Grímur í fjallinum (B)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Grímur í fjallinum (B)


(Uppskrift eftir Hans Niclassen í Sumba í 1847)

1.
Eg veit eina rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd er um Grím í fjallinum
og aðrar reystar dreingir.

2.
Brøður á berari jørð
teir biðja meg ríma,
hvør hevur sína systur fest
at fremja gleði sína.

3.
Hvør hevur sína systur fest
at fremja gleði sína,
Torkil tann yngri er,
kann væl dystin ríða.

4.
Torkil tann ið yngri er,
hann kann væl dystin ríða,
hann hevur fingið konu ta,
hon eitur Gullborg fríða.

5.
Brøður fóru á skógvin burt
at savna smalu á breyt,
heima sita leikur tvær,
eru komnar í stóra treyt.

6.
Gullborg kemur út árla morgun,
lítist um so víða,
hon sær ein so stóran mann
niður úr fjalli líða.

7.
Gullborg kemur inn árla morgun,
heldur at tí gleim:
"Lætistórir eru gestirnir,
ið oss vilja søkja heim."

8.
Allir veggir signaðu,
tá ið hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áður hann fekk rúm.

9.
Allir beinkir brotnaðu,
har ið hann gekk í sæti,
svaraði Gullborg, bóndans kona:
"Slíkt eru trøllalæti."

10.
Tekur hann hana á bak sítt upp,
honum man einki bella,
ber hana so í fjallið upp,
tað eitur í Oknarhelli.

11.
Torkil kemur av skógi heim,
saknar sína brúður:
"Nú skal stevna Álvi kongi,
blás í hin gylta lúður!"

12.
Sára græt hon Helga
og teir brøður báðir,
øðrumegin í fjallinum
har eru so lítlar náðir.

13.
Tríggjar dagar í fjalli var
alt uttan mat og drekka,
svaraði Grímur Aðalsson,
við slíkt kendi hann ekka.

14.
Tríggjar dagar í fjalli var
uttan gleði og gleim,
til at teirri stundini leið,
hon skuldi føða svein.

15.
Tríggjar dagar í gólvi lá,
kundi ikki barnið fá,
Grímur smíðar gullbørur
við trega og tungari trá.

16.
Tríggjar dagar í gólvi lá,
kundi ei barnið føða,
Grímur smíðar gullbørur
við trega og tungum møði.

17.
Svaraði Gullborg, bóndans kona,
áður hon læt mál:
"Grava meg í tann kirkjugarð,
Torkil bóndi ár!"

18.
Svaraði Gullborg, bóndans kona,
áður hon læt lív:
"Fjórðingi frá kirkjuni
set mítt ljósa lík!"

19.
Eingin er tann floytan,
so fagurliga lætur,
sum hann Grímur í fjallinum
um bóndans konu grætur.

20.
Eingin er tann floytan,
so fagurt láta kann,
sum hann Grímur í fjallinum,
tann ærliga borni mann.

21.
Helga kemur út árla morgun,
skoðast um so víða,
hon sær fagrar gullbørur
niður úr fjalli líða.

22.
Helga kemur inn árla morgun,
gevur fullgott treyst:
"Nú kemur aftur leika mín,
ið hiðan fór í heyst."

23.
Torkil so til orða tekur,
gerst í hjarta fegin:
"Gangið út og kennið mann,
nú líður snart at degi!"

24.
Prestar og so lærdir menn
teir stóðu har skamt ífrá,
meðan hann gróv tað ljósa lík,
Torkil bóndi ár.

25.
Tólv merkur av reyðargulli
legði hann at leiku sál,
annaðslíkt av bóndans góðsi
legði hann omaná.

26.
Síðla var um aftanin,
fólkið svøvnin fekk,
tað var frúgvin Gullborg
ið dreymar for Helgu gekk.

27.
"Tað visti tú, leika mín,
tá ið vit saman búðu,
ikki skortaði okur nakað,
línið heldur skrúður.

28.
Hoyr tað tú nú, leika mín,
ger nú, sum tær er betur,
sært tú mann fyri hallardurum,
tú skjól honum inni í vetur!

29.
Sært tú mann fyri hallardurum,
fáan finnur tú slíkan,
tó at tú sært hann vaksnan vera,
tú skalt ikki frá honum víkja."

30.
Helga kemur út árla morgun,
var ei í hjarta fegin,
hon sá mann fyri hallardurum
í reyðum skarlaksklæðum.

31.
Hon sá mann fyri hallardurum
í reyðum skarlaksklæðum,
hon tekur í hans stóru hond,
í silkisong hann legði.

32.
Hon sat hjá honum tann vetur langa,
ræð við hann at tala,
kom ikki fyrr til bónda sín,
høsnini tóku at gala.

33.
Farin er nú veturin,
komið er summarmál,
nú lystir Grími Aðalsson
út av landi at gá.

34.
Nú siglir Grímur Aðalsson,
inni hevur ligið leingi,
tapti skip fyri bryggjubakka,
misti góðs og dreingir.

35.
Tað var Grímur Aðalsson,
inn í høllina gekk,
drottning kastar saks og seym
og sjálv úr stóli gekk.

36.
Drottning so til orða tekur,
slær tað upp í gamni:
"Ert tú nakað borin við
at taka við konganavni?"

37.
"Eg eri heiðin sum ein hund,
menskur eri eg at alvi,
eg man eingin kongur vera
yvir nøkrum sorgarbragði.

38.
Eg sló frúnna Børiku
for borði, tar hon stóð,
voldi mín vánda stjúkmóðir,
hon var mær at tí móð.

39.
Voldi mær vánda stjúkmóðir,
hon skapti meg so illa,
skapaði meg í risalíki
burtur í Oknarhelli."

40.
So fór hann land av landi,
so mangan villan stíg,
haðan og inn í Jordal,
har læt hann sítt lív.

41.
Undir Jordalsbakka
har hvíla hans bein,
sálin spælir í himmiríki,
hon hevur so góðan gleim.