Kjartan Ólafssons kvæði

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Kjartan Ólafssons kvæði


Fyrsti táttur.

1.
Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur tvær;
fyrstur reið Bolli Tollaksson
tá ið Kjartan var ikki har.

Leggið nýjar árar út,
tað flýtur ein snekkja
fyri hertugans garða,
hon er sær av almvið og eikin hin harða,
leggið nýjar árar út.

2.
Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur báðar,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá íð Kjartan var ikki hjá.

3.
Kjartan legði at Leygará,
mongum tað væl tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvivs dóttur.

4.
Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
Vøn er Guðrun Ósvivsdóttir
eg vil tað frúnna fá."

5.
Sømir tað öllum høviskum köllum
læra bæði spekt og sinni
"Líkari var tær mín sæli son
tín veldiga harra at finna."

6.
Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
"Finna skal eg mín veldiga harra
á hesum sama heysti."

7.
Kjartan gongur við Guðrun at tala,
tað mátti eingin hoyra,
segði frúnni ætlan sín,
hon rodnaði sum ein droyri.

8.
Leggur hann hendur um frúnnar háls,
mælir við hana so blíðum:
"Ísland skal eg á sumri hava,
væl máttú mín bíða."

9.
Lat tær góðan huginn siga,
aftur man eg koma,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær konu.

10.
Lat tær góðan huginn siga,
aftur komi eg við lív,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær vív.

11.
Tað var Guðrun Ósvivsdóttir,
ið reyðargull bar á hond,
fylgir hon Kjartani Ólavssyni
niður á sjóvarstrond.

12.
So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

13.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráðum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.



14.
Strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis vág,
har lá Grímur innan fyri,
spælir í brynju blá.

15.
Fyrst stígur Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
so hann Bolli Tollaksson
undir hans högru hand.

16.
"Hoyr tú, Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skaltú teg royna."

17.
Svaraði Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann:
"Flestalt er hann í gævu treystur,
eg royni ei sund við hann."

18.
"Far tú tær til Íslands aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.

19.
Tú heilsa Guðruni Ósvivsdóttir
av so góðum treysti:
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta."

20.
Bolli vindur upp síni segl
út í havið setti;
Kjartan legðist á sundið út,
at fremja leikir eftir.

21.
Bolli vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág.

22.
Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.

23.
Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land;
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

24.
Tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand:
"Hvar er Kjartan Ólavsson,
hví kemur hann ikki á land."

25.
"Tú tarft ei Guðrun Ósvivsdóttir
eftir honum at fregna.
Kjartan er í Noregi
so glaður við kongsins tegnar.

26.
Kjartan er í Noregi
fáir finnast slíkir;
hann hevur fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki."

27.
Guðrun snúðist Bolla frá,
var reið og ikki góð:
vont er slíkum rakkum at trúgva,
tár á kinnum stóð.

-- -- --

28.
Bolli legði at Leygará,
mongum illa tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrun Ósvivsdóttir.

29.
Tað var Bolli Tollaksson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ikki leingi fresta.

30.
Øllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúðleyp bjóða,
uttan Ólavi Kjartans faðir,
ið væl kann raudir rjóða.

31.
Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Bolli og hans vív.

Annar táttur.

32.
Drukkið var teirra brúdleypið
mangur fór glaður av;
eg kvöði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.

33.
Spæla teir á sundinum,
báðir reystir siggir;
Kjartan kemir møði á sær,
biður at landi leggja.

34.
Kjartan læt á landið leggja
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir
Í hvörjari reglund enn.

-- -- --

35.
Grímur gár fyri Ólav kong,
strýkur sær um enni:
"Heitstórir eru Íslendingar,
vilja oss innibrenna."

36.
Kjartan gongur fyri Ólav kong
svör á síni trú nú:
"Allir viljum vær Íslendingar
taka við kristnari trú."

37.
Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
"Allir kristnast vær Íslendingar
uttan Fróðar ein."

38.
Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum horni,
allar kristnaði hann Íslendingar
á einum summars morni.

39.
"Eg kristni teg Kjartan Ólavsson
væl í góðum tíma,
tak við kristnari trú av guði,
eg gevi tær systur mína."

40.
Svaraði Kjartan Ólavsson
konginum illa tókti:
"Harri eg taki ei tygara systur,
tað frættir ei Ósvivs dóttir.

41.
Svaraði Kristin kongsins systir,
talar eitt orð for sær:
"Viltú Kjartan Ólavsson,
skiljast nú frá mær."

42.
Hon tók upp úr mjöðdrekkju
Kjartani mentir gav
sylgjan sett við gímsteinum
gripur av gulli vær.

43.
Hon gav honum tað góða svörð
við gyltar slíðrar at binda,
hann var aldri í víggi sár',
ið bar tann brand við linda.

44.
Tað var Kristin, kongsins systir
gull bar sær á hond
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.

45.
Har mundi hvört frá öðrum skiljast
báðum illa tótti:
"Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvivsdóttir."

