Nykurin á Eiði

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Nykurin á Eiði


Ein nykur dró alt grótið til kirkjugarðin á Eiði í Eysturoy. Steinarnir eru viðgitnir fyri stødd og vakurleika.
   Tá ið alt grótið var komið til, skuldi nykurin rýma, men tá settu tvey smábørn seg í spølni uppá bakið á honum - tey hildu tað vera ein hest. Fleiri komu til, men fyri hvørt eitt, sum setti seg uppá nykin, kom at vera pláss til eitt afturat, og so var, til alt fólk á Eiði hevði sett seg uppá.
   Tá fór nykurin avstað og helt beina leið fram at vatninum. Summi, ið uppi á nykarbakinum sótu, høvdu mat hjá sær. Ein rætti einum smábarni spik, men tað snaraði sær undan og rópaði:
   "Ikki ‘nika’ meg!"
   Tað dugdi ikki rættuliga at tosa enn og meinti "snika".
   Men nykurin helt seg hoyra sítt egna navn nevna og hevði tá ikki meira vald á fólkunum (hoyrir hann navn sítt, so missur hann allan mátt). Hann kastaði øll av bakinum og hvarv í vatninum.