Grettis kvæði

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Grettis kvæði


1.
Ein er søgan úr Íslandi komin,
skrivað í bók so víða,
nakað kann eg frá henni greiða,
vilja tit á meg lýða.

Nú fellur Ríná.
Norðan Breiðafjörð,
har liggur ein bóndi
deyður í døkkari jørð.
Og nú fellur Ríná.

2.
Á Íslandi var eitt bygdarlag
á björgum mundi heita;
ríkur bóndi búði har,
ei mætari var at leita.

3.
Ásmundur búið á Björgum vestur,
átti son so fríðan:
Grettir sterki nevndur var
sum gitin er so víða.

4.
Níggju vóru vetrar runnir
út av Grettis aldri;
einki hevði hann roysni gjört
so sigst í Íslandi skjaldri.

5.
Ásmundur talar til Grettir sterka
ger mær tað til beina:
"Sita skalt tú hjá gásarungum,
og sita skalt tú aleina."

6.
Sjeyti vóru gamlar gæs
umframt teirra ungar,
Grettir situr á grønum völli,
hann tykir teir tímar tungar.

7.
Grettir situr á grønum völli,
tykir teir tímar langar:
"Lítið líkst mær á gásarungar,
sum ikki kunna at ganga."

8.
Grettir loypur í gásaflokk
við sínum snörum beinum,
summar sleit hann hövdið av,
summar sló mót steinum.

9.
Gæsnar vildi ungar verja
av so tungari treyt,
Grettir treiv í veingirnar,
hann allar av teimum breyt.

10.
Grettir gekk til hallar heim,
sína móður favnar:
"Deyðir eru gásarungar,
og gæsnar eru lavnar."

11.
Ásmundur gongur fyri sína konu,
stav ber hann í hendi:
"Grettir hevur eitt herverk gjört,
sum eingin verri kendi."

12.
Svaraði hansara sæla móðir,
í gyltum stóli sat:
"Ungdómur og vísdómur
fylgjast sjáldan at.

13.
Hann hevur gjört eitt dáraverk,
tað hava gjört so fleiri,
hoyr tú, Ásmundur söti mín,
hann ger so einki meiri."

-- -- --

14.
Tað var um eitt heystarkvöld,
sólin roðar í nøvum,
Ásmundur setist við eldstaðin,
so sigst í Íslandssögum.

15.
Ásmundur setist við eldstaðin,
á tann sessin lága
"Hoyr tú, Grettir sonur mín,
tú skalt mær á baki kláa."

16.
Grettir tók ein togkamb upp,
hann gav honum ikki grið,
so reiv hann sín faðirs rygg,
at leparnir hingu víð.

17.
Ásmundur reisist snarliga
upp av sínum palli:
"Sjáldan verður hann lukkuborin,
íð sinni hevur av trælli."

18.
Ásmundur gongur fyri sína konu,
nú gerst störri vandi:
"Ikki vil eg at Grettir verður
longur í hesum landi."

19.
Grettir var tá illa líddur
av sínum faðiri góða;
Módirin at honum alskin var,
so man sögan ljóða.

20.
Módirin gongur fyri Grettir sterka
bæði við sorg og sút:
"Faðir vil teg í fyrsta fari
dríva av landi út."

21.
Lítið hevur tú góðsið fingið
av tínum faðirs ræði;
fært tú ikki meiri frá mær,
tað verður tær stórur skaði.

22.
Her hevur tú tað góða svörð,
tú kanst tað fullvæl trúgva:
tað er komið úr Vatnsdölum,
sum slektir mínar búgva.

23.
Her hevur tú tað reyðargull,
tú goym á tínari ferð,
tú nýt tað til lítt egið gagn,
hvar tú í landi er."

-- -- --

24.
Grettir fór av Íslandi
við so fáum orðum
ikki hevur frægari maður
stigið á skipaborði.

25.
Bátsmenn líkjast á Grettir illa,
sum hann á bunka gongur.
"Hvör hevur sett okkum higar á skip
tann stóra leting langa?"

