Göngu-Rólvs kvæði

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Göngu-Rólvs kvæði


1.
Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi:
Ingibjørg hevur oss fróðskap kent
at ríma um reystar dreingir.

Orlov biðjum vær, ærligir menn.
Dans skulum vær fremja,
tað er ikki dagur enn.
Orlov biðjum vær.

2.
Ingibjørg hevur oss fróðskap kent,
at ríma um reystar dreingir,
fornar kempur av Noregi,
sum gitið man vera leingi.

3.
Fornar kempur av Noregi,
sum dømini hava stór,
lótu byggja feigan knörr
mánað fyri jól.

4.
Lótu byggja feigan knörr
mánað fyri jól,
nevndur er teirra stýrimaður,
hann eitur Snorri fót.

5.
Illgerð Steinur og Árnar-Bjørn
báðar kann eg nevna,
lata byggja feigan knörr,
til Grønlands vilja stevna.

6.
Brøður fóru á skógir burt
eina morgun tíð,
funnu teir eitt fagurt træ,
teir lata knörr av smíða.

7.
Knörrur var bygdir á Norðmøru,
gott var í honum evni,
átjan alin og fjöruti
var kjölurinn millum stevna.

8.
Knörrur var bygdir á Norðmøru,
slíkur var eingin í forðum,
átjan føtur og tríatí
var breiddin millum borða.

9.
Teir lótu byggja feigan knörr,
fagran og so fríðan,
bæði við bondum og bugsprytum,
kongi góvu teir síðan.

10.
Lótu byggja Grønlandsknörr,
fagran og so fljótan,
bæði við hondum og bugsprytum,
teir bóðu kong væl njóta.

11.
Knörrur flýtur fyri bryggjusporði
við sínum gylta brandi,
eingin hevur tílíkur flotið
fyri kongsins landi.

-- -- --

12.
Snorri kemur inn árla morgun
konur man hann grøta:
"Hvör ið siglir Grønlandsfjörð,
ymist man honum møta."

13.
Vundu upp ein hvítan dúk,
út í havið settu,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.

14.
Tá steig mangur feigur fótur
út av Noregis landi,
sigldu so í havið út,
sum sólin fagurt brandar.

15.
Lögdu inn í Íslandi,
hövdu mangt at kvitta,
fullgóðan hövdu teir viljan til
formannin at skifta.

16.
Teir komu sær so síðla dags,
fátt var fólk á gongd,
har kom framm ein gamal maður
við ungum syni við hond.

17.
Har kom maður av bergi oman,
Máur hæt hann á Mýri:
"Gerið væl við mín yngsta son,
hann kann væl knörri stýra."

18.
Hildu undan Íslandi
úr tí havnalagi,
tóku inn unga Gongu-Rólv,
hann kemur nú fyrst í kvæði.

19.
Tá var veður á sjónum hart,
Rólvur setst við stýri,
vundið seglið í húnar hátt,
og framm gekk knörrurinn dýri.

20.
Tá var veður á sjónum hart,
sveinar halda í hond,
Ísland er sum fuglur at sjá,
aldan fjalir land.

21.
So var veður á sjónum hart,
eldur reyk á tongum,
hvíta gás við grunninn vóð,
tá tognaði seymur í rongum.

22.
Vindur kom av rustum niður,
brakar í súðum hátt,
hvíta gás við grunni veður
bæði dag og nátt.

23.
Báran brýtur, Ísland trýtur,
hurrar í hvörjum streingi,
aldan breyt í bæði borð,
allvæl dugdu dreingir.

24.
Fingu ein so stóran sjógv,
Rólvur stóð við stýri,
aldan breyt í húnbora hátt,
tá bliknaðu dreingir dýru.

25.
Fingu ein so stóran sjógv,
öllum tokti undur,
seglini fullu á bunkan niður,
togini gingu sundur.

26.
Tá tók at bendast í breiðum báti,
skulvu borð og bitar,
viltust norð í Tröllabotn,
har gekk teim súrt við slitur.

-- -- --

27.
Risin kemur úr fjalli oman,
trívur um stavnar báðar:
"Eg eigi vík og havnalag,
hvör vil sínum ráða."

28.
Tað var fyrsti av teirra monnum,
skyldi upp at ganga,
hann var kiptur av tilju niður,
snarliga misti anda.

29.
Tað var annar av teirra monnum,
skyldi upp at gá,
hann var kiptur á tilju niður,
deyður fell hinum hjá.

30.
Eg kann ei við orðum greina
teirra tungu neyð
trýhundrað mans á knörri doyði,
treyt hvörkin drekka ei breyð.

31.
Eg fái ei við orðum greitt,
hvat teir allar hefti,
tá svav fátt á teirra mál,
tríggir lívdu eftir.

-- -- --

