Havfrúgv - Lucas Debes

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færoæ et Færoa reserata

Lucas Debes 1673


Havfrúgv

Týtt úr donskum av
Anker Eli Petersen


...
Í árinum 1670 sóu Hvalbingar og menn úr ymsum øðrum bygdum í Suðuroy eina havfrúgv nær landi vestanfyri Hvalbiareiði. Hon var sjónlig í næstan tríggjar tímar, og stakk so høgt úr sjónum, at nalvin sást. Hon hevði sítt hár, ið rakk niður í sjógvin kring hana. Í høgru hond helt hon einum fiski við sporlinum.
   Eisini er mær sagt, at Vestmenningar sama summar sóu eina havfrúgv á Norðhavinum.
   Um hetta skrýmslið onkuntíð vil gera føroyingum skaða, vil tíðin vísa, og tað stendur í harrans hondum.