26.
Grettir heldur at tí frægd,
tá teir hann leting kalla,
snarur var hann í Íslands siðum,
hann táttar yrkti um allar.

27.
Illveðurs ódn í havið kom,
knörrur tók at reka -,
riva kom í kjölin tá,
og skipið tók at leka.

28.
Skiparin gongur fyri Grettir sterka,
bönliga hann biður:
"Hjálpir tú ikki at oysa nú,
so sökka vit allir niður."

29.
Grettir steig í knörrin niður,
klæddur var hann gráur,
so oysti hann tað einsumallur,
at átta oysti ei áður.

30.
Til Noregi hildu teir sínari ferð,
teir kastaðu akker á sand;
Grettir var tann fyrsti maður,
íð steig sín fót á land.

31.
Har búði ein so ríkur bóndi,
Tórfil mundi heita;
Grettir gongur til hallar heim,
hann vil at húsum leita.

32.
Tórfil tók mót Gretti væl
hann beyð honum inn at gista;
"Tú skalt fáa hús og kost,
og alt hvat lív kann lysta.

33.
Tórfil talar til Grettir sterka
"Tú ert kempan reysta:
torir tú bróta gravheyggj niður,
so fáa vit gullið besta."

34.
Grettir fór tann heyggj at bróta,
í tað leggja í minni,
í tí sama heyginum
lá Tórfils faðir inni.

35.
Grettir breyt ein heilan dag,
ei leiddist honum enn:
tá íð teir komu at leiðinum,
tá rýmdu norskir menn.

36.
Grettir steig í leiðið niður,
skuldi gullið veiða.
Drekinn reistist øgiliga
upp úr gravar leiði.

37.
Bardist hann mót dreka svarta
eina so langa stund,
hann feldi hann so í leiðið niður,
tað skalv bæði grót og grund.

38.
Grettir tók ein eikistav
í gjögnum drekan rendi,
negldi hann fastan í jörðina niður,
tey ráðini Grettir kendi.

39.
So tók hann tað reyðargull
bar tað til hallar heim;
Torfil bóndi og Grettir sterki
teir livdu við gleði og gleim.
-- -- --

40.
Tað var um eitt vetrarkvöld,
veður var so fús,
ránsmanna hópur av skóginum kom
at rána Torfils hús.

41.
Grettir tekur til móður svörð
við miklari makt og veldi,
ránsmanna hóp hann herjaði á,
teir flesti niður feldi.

-- -- --

42.
Tað var um ein annan dag,
Grettir á skóginum lá,
har kom ein av jallsins monnum,
beyð honum spott og háð.

43.
Grettir leyp frá völli upp
við svörð í högri hendi,
so högdi hann á hansara høvur,
at oddur í heilan rendi.

44.
Frændur vildu sveininn hevna
móti Gretti gingu,
teir fingu onga aðra bót,
enn deyðan av honum fingu.

45.
Inn kom ein av jallsins monnum:
"Harri eg tær sigi,
Grettir hevur á skógum burt
tína sveinar vigið."

46.
Jallurin setist í dómarstól,
so man dómur ljóða:
"Grettir missa skal sítt lív,
bót skal eingin bjóða."

47.
Torfil saðlar sín gangara,
hann ríður í jallsins höll:
"Eg gevi fulla manna bót
fyri teim monnum öllum.

48.
Vil tú ikki mót bótini taka
og Gretti lívi geva,
leinge skalt tú jallurin
um hans deyða streva."

49.
Jallurin tók mót bótini,
hann toktist vera í vanda.
"Eg geri Grettir útlagdan
út av Noregis landi."

-- -- --

50.
Grettir fór av Noregi,
hann fullvæl jallinn kendi,
fekk so byrð og blíðan sjógv
og aftur til Íslands vendi.

51.
Grettir livir í faðirsgarði
bæði við gleði og gagni,
eingin var so maktamikil,
íð kundi sigist hans javni.

52.
Grettir liver í faðirsgarði
í sínar móður höllum,
reystari maður ikki fanst
í Norðlondinum öllum.

-- -- --

53.
Tað var um eitt jólakvöld,
Grettir frá gildi reið:
mötti honum tað ljóta tröll
mitt á sínari leið.

54.
Grettir sittur á sínum hesti
hann tykir nú mót sítt falla:
"Ljótari sjón eg ikki sá
í dagar mína alla."

55.
Bardist hann mót tröllinum,
so dvörgamál seyng í fjöllum:
"Betur var mær heima at liggja
enn berjast í móti tröllum."

