Hørpu ríma (G)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Uppskriftin er av Kristian Joensen, lærara á Sandi.
Heimildarfólk var Katrine Hansdatter úr Skálavík í 1873.
1.
Tað komu tveir biðlar í ein garð,
teir bóðu moy, sum yngri var.
2.
Ta yngru teir bóðu,
ta eldru teir forsvóru.
3.
Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sólin skín í líð.
4.
Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.
5.
Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra kann ikki at seyma kveistur.
6.
Tann yngra kann at spinna lín,
tann eldra kann ikki at reiða for svín.
7.
Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra [er í] svøvni full.
8.
Systir talar til systur góð:
"Vit skulu okkum í sævarflóð."
9.
"Hvat skulu vit í sævarflóð?
vit hava ikki tvinni silki góð.
10.
Hvat skulu vit í sævarflóð gera?
vit hava ikki tvinni silki at bera."
11.
"Tað fer so mangur í sævarflóð,
sum ikki hevur tvinni silki góð.
12.
Tað hevur so mangur í sævarflóð verið,
sum ikki hevur tvinni silki at bera."
13.
Systrar gingu til strandar,
sum steinur stóð for landi.
14.
"Vit tváum okkum so hvítar,
vit verða systrar so líkar!"
15.
"Um enn tú tváar teg hvít sum tann,
tú fært ikki mín festarmann.
16.
Um enn tú tváar teg allan dag,
tú verður íkki hvítari, enn Gud teg gav."
17.
Tann yngra setti seg út á ein stein,
tann eldra førdi hana út í streym.
18.
Tann yngra rætti upp hvíta hond:
"Kæra systir, hjálp á land!"
19.
"Eg hjálpi tær ikki á land til mín,
uttan eg fái biðil tín."
20.
"Gjarna gevi eg tær bæði,
biðil og brúðarklæði.
21.
Gjarna gevi eg tær alt, eg á,
[á] biðlinum havi eg einki ráð."
22.
"Søkk nú, søkk nú, systir mín,
eg skal hava biðil tín!"
23.
Har kom vindur av sunnan,
líkið sló til grundar.
24.
Har kom vindur og bylgjan blá,
líkið mundi til landa slá.
25.
Har kom vindur av vestan,
líkið sló til neysta.
26.
Tað komu tveir spælimenn oman við á,
teir komu har, sum líkið lá.
27.
Teir tóku hennara gula hár,
teir lótu gera til streingir smá.
28.
Teir tóku hennara fingurgull,
teir lótu gera harpu full.
29.
Teir gingu seg út í ein bý,
sum teir vistu brúdleyp í.
30.
Teir settu seg á ytstu gátt:
"Vilja tit hoyra harpuslátt?"
31.
Svaraði strongurin fyrsti:
"Brúðurin var mín systir."
32.
Svaraði strongurin annar:
"Brúðurin var mín bani."
33.
Svaraði strongurin triði:
"Brúðgómin var mín biðil."
34.
Svaraði strongurin fjórði:
"Brúðurin mær forgjørdi."
35.
Svaraði brúðurin, reyð sum blóð:
"Harpan ger so mikið óljóð."
36.
"Vit vita, tað líkar tær illa,
ei skulu vit harpu stilla."
37.
Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.
38.
Teir slógu sína harpu av magni,
brúðurin sprakk av harmi.