Hørpu ríma (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif
Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Uppskrift eftir J. C. Svabo í 1781-82


Hørpu ríma (A)


1.
Komu tveir biðlar ríðandi í garð,
- biður tygur renna -
bóðu til ta sum yngri var.
Rúnarmenn, verið við teirri jungfrú,
biður tygur renna,
takið so varliga mót teim, rúnarmenn!

2.
Ta yngru teir tilbóðu,
eldru teir forsmáddu.

3.
Tann yngra kundi at spinna lín,
tann eldra kundi at vokta svín.

4.
Tann yngra kundi at spinna gull,
tann eldra kundi ikki at tæga ull.

5.
Tann yngra kundi at spinna,
tann eldra kundi ikki at tvinna.

6.
Systir talar til systur góð:
"Førum os í sævarflóð!"

7.
"Hvat skulu vit í sævarflóð gera,
vit hava ikki tvinni silki at bera."

8.
"Vit tváum os so hvítar,
vit eru tvær systrar líkar."

9.
"Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari, enn Gud teg gav.

10.
Um tú tváar teg hvít sum fann,
tú fært ei mín festarmann."

11.
Tann yngra setir seg upp á stein,
tann eldra rendi hana út í streym.

12.
Tann yngra rættir upp ljósan hand:
"Kæra systir, hjálp á land!"

13.
"Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
fyrr enn tú játtar mær biðil tín."

14.
"Gjarna gevi eg tær alt, eg ár,
á biðlinum havi eg einki ráð.

15.
Gjarna játti eg tær bæði,
biðil og brúðarklæði."

16.
Tað kom vindur av sunnan,
líkið sló til grunnar.

17.
Tað kom vindur á bylgjan blá,
líkið mundi til landa slá.

18.
Tað kom vindur av eystan,
líkið sló til neysta.

19.
Tað komu tveir pílagrímar niðan við á,
funnu á, hvar líkið lá.

20.
Teir tóku hennara armar,
gjørdu teir upp til harpur.

21.
Tóku hennara gula hár,
gjørdu tað upp til streingir.

22.
"Førum os í næsta bý,
sum vær vitum brúdleyp í!"

23.
Settu teir seg á hurðargátt,
tey hoyrdu so miklan harpuslátt.

24.
Svaraði strongurin fyrsti:
"Brúðurin var mín systir."

25.
Svaraði strongurin annar:
"Brúðurin var mín bani."

26.
Svaraði strongurin triði:
"Brúðgómurin var mín biðil."

27.
Brúðurin rodnar sum eitt blóð:
"Harpan ger os mikið óljóð."

28.
Brúðurin rodnar sum ein droyri:
"Harpuna lystir os ei at hoyra."

29.
"Visti eg, tað líkti tær illa,
ei skuldi eg harpuna stillað."

30.
Svaraði strongurin fjórði:
"Brúðurin fleyt í blóði."

31.
Teir slógu sína harpu av magni,
brúðurin sprakk av harmi.