32.
Illgerð-Steinur og Árnar-Bjørn,
gongu-Rólvur hin triðji,
laða gull í barm á sær,
teir ganga frá deyðum liði.

33.
Hvör er treyður frá veröldar eyð,
minni kemst til handa,
laða gull í barm á sær,
teir ræða frá skipum at ganga.

34.
Gingu fullar átta dagar
frysti við jökilstræti,
hvör ið kemur í tílíka neyð
hann missir gleði og kæti.

35.
Niður setist Illgerð-Steinur,
kólna tóku hendur og føtur:
"Tað sær eg," segði gongu-Rólvur,
"tú býður tess ikki bøtur."

36.
"Verður tær tess eyðið
tú kemur til Noregis heim,
heilsa bæði vinum og frændum,
kannsttú mál at greina.

37.
Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka";
tá kvaðst við á baki hans:
"Eg skal burtur taka."

38.
Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til knæ:
"Svörji tann eið á míni trú,
nú havi eg byrðar tvær."

39.
Gingu fullar átta dagar,
frysti við jökilstíg,
hvör sum kemur í tílíka neyð,
hann lær ikki allan tíð.

40.
Niður setist Árnar-Bjørn,
kólna tók hond og fót,
"eya meg," segði gongu-Rólvur,
tú býður tess ikki bót.

41.
"Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis líð,
heilsa bæði vinum og frændum,
tú lova ikki roysni mítt."

42.
"Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka";
tá kvaðs við á baki hans:
"Eg skal burtur taka."

43.
Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til kníggja:
"Svörji tann eið á míni trú,
nú havi eg byrðar tríggjar."

44.
Tá eykast honum gongu-Rólvi,
meiri angist og vanda,
tá ræð hann í átjan dagar
í kólmyrkri at ganga.

45.
Rólvur gekk tá átjan dagar
langa leið og drúgva,
eld sá hann í fjalli brenna,
högar neistar flúgva.

46.
Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú tröllum at banna:
"Ligg her aldur og alla ævi,
njóti tín eingin manna."

47.
Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú tröllum at blóta:
"Ligg her aldur og alla ævi,
eingin skal tín njóta."

48.
Tí svaraði gongu-Rólvur:
"Úti má ikki standa,
hvört her byggja tröll ella fólk,
eg fari her inn at ganga."

49.
Rólvur gekk í skálan inn,
sum stór sat kona við eld:
"Vesælur vættur, dvölst hjá mær
og verm tín frosin feld.

50.
Vesælur vættur dvölst hjá mær
og verm tín frosin bein,
kemur hann Rosmar risin heim
hann sprytar teg upp á tein."

51.
Hon reiv av honum frosna váð
setti at eldi at dasta,
glerið lá um beinini niðri,
ei var í gulli glæstra.

52.
"Tað sær eg á tínum eygum tvá
tú ert av menskum monnum,
sig mær frægur, heitið títt,
hvaðan ertú av sonnum?"

53.
"Eg eri alin á Íslandi,
við alskyns mekt og prýði,
nevndan hoyrdi eg faðir mín,
Máur hæt hann á Mýri."

54.
"Er hann so sannur faðir at tær,
sum tú hevur fyri mær nevnt,
ónt hevur teg av leiðini borið,
óbeint hevur tú stevnt.

55.
Er hann so sannur faðir at tær,
sum tú hevur fyri mær svorið,
samborin erum vit systkin tvey
bæði til kals og konu.

56.
Eg eru so vön við tröllagleim,
angur kann eg ikki virða,
mær er vandi til handar komin,
hvar skal eg Rólv teg hirða?"

57.
Fördi hon hann í skinnini grá,
hon hevði ei onnur klæði,
feldi hann so í tætta urð,
sum hann í steini væri.

58.
Rólvur liggur í urðini,
lýðir á tröllatáttum,
oman ruddu dalar og fjöll,
tá risinn kom heim á náttum.

59.
Oman ruddu dalar og fjöll
tá risin kom heim á kvöldi,
enntá tokti gongu- Rólvur
liva við lítið veldi.

-- -- --

60.
"Eg gangi ikki so út og inn,
eg kemi ei beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum."

61.
"Hvat skal mær til krásir vera
uttar á burð at hitta,
eg havi ei krásir at veiða tær,
tú kant tað ikki kvitta."

62.
"Mann havi eg á reki funnið,
hoyr meg Hildan svinna,
eg tapti ein av hundrað tólv
eg kann hann ikki finna.

