Grímur í fjallinum (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Sandoyarbók
Uppskrift eftir Hans Eriksen á Sandi í 1823

Grímur í fjallinum (A)


1.
Bøndur tveir á bera jørð
teir biðja meg ríma,
hvør hevur sína leiku fingið
at elva gleði sína.

    Niðurlag:
Latum dansin dynja, dreingir,
stásiliga stíga í ring!
Stendur hon væl frúvan.

2.
Torbjørn tann, ið eldri var,
kundi væl dyst at ríða,
átt hevur hann sær konu ta,
eitur Gullborg fríða.

3.
Bóndin er á skógnum burt,
skemtar sær við skreyt,
heima sita leikur tvær,
komu í tunga treyt.

4.
Bóndin er á skógnum burt,
skemtar sær við skrúður,
heima sita leikur tvær
inni í sínum búðum.

5.
Gullborg kemur út árla morgun,
sær seg um so víða,
hon sær ein so griman risa
oman úr fjalli líða.

6.
Hundar tóku at goyggja hátt,
tá Grímur at garði dregur,
stígur á legg við sterkum alvi,
jørð um kálva veður.

7.
Hundar tóku at goyggja hátt,
tá Grímur at garði dró,
stígur á legg við sterkum alvi,
jørð við kálva vóð.

8.
Veggir allir svignaðu,
hvar hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

9.
Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti,
svaraði Gullborg, bóndans kona:
"Slíkt eru trøllalæti."

10.
Tók hann hana á bak sítt upp,
fátt man honum at bella,
bar hana so í fjallið niðan,
sum eitur í Oknahelli.

11.
Bóndin kemur av skógnum heim,
saknaði sína frú:
"Nú skal seta fjølment ting
og blása í gyltan lúður."

12.
Tað er Gullborg, bóndans kona,
talar, meðan hon svevur:
"Her ganga trøll á hvørji nátt,
eg kann her ikki vera."

13.
"Eg eri ikki av trøllaætt,
tóast mær vóks tann neyð,
Serklands eri eg kongins son
bæði til góðs og eyð.

14.
Eg eri ikki av trøllaætt,
tóast mær veks tann vandi,
Serklands eri eg kongins son
bæði til gulls og landa.

15.
Mín hin vánda stjúkmóðir
vildi meg so ryggja,
bað meg vera í Oknahelli,
fimtan vetur byggja.

16.
Mín hin vánda stjúkmóðir
gjørdi mínar kinnar bleikar,
bað meg ognast barn við tær,
annað við tíni leiku.

17.
Mín hin vánda stjúkmóðir
vildi meg so rapa,
voldi tað hin fríða mark,
hon [fekk] ikki eyguni skapað."

18.
Eingin er tann floytan,
ið so fagurt lætur,
sum hann Grímur í fjallinum,
tá bóndans kona grætur.

19.
Eingin er tann floytan,
so ið láta kann,
sum hann Grímur í fjallinum,
tann vælborin mann.

20.
Níggju nætur í gólvi lá,
hon kundi ikki barnið føða,
Grímur smíðar gullbørur
við trá og tungan trega.

21.
Svara tók tá bóndans kona,
minnka tók henni mál:
"Flyt meg í tann kirkjugarð,
sum Tórbjørn bóndi ár!"

22.
Tá græt Grímur í fjallinum:
"Fagrasta rósinblóma,
eg kann onga kirkju síggja
ei nakrar heiligdómar."

23.
Svaraði Gullborg, bóndans kona,
tung eru dømin slík:
"Níggju fet frá kirkjugarði
set tað ljósa lík!"

24.
Hann tók hana á bak sítt upp,
fátt var honum at bella,
bar hana so úr fjalli niður,
sum eitur í Oknahelli.

25.
Hann tók hana á bak sítt upp
tung vóru dømin slík,
níggju fet frá kirkjugarði
setti tað ljósa lík.

26.
Síðla var um aftanin,
rakkin fell í svíma,
gingin er Gullborg, bóndans kona,
í dreymar for leiku sína.

27.
"Hoyr tú, Halga, leika mín,
tung eru dømin slík,
níggju fet frá kirkjugarði
stendur mítt ljósa lík!

