Leivur Øssursson (Johannes Clemensen)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Uppskrift eftir Johannes Clemensen á Sandi
1819
1.
Gevið ljóð og lýðið á,
meðan dagur líður,
um hann Leiv Øssursson,
tann hin garpin fríður.
Niðurlag:
Stígum fast yvir gólv,
sparum ei vár skó,
Gud man ráða,
hvar vit dansa onnur jól.
2.
Sveinin vóks hjá Tróndi upp,
bæði vænur og vitur,
vaksin var hann mansligur,
og fagur var hans litur.
3.
Tróndur situr í hásæti,
ræður hann so at telja:
"Gift teg, Leivur Øssursson,
tú hevur gott í at velja.
4.
Sigmunds einkja á Skúvoy situr,
hon eigur dóttur væna,
tú fært ikki frægari giftu,
hevði tú fingið hana."
5.
Leivur svaraði brádliga:
"Hana kann eg ikki fáa,
hennara móðir ber hat til mín,
og hon man við henni ráða."
6.
Til svaraði Tróndur,
heldur at tí gaman:
"Eg skal sjálvur fylgja tær,
tit skulu vist koma saman."
7.
Klæddust teir í klæði,
klæddust teir í skrúður,
vundu upp segl á Tróndar skútu,
at hava ta ríku brúður.
8.
Inn kom ein so lítil svein,
talar so sínum orðum:
"Eg sær eina stóra skútu,
sigla mót Dalaskorum."
9.
Til svaraði Sigmunds einkja,
letur so orðum tína:
"Vera man onkur ungur maður,
at biðja dóttur mína."
10.
Hildu sína ferðina
móti Skúvoy vestur,
so gingu teir á landið upp,
Tróndur og Leivur reystur.
11.
Leivur gekk at húsum heim,
kom fyri hallardyr,
eingin hevði sætt reystari ungling
komið at oynni fyrr.
12.
Tróndur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
"Sit væl, ríka Sigmunds einkja,
gev honum dóttur tína!"
13.
Mælti so ríka Sigmunds einkja,
var so bráð at svara:
"Tað er mær so hart ímót,
hon skal so burtur fara.
14.
Øssur tók alt Sigmunds góðs,
tað er frætt so víða,
Leivur, væntar tú mína dóttur,
leingi skalt tú bíða."
15.
Tróndur stendur á hallargólvi,
letur ei orðum spara:
"Kalla mær moy í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara!"
16.
Inn kom Tóra, Sigmunds dóttir,
svaraði so for seg:
"Er tað, Leivur, títt ørindi,
at tú vilt hava meg?
17.
Eg leggi tær trý vilkor fyri,
kanst tú tey uppfylla,
so skal eg lova tær trygdarorð,
títt ørindi gongur ei illa.
18.
Tað fyrsta vilkor, tú svørja skalt,
tú voldi ei Sigmunds deyð,
annað, tú skalt mannin nevna,
tann sum voldi tað neyð.
19.
Tað triðja vilkor, eg sigi fram,
ber tær væl at gera,
tú skalt hevna mín faðirs deyð,
so skal eg tín hústrú vera."
20.
Leivur stendur á hallargólvi,
klæddur í skrúður reyða:
"Eg svørji tað við sannan Gud,
eg voldi ei Sigmunds deyða."
21.
Til svaraði Tróndur gamli:
"Tað skulu tit snart frætta,
vita tað, Leivur, mín fosturson,
hini skal eg útrætta."
22.
Gingu teir til strandar oman,
sigldu av Skúvoyar landi,
strykaðu ei á bunkan niður
fyrr enn á Gøtusandi.
23.
Nú skal taka upp annan tátt,
gongur líka ráðið,
kvøða um hann Torgrím illa,
hagar vendir kvæðið.
24.
Tróndur kemur út árla morgun,
man meg rætt um minna:
"Nú lystir meg tið Suðuroyar,
Torgrím skal eg finna."
25.
Gingu teir til strandar oman,
allir fylgdu Tróndi:
"Nú skal gista mannin tann,
teir kalla Torgrím ónda.
26.
Sigldu teir til Suðuroyar
á tann sama dag,
Tróndur hevði eitt rúnarkelvi,
ikki gloymdi hann tað.
27.