63.
Mann havi eg á reki funnið,
tapt ein av hundra tólv,
tá ið eg stóð fyri aftan stýrið,
hoyrdi eg nevndan Rólv!

64.
Eg gangi ikki so út og inn,
tað rýkur av beiskum ranni,
tað er í mítt helli komið,
eittans bein úr manni."

65.
"Hvat skal mær til krásir vera,
heima siti eg ein,
kráka fleyg yvir ljóara í dag
hon feldi mannabein.

66.
Kráka fleyg yvir ljóara í dag,
hon feldi mannabein,
hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,
eg var ikki til tess sein."

67.
"Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ikki beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum!"

68.
Tekur hon hendur um risans háls,
og kallar hann søtann sín:
"Hvursu mundi tær verið við,
um her kom bróður mín?"

69.
"Kannstú mær hann heilan greiða
kannstú við at víkja,
eg skal svörja tær trygdareið,
eg skal hann ikki svíkja.

70.
Kannstú mær hann heilan greiða
lat tað nú so verða,
eg skal svörja tær tryggan eið,
eg skal honum einki gera."

71.
Setur hon Rólv á risans knæ
við so lítlari prýði,
ikki var klappan á holdi mjúk,
tað brotnaði bein í síðu.

72.
Tekur hon Rólv av risans knæ,
setur á hellisgólv:
"Tað stenst ei barnið klappan tín,
famm kanstú hóv."

73.
Hann bar honum framm oxalær
alt við ongan vanda,
Rólvur kendi fallegt merki
á hesum kosti standa.

-- -- --

74.
Rosmar nevni eg tann grima risa
nógv hevði gull at ráða,
hann hevur knör í fjallið sett
við sínar brøður báðar.

75.
Hann hevur knörr í fjallið sett
við sínar brøður báðar,
við lívið skildi Rosmar teir
tí hann vildi eina ráða.

-- -- --

76.
Rólvur kemur út árla morgun,
rívur skrúvu frá eygum,
hann sær knörr í fjalli settan
bundnan við bondum beygum.

77.
Rólvur hugsar við sjálvum sær:
"Tröllini tey eru sterk,
hevði tað mennskur maður gjört,
tá var tað eitt roysinsverk."

-- -- --

78.
Sex vetur var hann í tröllabotnum
út í risans ranni,
inntil tann hin sjeynda,
tá legði hann ást við svinnu.

79.
Tað var um ein árla morgun,
hon gongur fyri risan at standa:
"Eg veit tær eingi betri ráð,
tú flyt hann burtur av landi.

80.
Hoyr tú risinn søtinn mín,
nú tekur at tróta breyð,
á örmundarhús tað etur hann os
gistir hann vetur sjey."

81.
Risinn eigir ein bøttan bjálva,
man meg rætt um minna,
har vóru átjan kobbaskinn
og aldanshúðir tvinna.

82.
Tekur hann Rólv á bak sítt upp
gullkistu íhjá
bar hann so til strandar oman
mót teirri bylgju blá.

83.
Átjan dagar við grunni veður
glymur á hamra húðum
hann kom ei á moyjaland,
fyrr enn sólin roðar á búðum.

84.
Tá var dagur í havsbrúnni,
Rólvur tók at troyttast,
aðrari hendi belti skar,
bjálva av sær at loysa.

85.
Tá var dagur í havsbrúnni
Rólvur tók at hasta
aðrari hendi belti skar
bjálva av sær at kasta.

86.
"Eg havi ført teg á land so væl
aftur ljóti eg at venda,
kvendi teg við ástum beiða,
lukka man teg henda."

87.
"Tú hevur sett meg upp á land
eg síggi sól og mána,
tá íð tú kemur í hellið títt
tá heilsa ungu svannu.

88.
So runnu tár av risans kinnum
sum högl av hvössum æli:
"Far væl, Rólvur Uppsal-jall
eg nái ikki við teg tala."

89.
"Takk havi tú, fostri mín,
tú flutti meg til manna,
tá íð tú kemur í helli títt,
tú heilsa ungu svannu.