56.
Tað leið at tí morgunstund,
dagur í eystri rann,
tað var mær av sonnum sagt,
at Grettir sigur vann.

57.
So var mær av sonnum sagt,
at tröllið mátti flýggja;
Grettir tordi eftir tað
ikki myrkur síggja.

-- -- --

58.
Inn kom ein av Íslandsmonnum,
letur so orðum venda:
"Jallarnir eru av Noregi riknir,
teirra makt er endað.

59.
Jallarnir eru av Noregi riknir,
einki kundi mága,
aftur er komin sankt Ólavur kongur,
hann mann ríki ráða."

60.
Grettir upp frá borði leyp
við silvurskál í hendi:
"Drottin signi tey tíðindi,
sankt Ólavur var mín frændi."

-- -- --

61.
Tað var um ein fríggjadag,
má meg rætt um minnast:
"Nú skal siglast til Noregi,
sankt Ólav kong at finna."

62.
Sigldi teir til Noregis,
teir fingu byrðinn blíða,
tá teir komu á Trándheimsfjörð,
tá hittu teir veður stríða.

63.
Kavaguva av fjalli stóð,
rok á firði mól,
teir komu inn at landinum,
har var einki skjól.

64.
Bátsmenn ganga á sandinum,
tað nítur í hjartarøtur:
"Fáa vit ikki eld í nátt,
so bjóða vit ikki bötur."

65.
Svaraði ein av bátsmonnunum,
hann situr á frystum sandi:
"Eg síggi bæði eld og ljós
yvir á hinum landi."

66.
Bátsmenn sita á frystum sandi,
teir væl um Grettir fagna.
"Hevði tú fingið oss eld í nátt,
tað mundi oss öllum gagna."

67.
Grettir læt á fjörðin halda,
garpur var hann sælur,
so stóð brot frá brósti hans
sum frá nökrum kvali.

68.
Grettir svimur á firðinum,
hann óttast ei fyri vanda,
hann sær gildi og gestaboð
yvir á landi standa.

69.
Grettir steig á landið upp
hann trein harinn í höll,
alt sum har var innanfyri,
hildu hann var eitt tröll.

70.
Alt sum har var innanfyri,
hildu hann var tröllið gráa,
hvör fekk sítt í hondina
alt mót Grettir at sláa.

71.
Grettir tekur til brandarnar,
væl man garpur duga,
so leika brandar um allan heyg,
at húsið stóð í luga.

72.
Grettir trívur so snarliga
ein brand í högru hendi,
skundaði sær av durum út
og aftur á fjörðinn vendi.

73.
Bátsmenn lítast á Grettir væl,
sum hann á landi gekk.
"Nú eru vit úr vanda slopnir,
meðan tú brandin fekk."

-- -- --

74.
Men tá íð dagurinn aftur kom,
teir á plássi sóu:
kolað var alt húsið upp
og brendir leggir lógu.

75.
"Hoyr tú, Grettir óndi maður,
tú má ei hjá oss vera,
vit vilja við tín illskutræll
einki hava at gera."

76.
Grettir gongur fyri Ólav kong
baði við sorg og sút:
"Eg eru nú av hvörjum manni
so illa spiltur út."

77.
"Hoyr tú, Grettir neyðarmaður,
kanst tú tað nú gera:
"Ert tú reinur í hesari sak,
tú glöðandi jarn skal bera."

78.
Grettir varð leiddur í kovann inn,
har sat hann áleina
fastaði hann í dagar tvá,
til han skuldi jarnið royna.

79.
Tað brast eingin dagur úr,
at klokkur hoyrast ringja,
so var sagt, at bispurinn
hann læt til messu syngja.

80.
Grettir var leiddur í kirkjuna inn
í tann manna hóp:
har kom ein so lítir drongur
hann hevði so mikið róp.

81.
"Hoyr tú sankta Ólavur kongur,
hvat íð eg vil framföra,
tú lati ikki handa ógerðamann
tað heilaga jarnið röra."

