Rógvu-Jógvan
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Huldusøgn úr Vestmanna
Fyrr í tíðini varð deyðseyði ikki pikkaður í Vestmanna bygd í Norðstreymoy í tí hagaparti, sum kallast í Dølum, og hildið varð, at ein huldumaður mundi búgva har og ansa eftir deyðseyðanum. Hvørt ár um heystið, tá ið Vestmenningar vóru á fjalli í Dølum til at taka skurð, løgdu teir besta seyðin eftir á rættini, fyrst tá ið teir fóru at taka veðurlambsskurð og síðan uppaftur í klippingini, og morgunin eftir var seyðurin altíð burtur.
Tað var løn til huldumannin fyri tað, at hann ansaði so væl ettir deyðseyðanun.
Jógvan, bóndi á Rógvu í Vestmanna, var størsti eigindómsmaður í bygdini og frágerðarmaður í mongum lutum, helst til styrki.
Ein dagin um heystið, sum teir vóru á fjalli í Dølun, noyddist Rógvu-Jógvan heim aftur til hús um kvøldið, tí konan skuldi eiga barn, men hinir fjallmenninir lógu eftir í einun húsi, sum teir høvdu allir í felagi í haganun. Hann segði tá við hinar, ið eftir vóru, at teir kundu taka hvønn seyð, ið teir vildu, til matarseyð, men hin gráa ómarkaða skuldu teir lata vera - hann visti, at tað var hulduseyður. Yvirvaksin var hann allan seyð, hesin grái.
Best sum Jógvan er farin, sigur Andras í Lon, kallaður Stóri Andras:
"Hasin grái ómarkaði er ein sáttarseyður, honum skulu vit hava krás av."
Teir drepa henda seyð og kóka um kvøldið. Sum teir hava lagt upp úr og eru setstir at eta, kemur ein hundur inn við reyðum helsi. Sjúrðarstovumaðurin blakar hundinun aðra hálva síðuna; hundurin fer út við henni, og tá hoyra teir huldumann buka hann fyri durunun.
Um morgunin fer Rógvu-Jógvan norður attur í Dalar til hinar til at reka seyðin heim. Á veginun norður leggur hann seg at drekka úr einari keldu, og sum hann reisist upp aftur, nú stendur ein huldumaður uppyvir honum. Báðir hava hund, og hundarnir leypa alt í einum saman at bítast. Kristinmanshundi stendur tap til, tí huldu-hundurin hevur helsi, sum forðar hinum, so hann fær ikki bitið. Tá ið Jógvan sær hetta, setur hann stavin niður ímillun hálsin og helsið á hulduhundinun, so helsið brestur, og nú vinnur hansara hundur. So rúka menninir báðir saman at berjast. Jógvani stendur tap til, men hundur hansara loypir í knæsbøturnar á huldumanninun, og tá verður Jógvan við yvirlutan og drepur huldumannin. Síðan dró hann hann oman á Ennið og gróv hann har.
Tá ið Jógvan kom aftur í Dalar, var hann ikki greiður at møta. Eingin tordi at fara á fund hansara uttan Andras, hann tordi at møta honun, segði hann: tí sær tordi Jógvan einki at gera. Hesin Andras var tiltikin, bæði firi stødd og styrki. Eitt løgboðið var tá í tíðini í Føroyum, at neytagarður skuldi til hæddar vera undir hond á manni, men ikki á Lítla Manni í Hesti og ikki á Andras í Lon í Vestmanna - tí Lítli Maður í Hesti var ov lítil og Andras í Lon ov stórur.
Men síðan ta tíð hevur deyðseyði verið pikkaður í Dølum sum aðrastaðni.