Purkhúsið
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Seyðafelli hevði verið í Kunoy. Kuningar settu tí upp gimbrar norðuri í Dali, norðanfyri Kunoyarbygd. Har høvdu teir gjørt sær eitt lítið hús, sum teir høvdu gimbrarnar fastar í um næturnar, at tær skuldu ikki rýma burtur. Tveir menn sótu altíð hjá teimum um næturnar.
Eitt kvøldið sum teir so sótu, kókaðu teir sær greyt til nátturðar. Sum annar teirra stendur og ger út í pottin, hevur hann sær fyri munni á sær: um nakað so ræðuligt kundi komið nú, at teir ræddust?
Hin biður hann ikki tosa slíkt.
Sum teir eru setstir at eta, setur eitt avskræmuliga ljótt eitt høvdið inn um dyrnar - sníðið á tí er líkt einari rossaskon - og sigur:
"Vilja tit síggja snutti mítt?"
Annar tekur greytasneisina og tveitir í skortin á trøllinum. Trøllið út av durunum við rini og hvini.
Tá kom ræðsla á teir, og báðir tvísporandi heim í bygdina.
Dagin eftir fóru teir norður aftur í Dal til at hyggja eftir gimbrunum. Tá livdi eingin gimbran eftir, men garnarnar vóru vavdar rundan um húsið. "Purkhúsið" kallast staðið eftir tí enn.