Torgrím stendur for hallardurum,
hyggur út fyri landi:
"Hvat man vilja Gøtu Tróndur
higar á mínum sandi?"
28.
Tróndur so til orða tekur:
"Tað sigi eg tær enn,
eg biði teg um hús í nátt
fyri meg og mínar menn."
29.
Torgrím átti teir synir tveir,
sigst í kvæði mínum,
illir og óndir av sinnalag,
teir líktust faðir sínum.
30.
Tróndur tekur til talu fyrst:
"Eg vil ikki fyri tí tiga,
hvat snakkast her um Sigmunds deyð,
tað skulu tit mær siga?"
31.
"Her snakkast mangt um Sigmunds enda,
sum tær søgur ganga,
tey halda, Tróndur hans lívið tók,
tá hann hevði allar fangað.
32.
Summi halda, hann doyði av møði,
av tí svimjing stranga,
summi, at hann myrdur varð,
so ymist tíðindi ganga."
33.
Tróndur reisist úr sessi upp:
"Hatta er tað sanna,
tú ert tann maður, ta gerning gjørdi,
sig mær einki annað!"
34.
Tróndur talar til sínar menn:
"Nú taki eg við ráðum,
bindið mær snart Torgrím illa
við sínum sonum báðum!
35.
Síðan skal eg tykkum vísa,
hvøssu teir tríggir doyðu,
eftir teir vóru av landi strongdir
út á havið breiða.
36.
Kyndið mær eld á eldstaði,
tralverk harum gera,
tá má eingin tala eitt orð,
so tigandi allir vera!"
37.
Tróndur setst á sessin tann,
sum stóð millum eld og verkið,
manaði hann teir tríggjar upp,
tann gandakallurin sterki.
38.
Hurðin gekk so harðliga,
bleikt tað ljósið skínur,
maður kom í hallina inn
og mitt á gólvið trínur.
39.
Dravvát klæði á likam hevði,
hendur út hann breiddi,
síðan gekk av durum út,
sum rúnarkelvið leiddi.
40.
Hurðin gekk á øðrum sinni,
harðari hon smeldi,
maður kom í hallina inn,
og hann gekk tætt at eldi.
41.
Leggur hann hond á tralverk niður,
sjógvur úr honum streymar,
so blotnar hjartað í gøtumonnum,
rætt sum kavi kreymar.
42.
Hamur gekk av durum út,
einki ilt hann gjørdi,
allir tagdu innanhallar,
eingin orð útførdi.
43.
Tað leið ikki longur um,
enn eina so lítla stund,
tá brast hurð so harðan upp,
sum alt hevði farið í grund.
44.
Stórur kom í høllina inn,
høvur ber hann í hendi,
reyðan kappa á kroppi bar,
og snart av durum vendi.
45.
Tróndur stóð frá eldi upp
og sær til fólkið vendi:
"Her kunnu tit nú sjálvir síggja,
hvat var teirra endi.
46.
Sigmundur hann víst myrdur er,
tí ber hann høvur í hond,
Einar og Tórður druknaðu,
í sjónum góvu upp ond.
47.
Sigmundur átti ein gullring stóran,
var av reyðargull,
kunnu tit hann hjá Torgrím finna,
so er sakin full."
48.
Leitaðu teir í Torgríms húsi,
long var henda stundin,
tá fanst hann í eini kistu,
í spjarrar var hann vundin.
49.
Tróndur talar til sínar menn:
"Gerið ei tíð so langa,
reisið ein gálga av sterkum bjálkum,
har skal Torgrím hanga!"
50.
Tróndur og hans fylgisveinar
vóru allir í ráðum,
hongdu teir hann í gálgan upp
við sínum synum báðum.
51.
Tróndur fór til Gøtu aftur,
tá hann hevði tað útrættað,
Leivur glaður í hjarta var,
tá hann fekk tað at frætta.
52.
Leivur fór til Skúgvoy aftur,
til sína hjartans kera:
"Nú er hevndur faðir tín,
nú mást tú mín hústrú vera."
53.
Leivur ektaði Sigmunds dóttur,
so er frá tí skrivað,
eingin hevur betri maður
her í Føroyum livað.
Heimildarrit: Hentze
Heimildarfólk: Johannes Clemensen, 1819.
Kvæði er yrkt av Jens Christian Djurhuus (Sjóvarbóndin) fyri 1819.