90.
Tá ið kemur har mitt á leið
tú lít teg upp í eystur,
har manstú ta drottning sjá
hon gevur tær fullgott treyst."

91.
Risinn leit í sólarmagn,
hann náddi ei framm at ganga,
stendur í miðjum Íslandshavi
merkir stóran dranga.

-- -- --

92.
Inn kom ein av moyjunum
sigur frúnni frá:
"Eg sær mann á borgarmi
tílíkan ongan sá.

93.
Særtú mann á borgarmi
tílíkan ongan sá,
leiði mær hann í höllina inn
lati meg sjálva sjá."

94.
Rólvur gekk í höllina inn,
mist hevði gleði og kæti,
upp stóð frúgvin Lindin mjá,
beyð honum sess og sæti.

95.
Rólvur hevði vanan tann,
ið hann hevði fyrr,
uttarlaga sessinn tók
ytst við hallardyr.

-- -- --

96.
Fyrstu nátt á borgum svav
á ríku frúar armi,
svörji tann eið á míni trú,
ei brast moyjarnavnið.

97.
Summar vildu slíta hans hár,
summar fyri bakkan kasta,
uttan frúgvin Lindin mjá
hon bað ikki Rólv so lasta.

98.
Aðri nátt á borgum svav
hjá ríku frúar síðu,
hann lá tryggur í síni song,
hans hendur fóru ei víða.

99.
Arla var um morgunin,
sól tók fagurt at roða,
upp stóð Rólvur og klæddi seg
allar vildu hann fjóna.

100.
Summar vildu slíta hans hár
summar beinini brjóta,
uttan frúin Lindin mjá
sjálv vildi hon hann njóta.

101.
Triðju nátt á borgum svav
á ríki frúar armi,
svörji tann eið á míni trú
at nú brast moyjarnavnið.

102.
Árla var um morguninn,
sól tók fagurt at skína,
upp stóð Rólvur og klæddi seg,
allar vildu hann pína.

103.
Summar vildu hann á gálga føra,
summa ríva hans hár,
uttan frúin Lindin mjá
hon feldi fyri hann tár.

104.
"Heintið mær Skúv av Víðinesi
við sítt nevið bljúgva,
hann skal flyta Rólv yvir hav
so langa leið og drjúgva."

105.
Har kom fuglar sum fyrr var nevndur
fleyg yvir urðar og fjöll
hvar hann settist á foldina fast,
hann merki spor í völl.

106.
Tók hann Rólv á bak sítt upp,
sex dagar mundi hann renna,
inntil tann hin sjeynda,
tá mundi hann Trándheim kenna.

107.
Næturnar sex og dagarnar sjey
mundi hann við honum fara,
hann setti hann á tað hægsta fjall
í Trándheimi var.

108.
Rólvur kom úr fjalli oman,
alt var fólk á gangi
møtti hann síni sælu systur
við ungum syni í fangi.

109.
Hann kom ikki fyrr til Trándheims niður
enn alt var fólk á máli,
sveinar trongdi kall í durum
hann gekk óræddur í skála.

110.
"Í fjallinum fjaldi eg mikið gull
fáan veit eg mín maka,
hvör sum meg í durum treingir,
eg unni honum væl at taka."

111.
Kongurinn talar til sínar menn,
biður teir allar tiga:
"Gevi kalli ljóð um stund
hann kann frá ferðum at siga."

112.
Ti svaraði gongu-Rólvur
ræður so orðum byrja:
"Fyrst er at geva manni mat
og síðan tíðindi spyrja."

113.
Teir bóru honum framm oxasíðu,
betur kundi hann ikki velja,
eg svörji tann eið av míni trú
at tá kvaðst Rólvur at selja:

114.
"Mangi hava eg vonda stund
flakkað suður og norð,,
eg havi ikki av skálum drukkið,
ei sitið yvir borð.

115.
Oftum havi eg í vási verið,
stundum uppi í ský:
hvör sum í míni fótspor stígur,
lær ikki allan tíð.

116.
Oftum havi eg í vási verið,
stundum niðri á grunn:
hvör sum í míni fótspor stígur,
lær ikki allan stund.

117.
Eg havi so langt á leiðini verið,
burtur frá menskum monnum,
eg sá ikki svartan fugl
á snjóhvítum fonnum.

118.
Sex vetur var eg í Tröllabotnum
í tann risans ranni,
inntil tann hin sjeynda,
tá legði eg ást við svannu.

119.
Tríggjar nætur á moyjaland
fari til døma at taka:
harvið byggdist heimurinn,
at kvendið fekk sín maka."

120.
Til tað svaraði kongurinn
bæði av bold og ræði:
"Um tú livir annað slíkt
eg gevi tær kost og klæði."

121.
Tí svaraði gongu-Rólvur
gerst nú nýtur drongur:
"Fái mær prest at skrifta mær
eg vil ikki liva longur."

122.
Skýrdu teir hin unga Rólv,
fagran og so fríðan,
tá ið hann kom ur funti upp
tá læt hann sítt lív.

-- -- --

123.
Tí var hann kallaður gongu-Rólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
tá sólin roðar í kav.