Gullsteinur (B)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Uppskrift eftir Johannes Clemensen á Sandi


Gullsteinur (B)


1.
Gilsteinur stendur í høgaloft,
ristur hann sínar ransar,
bóndin stendur og lýðir á,
hann hoyri[r] rúnir dansa.

    Niðurlag:
Vær lýðum upp á bóndan,
meðan hann dansar í ríman.

2.
"Hoyr tú, ríki bóndin,
tú akta væl synir tínar,
ganga teir hvørja jólanátt
at spæla í stovu míni.

3.
Teir góvu mær so vánt eitt slag
av eini silvurskál,
hevði eg ikki gjørt fyri tína skyld,
eg skuldi vent teirra mál.

4.
Teir góvu mær so vánt eitt slag
av eini silvurkannu,
hevði eg ikki gjørt fyri tína skyld,
eg skuldi klovið teirra pannu.

5.
Eg havi røktað seyðin tín
frá bakka og bláum skorum,
nú vil eg hava tann lítla veður,
ið spælir í reyðum koti."

6.
"Hóast tú røktaði seyðin mín
frá bakka og bláum skorum,
so fært tú ikki mín ófødda seyð,
ið spælir í reyðum koti.

7.
Tí eg havi siglt í fimtan ár
á tann falkinum fríða,
men onga havi eg skipaleigu fingið,
nú leingist mær at bíða.

8.
Eg havi siglt í fimtan ár
á tann falkinum flóta,
onga havi eg skipaleigu fingið,
tó man eg einki tróta."

9.
"Gakk tú teg til strandar oman,
hav ikki við tær fleiri,
stíg so inn á snekkjunnar borð,
har liggur tín skipaleiga.

10.
Gakk tú teg í fremra stavn,
og søk tær góðar krásir,
har stendur fyri eitt silvurskrín,
lykilin stendur í lási.

11.
Har stendur í eitt silvurbikar,
forgylt, upp á átta føtur,
hoyr tú, ríki bóndin,
kann tað ikki ganga í bøtur?

12.
Har liggur í ein silkidúkur,
ongan eigur tú slíkan,
hann seymaði Lindinska, dóttir mín,
tann ynduga, smukka píka.

13.
Har liggur í tann møttulin skjøn,
eg arvaði med mín kvinna,
nú hevur tú fingið skipaleigu fult,
tó havi eg nakað at vinna."

14.
Svaraði ríki bóndin,
gull ber seg á hond:
"Hvussu eitur tú, mikli maður,
hvar byggir tú lond?"

15.
"Ingibjørg eitur kona mín,
tað yndiliga vív,
sjálvur eiti eg Gilsteinur,
og staðurin eitur í Líð.

16.
Ingibjørg eitur kona mín,
tað yndiliga sprund,
sjálvur eiti eg Gilsteinur,
og staðurin eitur í Lund.

17.
Nú hevur tú fingið ta skipaleigu,
sum tú vildi sjálvur kjósa,
hvussu vilt tú nú, bóndin,
tínum lívi loysa?"

18.
"Dersum tú Lindinsku, dóttur tína,
vil mínum syni gifta,
skulu so vit várar døtur og dreingir
borgir og breytir skifta."

19.
Nú er lokin seggja pína,
og allar sútir syftar,
nú er einki annað at gera
enn Lindinsku frúu at gifta.

20.
Tey fóru bæði í eina song,
tá hildin var gleði og gleim,
bóndin fagnaði teimum blítt,
og falkinum sigldi heim.