82.
Sinni rann á Gretti sterka,
tað var hans óndi siður,
so högdi hann á dreinginn hart,
hann hoknaði í gólvið niður.

83.
Kongurinn stendur á kirkjugólvi,
bispurinn honum hjá:
"Hoyr tú, Grettir óndi maður,
tú gakk nú kirkju frá.

84.
Tú hevur verið eitt bölmenni,
so eingin er tín líki,
fær tær fyrst av kirkjuni út
og síðani av mínum ríki."

-- -- --

85.
Meðan hettar í Noregi hendi
ei stóð betur heima:
Tórir hövdingur í Íslandi
hann kundi ei synir gloyma.

86.
Tórir hövdingur í Íslandi
hann klagar um brendar bröður:
Grettir misti landafrið,
og prísur var settur á hövur.

87.
Tórir lýsir á altingi
so munni ljóða sögur:
"Níggju merkur í hvíta silvuri
fæst fyri Grettis hövur."

-- -- --

88.
Tá íð hann aftur til Íslands kom,
frætti hann tað av sonnum,
at hann hevði mist sín landafrið
av öllum Íslandsmonnum.

89.
"Vigin er ein bróðir tín,
og faðir tín er deyður."
Grettir stendur og lýður á,
hann gerst í andliti reyður.

90.
Grettir leitar um Ísland alt
sín bróður banamann,
tað var mær av sonnum sagt,
í dölunum fann hann hann.

91.
Grettir tekur sítt moður svörð,
hendur hevði hann harðar,
so högdi hann á hansara høvur,
hann kleiv hann niður til jarðar.

92.
Grettir flakkar um Ísland alt,
hann kundi ei eydnu prísa,
eingin var so hugaður,
íð honum tordi hýsa.

93.
Grettir flakkar um Ísland alt,
tó hevði hann eydnu slíka,
tríggjar gisti hann næturnar
hjá Gudmundi tí ríka.

94.
"Hoyr tú, Grettir, neyðar maður,
tað vil eg tær ráða,
far tú tær á Drangoy út,
hagar man eingin vága."

95.
Grettir fór á Drangoy út
við bróður sínum á verja,
har var eingin so hugaður,
íð á hann tordi herja.

96.
Hann var sær á oynni úti
uppá fjórða árið,
tá kom honum á ólukku,
hann fekk so stórt eitt sár.

97.
Illska kom í sárið,
Grettir á seingini lá;
hetta frættu hans óvinir,
so væl teir gleddist tá.

98.
Tórbjörn talar til sínar menn:
"Tit gevi honum ikki grið,
sleppir hann undan í hettar ár,
so hevur hann landafrið."

99.
Tað var um ein annann dag,
stormur dunar í fjöllum:
Torbjörn er farinn á Drangoy út
við monnum sínum öllum.

100.
Tórbjörn inn í hellið gekk,
sum Grettir fyri innan lá,
högdi hann hansara høvur av
sær sjalvum til spott og háð.

101.
Illugi vaknar av svövni upp,
tá bróðirinn var dripinn;
snarliga var hann av Tórbjörns monnum
í hallardurum gripinn.

102.
"Viltú svörja oss trygdareið,
tín bróður ei at hevna,
so geva vit tær landafrið,
viltú ikki um tað nevna?"

103.
"Tú hevur gjört eitt dáraverk,
tað manstú nú fortróta,
manniliga skal eg hevna hans deyð',
um eg má lívið njóta."

104.
Tað var Tórbjörn íslendingur,
sínum svörði brá;
miðjan kleyv hann Illuga
sundur í lutir tvá.

-- -- --

105.
Tórbjörn fór á altingið
við Grettirs hövur í hendi:
"Her er hövdið av manninum,
sum út var lagdur úr landi.

106.
Nýggju merkur í hvítum silvri
skulu tit mær fáa,
fyri eg drap tann sterka mann,
sum eingin tordi vága."

107.
Hoyr tað Tórbjörn íslendingur,
torir tú siga frá,
tú hevur dripið tann sterka mann,
íð sjúkur á seingini lá.

108.
Hoyr tú, Tórbjörn íslendingur,
tín dómur er nú felldur,
tú skalt flýggja av Íslandi
og lön færtú ikki heldur."

-- -- --

109.
Nú er frætt frá Gretti sterka,
fáir finnast slíkir.
Hansara deyði hevndur var
eysturi í Garðaríki.

-- -- --

110.
Hann íð ikki lýður faðir ráð,
sjáldan verður hann glaður,
so gekk tað við Gretti sterka,
hann varð ikki eydnismaður.