Niðagrísur

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Niðagrísur


Niðagrísur er lítil, tjúkkur og bøllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimmóreyður av liti. Hann sigist at vera, har nyfødd leysingabørn eru dripin og grivin uttan at hava fingið navn. Hann liggur og veltist fyri fótum á monnum at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári.
   Í bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasasteinur. Har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðust har á myrkri. Ein maður sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, varð illur og segði tá: "hasin Loddasin!", og tá gróv hann seg niður í jørðina við steinin og sást onga tíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn.