Rasmus í Haraldssundi og huldumaðurin
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Huldusøga av Haraldssundi
Rasmus Magnusson, leysingasonur Magnus Heinasonar og pápi Guttorms í Múla, var bóndi í Haraldsundi. Hann var giftur, men átti eingi børn við konu sínari um tað bil, tá ið henda søgan tekur við, tó at hann var gamal maður.
Eitt árið, sum hann gjørdi handilsferð til Havnar, gjørdi bóndin norðuri í Vági, Páll, eisini Havnarferð tann sama dag. Vágsbóndin, sum tá var væl tilkomin, men ógiftur, fór norður aftur fyrr enn Haraldsundsbóndin.
Tað er ikki altíð so týdligt at fara fyri Mjóvanes: har er ein ringur strongur at sleppa um, og Vágsbóndin fór tí uppá land til at hyggja eftir veðrinun og royna at taka løgi norður um. Sum hann stendur og hyggur - ikki er tað góð ætt fyri nesið - nú hvøkkur hann við: eitt konufólk stendur undir liðini á honum. Hann biður henni góðan dag.
Hon sigur við hann, at um hann vil tæna henni eitt lítið sindur nú uppá stundina, skal hann eiga tríggjar útvaldar sinir við teirri gentu, sum skal vera ektarkona hansara: men vil hann ikki gera tað, skal hann eiga eitt avinnudýr til son.
Hann umræður seg og sigur nei. So fer hann attur í bátin ag norður til Vágs.
Eina løtu eftir koma Haraldsundsmenn úr Havn. Rasmus, Haraldsundsbóndin, fer uppá land og hyggur eftir veðrinum at taka løgi norður um Mjóvanes. Tað er eingin góð ætt fyri nesið. Sum hann stendur og hyggur, nú stendur hitt sama konufólkið - huldugenta er tað - undir liðini á bonum. Hon ber sama ynski fram fyri hann, sum hon hevur framborið fyri Vágsbóndan, um at tæna sær eitt lítið sindur, og lovar honum tað sama sum hinum: útvaldar synir, um hann vil hjálpa henni, men eitt ótýggi til son, um hann sýtir henni.
Rasmus umræður seg: hann torir ikki fyri hinum, sigur hann, men hon sigur, at hon skal krógva hann. So játtar hann og fer við henni.
Tá ið hann kom aftur til bátin, vóru hinir fegnir: teir høvdu mist hann reint burtur, søgdu teir, og høvdu kvíðað firi honun. So halda teir norður.
Nú er at siga frá, at bóndin norðuri í Vági giftist og fekk eitt rættuligt avinnudýr til son, ið fekst næstan ongantíð út. Eina ferð vóru teir á fjalli innanvíkar í Vági. Bóndin hevði sonin við sær. Tá ið seyðurin er komin í rættina, rópar sonur bóndans - hann situr uppi á rættini:
"Pápi, nú hugsi eg eitt!"
"Fátækur, tað man vera prýðiligt, ið tú hugsar," svarar pápin.
"Eg hugsi tað," sigur sonurin, "at tað hevði verið ein ónatúrligur ketil, ið øll henda gongan sikuldi verið kókað í."
Tá mutlaði hin gamli: "Eg hugsaði so." Okkurt býttligt mundi tað fara at vera, visti hann.
Frá Haraldsundsbóndanun er at siga, at hann fekk fimm útvaldar dugandi synir. Tá ið teir vóru nakað tilkomnir, vóru teir frálíka dúguligir útróðrarmenn.
Ein morgun - tá var hin rádni Rasmus, pápi teirra, avgamal - fóru teir eldru synirnir fyri dag av Haraldsundi og ætlaðu sær til útróðrar. Sum teir koma norður fyri Búadal (ímillum Haraldsunds og Skarðs, har sigst at vera íbygt), síggja teir ein bát flóta inni á einari gjógv, nevnd Torvgjógv (tríggjar fjórðingar norðanfyri Haraldsund). Teir halda hetta vera Strandarmenn (menn av Strond á BorSoynni), og ein av brøðrunun rópar fyri at speireka:
"Óreint og tíðliga eru Strandarnósarnir á veg í morgun!"
"Hetta skal verða bevnt," verður aftursvaraði úr gjónni. Brøðurnir hugsa einki meira um hetta og rógva til havs.
Tá ið teir koma aftur um kvøldið, spyr hin gamli, hvussu teimum hevur gingist. Teir siga honum frá Strandarnósunun, at teir hava borið eyga við teir inni á Torvgjógv, rópað á teir og skýrt teir.
"Ringir nósar munnu fara at vera burtur úr fyri tykkum," heldur hin gamli og snerkir nøsina, "hetta man koma tykkun aftur um brekkur."
Hann orðar við synirnar, at sama dagin aftur í ársmóti skulu teir siga honum frá, tá ið teir fara til útróðrar.
So líður árið - teir rógva út við sama lag. Kvøldið frammanundan ársdeginun eftir hetta fer hin gamli í loynd og leggur seg í bátin inn undir seglið frammi í skuti; hann hugsar, sum beint man vera, at synirnir munu ikki siga honum frá, tá ið teir fara.
Um náttina ímóti degi koma teir, draga bátin, setast við árarnar og rógva norður fyri Búadal. Tá ið teir eru komnir út fyri hesa vælsignaðu gjógv, har sum teir sóu bátin ársdagin frammanundan, nú kemur ein bátur út úr gjónni skúmandi við ógvuligari ferð og stevnir beint á teir. Maðurin, sum hevur rópað á Strandarnósarnar, situr í eysrúminum bakborðmegin. Huldumenninir rógva beint á eysrúmið; ein teirra stendur frammi í rong og ætlar at taka í Haraldsundsmannin. Nú reisist hin gamli upp undan seglinun har frammi og sigur:
"Tað segði eg tykkum, at ringir nósar mundu fara at vera fyri tykkum."
So skjótur er hin gamli Haraldsundsbóndin attur í rúmið, at hann fær tikið um framstavnin á huldubátinun og leitt hann attur á stavn á sínum báti, áður enn huldu-maðurin nær at tríva í son hansara.
"Salve domine! Salve mihi!" rópar Rasmus (tí hann dugdi eitt sindur latín) - tað vil siga so mikið, at hann bað harran hjálpa sær - og við tað sama eru teir áfastir báðir, huldumaðurin og hann. Teir berjast allan vegin norður eftir. Synir Harldsundsbóndans rógva tað dýrasta, teir orka. Myrkt er alla tíðina í tí borðinun, sum teir báðir berjast, men ljóst í hinum borðinun. Rasmus hevur fót sín á sjóstúkuvelinun kjá soninun til at verja hann fyri at vera burturtiknan av huldumanninun. Bardagin stendur við til teir koma norður fyri Múlan (norðurendan á Borðoynni), tá síggja teir dagsglæmuna, og Viðareiðskirkjan kemur undan. Í somu stund missir huldumaðurin megi sítt og rópar:
"Knis knas! reyðhani í eystri!" (tað er útlagt: "Nú lúgvist eg, tí nú rísur sólin"), og so sleppur hann haldi sínun.
"Ris ras!" svarar Rasmus, og í sama bili hvørvur huldubáturin.
Tá ið teir vóru heimkomnir, Rasmus og synir hansara, segði hin gamli við teir, at teir máttu ikki nakrantíð rópa spottorð til nakran bát í myrkri uppaftur.