Kópakonan úr Skálavík

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Kópakonan úr Skálavík


Við Skálavík í Sandoy er látur, sum eitur í Bláfelliskúti, og um tað er sama søgnin, sum her framman undan er sagt frá.
   Tróndur og Niklas, faðir og sonur, vóru fyrstir menn, sum reistu búgv har í býlinginum á Hamri.
   Demmus (Nikodemus), sonur Niklasar fór trettandu nátt á látrið, tók hamin, sum ein vøkur opna hevði smoygt sær úr, fór heim við kópahúðini, og opnan elti hann. (Aðrir siga, at pápi Demmusar bar kópakonuna heim). Hann læsti húðina í kistuna og hevði lykilin fastan í buksukvaranum.
   Ein dagin var hann á útróðri og var farin í aðrar brøkur, og hevði ikki minst til at flyta lykilin yvir í tær, og so var hann konuleysur. Tá ið hann kom heim av havi, stóð konan sum kópur við skersoddan úti fyri bygdini.
   Har í Skálavík nevnast menn, sum telja ættarlið frá kópakonu.