Nykur (1)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851


Nykur


Nykur er sum ross til útsjóndar, men til støddar sum stórur hundur. Hann býr í vøtnum, helst uppi millum fjalla. Hann hevur ógvuliga langan hala, sum ikki sleppur tí, ið nertur við hann; tá ið hann kann lokka fólk at nerta við halan, rennur hann burt við teim, og steðgar ikki sínari ferð, áðren hann er komin niður á botn í vatninum; eingin sleppur aftur frá honum. Teir hava havt hann at draga stórt grót oman úr fjøllum í Húsavík og á Eiði; men hvørt kvøld mega teir spýta á bakið og rista kross á hann; annars fer hann burtur. Nykurin kann at skapað seg líkan øllum fýrføttum djórum, uttan stiklið á veðurlambshornið kann hann ikki skapa á seg.