Krypilin á Vatnsoyri

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Krypilin á Vatnsoyri


(Heimildarfólk: Sofia Danielsdatter úr Fámjin í 1848)

1.
Tað var um ein halgan dag,
teir skuldu til vøku gá,
krypilin sang so fagran sang,
at eingin kann vøku ná.

    Niðurlag:
Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó,
Gud man ráða,
hvar vær drekkum onnur jól!

2.
Tað var um ein halgan dag,
teir skuldu til vøku ganga,
krypilin sang so fagran sang,
at eingin kann vøku halda.

3.
Riddarin bað tá bíða sær,
meðan hann gekk har niður,
haðan tá á Vatnsoyri,
sum krypilin fyri situr.

4.
"Hoyr tú tað nú, krypilin,
hví gert tú tað svá,
at tú syngur so fagran sang,
at eingin kann vøku ná?"

5.
"Eg veit eina moy út í tann garð,
sum betri er mær enn tær."
Rósival stóð og lýddi hará,
tað gekk hans huga so nær.

6.
"Hoyr tað tú nú, krypilin,
satt sig tú mær frá,
hvussu eitur tað lítla menni,
ið ta frúu ár?"

7.
"Bæði um dagar og dimmar nætur
er hann í moynnar sali,
tað er hansara rætta navn,
riddarin Rósival."

8.
Tað var riddarin Rósival,
illa varð hann við,
so var mær av sonnum sagt,
hann fell í óvit niður.

9.
Ikki kom hann av skógi heim,
fyrr enn lidnar vóru nætur tvær,
hans frú gongur honum ímót,
hon var bæði mild og mæt.

10.
Hans frú gongur honum ímót
og fellur tá honum til fóta,
hann rendi hana av vreiði burt,
vánt var at søkja til bóta.

11.
"Hoyr tú, kongurin harri mín,
tú lina mínum veldi,
eg giti onga skemtan gjørt
nú á hesum kvøldi."

12.
"Tú skalt fara í myrkastovu,
gera tær tað til tykki,
hvørki skalt tú hagar fá
matin ella drykkju."

13.
"Um enn eg fari í myrkastovu,
tað linar ei mínum veldi,
eg giti onga skemtan gjørt
nú á hesum kvøldi."

14.
Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga útríða,
hagar bleiv tá riddari førdur,
segði, so gott skal bíða.

15.
Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga í basta,
har kom krypilin krúpandi
við sítt fuglalass.

16.
Har kom krypilin krúpandi
við sítt fuglalag,
har kom drotning leypandi,
hon fell fyri honum í knæ.

17.
Hann hevði upp sína høgru hond,
hann sló hana undir vanga,
hon var sær alt blíðari,
hon vildi ei frá honum ganga.

18.
Enntá var tað drotningin,
hon snúðist av teirri breyt,
hon kom aftur við seingjarklæði,
hon reiðir upp við skreyt.

19.
Rósival situr í myrkastovu,
allir vilja hann vega,
rósur sprungu á kongsins borði,
tá ið hann fór at læa.

20.
Myrkastova stóð skamt ífrá,
sum dreingir plaga útríða,
haðan bleiv tá riddari førdur,
so tann, ið gott vil bíða.

21.
"Tað ið tú sást í myrkastovu,
tað letur tú siga,
tá ið eingin noyddi teg til,
skuldi tú sitið og tigað."

22.
"Tað eg sá í myrkastovu,
mær fyri eygum bar,
tað heldur tú einki vera,
tó at tú verður tað varur.

23.
Tað eg sá í myrkastovu,
tað tykir tær harm,
eg sá tína drotningina
sova hjá øðrum manni."

24.
"Lýgur tú á drotning mína,
tú skalt missa lív,
í hesum somu fótsporum
við hvøssum slíðraknívi."

25.
"Ikki skal hann fyri mína skuld
missa sítt unga lív,
hvørt orð sigur hann satt ífrá,
tóat eg eri títt vív."

26.
Døma teir um drotningina,
ei mátti niður falla,
hoyrast mátti uttanhalla,
rætt sum trummur gjalla.

27.
Har kom krypilin krúpandi,
fell for kongi í knæ:
"Harra, tilgev vreiðina,
bæði drotning og mær!

28.
Eg átti mær eina stjúkmóður,
hon vildi mær so illa,
hon skapti meg í krypilslag
á Vatnsoyri at liggja.

29.
Eg átti mær eina føðursystur,
hon meg betur unti,
hon legði mær ráðini,
tey mær alvæl dugdu.

30.
Hon legði mær ráðini,
tey mær alvæl dugdu,
hon skapti meg í hindarlag,
at allar skuldu mær unnast."