Gásadalsmaðurin í huldubátinum

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851


Gásadalsmaðurin í huldubátinum


Gásadals bygd liggur so illa fyri sjónum, at teir kunnu ikki hava bátar standandi har um veturin. Har er bratt niður fyri, og umpass fimtan favnar hátt. Umframt tað eru Gásadalsmenn ov fáir at manna stóran bát út á hav, og hava tí, áður sum nú, havt bátar í felag við teir í Bø, og verið vanir at rógva út við teimum.
   Ein maður úr Gásadali fór eina nátt heimanífrá, eystur á Akranes, hvar Bíggjarmenn skuldu leggja at landi og taka hann inn í bátin. Tá ið hann kom eystur um Skarðsá, sá hann bát rógva inn at Akranesi. Hann vildi ikki, at teir skuldu dvøljast leingi eftir sær, og tók tí at renna hart oman til teirra. Hann sær nú, at sjey menn vóru á báti, og at sessur stóð leysur fyri honum á einum bekki. Tó tekti hann ikki mennirnar, tí at dimmið var ikki meira enn um at fara at lætta á. Hann kundi ikki gruna nakað ilt og tókti, at alt var sum tað átti at vera. Hann var kvikur at springa inn í bátin, og teir løgdu straks frá landi.
   Gásadalsmaðurin settist á bekkin, ið hann var vanur at sita á, men nú hann hyggur um seg, kennir hann ongan mann í bátinum. Hann veit nú gjølla, at tað eru huldumenn hann er komin ímillum. Tó roynir hann at lata teir ikki kenna ótta á sær, men rør dugliga sum hinir.
   Teir fara norður um oynna út á Ravnamúla, tað miðið, sum vágamenn plaga at rógva út á. Huldumennirnir egndu og kastaðu niður. Gásadalsmaðurin sat stillur og tagdi, tí snørið hevði hann borið við sær út úr dali, men onglarnir hingu eftir í Bø, og einki átti hann agnið.
   Formaðurin spyr hann nú, hví hann kastar ikki niður. Hann svarar:
   "Tí at eingin er krókurin og eingin bitin".
   Hetta fekk huldumaðurin honum straks, og onglarnir vóru ikki meira enn komnir niður á botni, fyrr enn hann kendi og dró ein stóran fisk. Tá ið hann hevði sligið hann, tók formaðurin og markaði hann, og varð hvør fiskur hann dró, markaður.
   Teir róðu tá heim, søkkladnir, og løgdu aftur at landi á Akranesi, í sama staði har teir høvdu tikið Gásadalsmannin inn. So sum hann hevði sitið í sjálvdráttri, blakaðu teir honum hvønn fisk á land, ið teir høvdu sæð hann veiða, og sum tí var markaður.
   Nú hann er komin á land, ansar hann eftir, at hann hevur gloymt knívin eftir í bátinum. Hann rópar tí til teirra:
   "Hvast við lær stendur eftir."
   Huldumaðurin treiv um knívin og blakaði hann eftir honum, men hann kom ikki á hann. Huldumaðurin rópaði tá:
   "Bannaður verði tú, eydnumaður ert tú!"
   Teir løgdu nú aftur frá landi, og huldumaðurin segði nú: "Hundur vart tú, at tú ikki segði mær takk fyri bátin." (Ikki er gott at nevna knív, svørð, øksi, ella annað slíkt við røttum navni, uttan at siga tað við øðrum orðum, "hvassi" o.s.v.. Ei heldur eigir tú at veita huldumanni takkir fyri nakað, tó hann ger tær beina, tí harvið fær hann kraft at gera tær ilt.)
   Sagnir sum líkjast hesari, ganga um ein mann á Strondum og annan á Eiði, sum báðir róðu út við huldubáti. Eiðismaðurin róði allan veturin við honum.