Haffrú (Havfrúgv / havfrú)
Hopp til navigering
Hopp til søk
Føroysk tjóðminni og ævintýr
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851
Haffrú líkist fólki, uttan hevur styttri armar; fyri oman beltið er hon sum kona, hevir langt jarpt hár, sum hon floytir út um seg á sjógvin; fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevur sporl og roslu. Vendur hon sær móti bátinum, verður tað versta óveður, og tá ræður um at rógva heim aftur sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast; men kemur havmaðurin upp hjá henni, verður gott veður. Haffrúgvin syngur so fagurliga, at menn verða óðir, tá teir lurta eftir sangi hennar; tí eiga teir at stinga vøttirnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.