28.
Hoyr tað, Halga, leika mín,
tað sigi eg tær fyrst,
eg bæði fór úr heiminum
hungrað og so tyrst!

29.
Hoyr tað, Halga, leika mín,
hvat eg sigi av bræði,
tú sært mann fyri hellisdurum
í reyðum skarlaksklæði!

30.
Hoyr tað, Halga, leika mín,
lukkan man teg henda,
tóast tú sært hann vaksnan vera
tú skalt ikki frá honum venda!"

31.
Halga klæðist árla morgun,
gevur fullgott treyst:
"Aftur er mín leika komin,
hiðan fór í heyst!"

32.
Bóndin reisist í beinkinum,
gerst í huga fegin:
"Gangið eftir kennimonnum,
nú líður snart at degi!"

33.
Ikki kostaði Torbjørn bóndi
minni til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hann henni slá.

34.
Børurnar av reyðargulli
læt hann henni gera,
korsið av tí skæra silvur,
merki við at bera.

35.
Eystan fyri kirkjuna,
dreingir eyka á fold,
gróv hann tað hitt Ijósa lík
niður í døkka mold.

36.
Halga klæðist árla morgun,
tað var mest av bræði,
hon sá mann fyri hellisdurum
í reyðum skarlaksklæði.

37.
Tað var Halga, bóndans kona,
lukkan mundi hana henda,
tó hon sá hann vaksnan vera,
hon mundi ei frá honum venda.

38.
Hon kom ikki fyrr í bóndans song,
enn høsnini fóru at gala:
"Eg kvíði tað, mín veldiga søta,
teg munnu trøll burt stjala."

39.
"Tú ert gamal, og eg eri ung,
mangt man okkum ryggja,
hoyr tú tað, hin gamli kall,
eg vil ikki við tær byggja!"

40.
Nú er farin veturin,
komin er summarmáli,
nú vil Grímur Oyggjarsson
út av landi fara.

41.
Svaraði Halga, bóndans kona,
mælir so fyri munni:
"Grímur vil hava tað besta skip,
út av skoralunni."

42.
Svaraði Halga, bóndans kona,
fyrsta orðið tá:
"Grímur vil hava tað besta skip,
ið tú sjálvur ár."

43.
Mánadagin í páskaviku
helt hann út í hav,
kom ikki fyrr til landanna
enn Santa Mortans dag.

44.
Har gekk teirra knørrur í spón,
so teir dreingir mætu,
Grímur biður teir roysni royna,
vilja teir lívið gæta.

45.
Allir sukku hansara menn
niður í døkkan sand,
Grímur og Halga,
bóndans kona, sluppu upp á land.

46.
Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

47.
Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Serklands drottning for borði sat
við monnum hundrað fimm.

48.
Grímur stendur á hallargólvi,
kortar hann ei fíggjar:
"Hvar er Serklands kongurin?
Nú vil eg hann síggja."

49.
Svaraði Serklands drottningin,
hon tók sær upp fyri gamni:
"Ert tú nakað borin til
at taka við konga navni?"

50.
Svaraði Grímur í fjallinum,
kortar ikki fíggjar:
"Hoyr tú, Serklands drottningin,
tað skalt tú fáa at síggja!"

51.
Tað var Grímur í fjallinum,
sínum svørði brá,
hann kleyv Serklands drottningina
sundur í lutir tvá.

52.
Tað var Grímur í fjallinum,
fell pá síni knæ,
meðan hann Halgu, bóndans konu,
til ektar festi sær.

53.
Grímur festi bóndans konu
við so góðum sátti,
settist aftur í ríkið tað,
ið hans faðir átti.


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. Du kan også støtte oss via vårt Vipps-nummer 78431. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal eller vippse via mobilen til 78431. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.