lag. So varð ráðgjört í staðin fyri ay útgeva eina føroyska kvæðabók.
   Eg varð so biðin um at savna tilfar til besa bók og havi so gjört. Eg tók tá til ráða at velja slík kvæði: 1. sum røða um forna manna brøgd í norrønum londum og í londum, har Norðmenn hövdu veldi í forðum; 2. sum sýna á bæði fornan og nýjan føroyskan kvæða yrkingahátt, og 3. sum yvirhøvur eru væl umtókt á dansigolvi. Harimóti eru besi kvæði ikki burturúr vald fyri at flyta framm dømir um tey best yrktu føroysku kvæði, ei heldur fyri at sýna framm tær bestu söguligu frágreiðingar í føroyskum kvæðum.
   Professor Liestöl, sum hevur eftirhugt mínar frágreiðingar til kvæðini, lektor Erik Eggen sum hevur ritað upp tonarna, og bókavörði M. A. Jacobsen, sum hevur dugnað mær á ymsan hátt við útgávuni, sigi eg mina bestu tökk.

Jóannes Patursson