Gandkvæði Tróndar (J.H.O. Djurhuus)

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

J. H. O. Djurhuus 1908
Yrkingar 1914.


Gandkvæði Tróndar


Hevjið í homrum
harðmælta kvæðið,
villu valkyrjur,
vetrarins børn,
tit mínar frælsu,
froysandi hvirlur,
føddar av ódn.
 
Hastið í hernað
hamranna døtur,
vekið til veldis
vilt glaðustrok;
gravið frá grunni
goysandi orrusturok.
 
Ramar eg risti
rúnir, ið rinda
ravni ræ.
Sanna skal Sigmundur:
Tróndur trøllsterkur kvað.
 
Verjast skal Valhøll,
ið vølvur veittu
miklum norðlanda
monnum til mið.
Eydnast at inna
ei skal Sigmundi
eystlanda sið.
 
Fjallfríðu Føroyar,
ramasta rúnin
ritað av gudum
um einstakra rætt!
Trygdareið Tróndur
hann treystligt at verja
svór síni ætt.
 
Hevjið í homrum
harðmælta kvæðið,
villu valkyrjur
veitið mær vørn.
Fram móti Sigmundi
skip hansar sorandi,
land honum forðandi,
fram móti kristni,
kirkjurnar brótandi,
Tróndur til Tórs og Óðins er blótandi,
høgt kvøður heiðin ørn.

HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.