46.
Tú heilsa trúi granukonu
tú kemur til Íslands heim:
hon teg elskaði í Noregi
var ikki av trælagrein.

47.
Heilsa tíni granukonu,
tú kemur til Íslands aftur:
tær beyðst ástir í Noregi,
ikki av trælaættum."

-- -- --

48.
Kjartan vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.

49.
Skrikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág,
har lá Kálvur innanfyri,
vindur upp segl í rá.

50.
Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

51.
Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riður niður til strand.

52.
Har komu frúir og stoltsmoyjar
at keypa skrúð og lín,
har kom Tóra Kjartans systir,
og fagnaði bróðir sínum.

53.
Revna situr undir faldinum,
alt sømur henni væl;
Kjartan kom frá strondum niðan
snart kom teim til tal.

54.
Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði:
"Mentarlín og hövuðgull
tey vil eg hava bæði."

55.
Svaraði Kálvur hennar bróðir,
kundi væl spekt og æru:
"Mentarlín og hövuðgull
tað sømir tær ei at bera."

56.
Hann gav henni mentarlín
hövuðgullini tvey;
mangur fær tað, öðrum er ætlað
eingin tað, öðrum er eyðið.

57.
Hann gav henni stakkin
hövuðgullini bæði;
mangur fær tað, öðrum er ætlað
eingin tað, öðrum er lagað.

58.
Hann gav henni gull og fæ
so tað silvuri brenda;
Guðrunu var ikki hjartað lætt,
tá hon sá skeinkinn henda.

-- -- --

59.
Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
"vön er Revna, systir Kálvs,
eg vil tað moynna fá."

60.
Tað var Kjartan Ólavsson,
tók sær frú at festa;
snarliga læt til brúdleyp bjóða,
ei var longur at festa.

61.
Teir drekka bæði úti og inni,
gott skal slíkum gegna,
Kjartan saknar úr máldrykkju
svöri við kongsins tegna.

62.
Tórolvs menn hans góða svörð
stjólu úr gyltum skeiðum,
stungu aftur í lodna slíðra,
brandin tann hin deiga.

63.
Kjartan kemur inn árla morgun,
mist hevði brandin sín:
"Eg hava stuldur og rán at lýsa,
horvin er mækinn mín."

64.
Teir leita bæði úti og inni
hvör til sama verka,
fingu ein mann at leita har,
teir kalla hann Ólav sterka.

65.
Teir leita bæði úti og inni
hvör í sínar vráir,
burtur vóru Tórolvs börn
og Bitlusynir báðir.

-- -- --

66.
Kjartan kemur inn árla morgun
lítst hann um so víða:
"Eg havi so mikil ørindi
burt á skóg at ríða."

67.
Kjartan leyp á völlin framm
bæði við illusku og vreiði,
hann bað saðla horsið tað,
hann burtur á skóginn reið.

68.
"Tú ver væl um teg Kjartan mín,"
Knútur mælir av sonnum,
"teir hava á tær illan hug,
tú statt for Leygamonnum."

69.
Teir skulu fáa so tungligt gjald
hvör skal annann svíkja,
fyrri skal eg lata lív,
enn burtur av veginum víkja.

-- -- --

70.
Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur fyri honum í knæ:
"Unni eg Kjartani væl við tí
nú hevur tú skommir tvær."

71.
Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur honum til kníggja:
"Bolli, eg verði tær ikki tekk,
so leingi eg Kjartan síggi."

72.
Sára græt Guðrun Ósvivsdóttir
av so tungum stríði:
"Tú skalt ongan søtan sova,
meðan Kjartan er á lívi."

73.
Bolli leyp á völlini framm
bæði av illsku og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tá,
hann burt á skógin reið.

74.
Kjartan vá fimtan brynjumenn
rennir í randir sveiti:
"Skjótt er einum av at máa,
heljarmat at veita."

75.
Tað var Kjartan Ólavsson
tað fann hann til ráð:
stígur nú á tað deiga svörð,
við hvønu mann hann vá.

76.
Aftur vá hann aðra fimtan,
rennur í randir sveiti:
"Hví stendur tú, Bolli frændi
vil ongum dugnað veita?"

77.
Aftur vá hann triðja fimtan,
rennur í randir sveiti:
"Hví stendur tú, Bolli frændi,
vil hvörgum dugnað veita?"

78.
Bolli leyp á völlinn framm,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ólavsson
ímillum buls og herða.

79.
Mælti tað Kjartan Ólavsson
tá ið hann fell í knæ:
"Hettar hevur tú, Bolli frændi,
leingi ætlað mær."

80.
Kjartan liggur á grønum völli,
sær seg um so víða:
"Einki skulu til Bolla gera,
meðan hann er á lívi."

81.
Bolli stendur á grønum völli,
lítur seg um so víða:
"Eg má ikki gera so ónt,
at tað má mær jú líða."

82.
Tá var grátur í Hjarðarholti,
bæði av konum og kvendum,
Tórólvs börn og Bitlusynir
niður til strandar rendu.

83.
Tórólvs börn og Bitlusynir
niður til strandar rendu
Bitlusynir skútu fingu
og út av Hvamsfjörð vendi.

-- -- --

84.
Tað var Ólavur faðir hans,
læt sær byggja borg,
síðani livdu hann ævi sína
alla út við sorg.