Regin smiður
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55
1.
Viljið tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða,
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú umrøða.
Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2.
Sigmund so nevni eg
tann jallsins son,
tað var hin unga Hjørdís,
hon var hans kona.
3.
So glaðiliga drekka teir
í ríkinum jól,
so týðuliga seta teir
sín teknarstól.
4.
Ófriður gekk á
ta heilu høll,
so menniliga vardu teir
hin ríka kongsins fjøll.
5.
Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
hin ríka kongsins lond.
6.
Ófriður gekk á
hin ríka kongsins lond,
leggja teir sínar bardagar
suður við sjóvarstrond.
7.
Ríða teir í bardagar,
ongin kemur heim,
eftir livir Hjørdís
bæði við sorg og mein.
8.
Ríða teir í bardagar,
lata har sítt lív,
eftir livir Hjørdís,
Sigmundar vív.
9.
Hjørdís akslar sær
kápu blá,
so gekk hon á vøllin fram,
har Sigmundur lá.
10.
"Ligg nú heilur Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.
11.
Hoyr tú reysti Sigmundur,
søti mín
er tað nakað grøðandi
sárini tíni?"
12.
"Seint manst tú Hjørdís
fáa til tey ráð
at geva mær tey smyrslini,
sum grøða kunna míni sár.
13.
Hundings synir í randargný
skaðan gjørdu har,
eitur var í svørðinum
teir bóru móti mær.
14.
Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt svørð tá
í tógva luti gekk.
15.
Tá ið eg fekk tað
annað sár,
illa neit at hjartanum,
tað higgi at tí gár.
16.
Tak tú hesa
svørðsluti tvá,
lat tú teir til smiðju bera,
ungan son vit fá'.
17.
Tað ið tú hevur í vón hjá tær,
tað er sveins barn,
tú føð tað væl við alvi upp,
tú gev tí Sjúrðar navn.
18.
Av sonnum eg tað
sigi nú til tín:
hesin sami sonurin
skal hevna deyða mín.
19.
Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesa svørðsluti tvá.
20.
Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.
21.
Eg kann ikki Hjørdís
longur tala við teg,
tí hetta man vera deyðastund,
ið komin er á meg."
22.
Grátandi snúvist Hjørdís
Sigmundi frá,
allar hennar hirðkonur
tær stóðu henni hjá.
23.
Allar hennar hirðkonur,
tær stóðu henni við,
tá ið frúgvin Hjørdís
fell í óvit niður.
24.
Tað var tá sum oftun enn,
tað kom á so brátt,
kongin sókti helsótt
á teirri somu nátt.
25.
Ikki kostaði Hjørdís
minni til enn tá,
børuna av reyðargulli
lat hon Sigmundi slá.
26.
Børuna av reyðargulli
lat hon honum gera,
krossin av tí hvíta silvri
merki til at bera.
27.
Eystantil undir heygnum,
ið dreingir leika á fold,
har gróvu teir tað ljósa lík
niður í døkka mold.
28.
Eystantil undir heygnum,
ið dreingir reika at tala,
dimmur er hesin dapri dagur,
niður í mold at fara.
29.
Grátandi fór nú Hjørdís,
í sínum sali at sita,
Hjálprek kongur fyrstur var
ið frúnna mundi vitja.
30.
Sigmundur kongurin
frá Hjørdísi gekk,
Hjálprek kongurin
frúnna aftur fekk.
31.
Frúgvin lat seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at teirri stundini leið,
hon føðir ein svein so baldan.
32.
Frúgvin lat sær við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundini leið,
hon føðir ein son so fríðan.
33.
Tað var tá sum ofta er enn,
at duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
hon føðir ein ungan svein.
34.
Sveipar hon hann í klæði væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrð so bað hon nevna sær
hin gævuliga svein.
35.
Hann vaks upp í ríkinum
til gævuligan mann,
Hjálprek kongurin
fostraði hann.
36.
Hann vaks upp í ríkinum,
skjótt og ikki leingi,
gjørdist hann í høggum tungur,
hann bardi kongsins dreingir.
37.
Hann var sær á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið kappin kjósa vildi.
38.
Hann var sær á leikvøllum
burtur við aðrar sveinar,
hvørja ta tíð teir reiðir vóru,
stóð eitt stríð av meini.
39.
Hann var sær á leikvøllum,
hann millum manna herjar,
rívur upp eikikelvi stór,
hann lemjir summar til heljar.
40.
Niður setast sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
"Líkari var tær faðir at hevna,
enn berja os so stórum."
41.
Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyða,
hann sortnaði rætt sum mold.
42.
Kastar hann svørð og herklæði,
hann lystir ei longur at leika,
gongur so inn fyri móður sína
við reyðar kinnar og bleikar.
43.
"Hoyr tú sæla móðir mín,
sig mær satt í frá,
hvussu var hann at navni nevndur,
ið mín faðir vá'?"
44.
"Eg kann ikki sannari
siga tær í frá,
tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá'.
45.
Tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá',
tað verður ei, meðan tú livir,
tú sømdir av teim manst fá."
46.
Sjúrður svarar síni móðir
allvæl sum hann kundi:
"Ofta hava vaksi ungum rakka
hvassar tenn í munni."
47.
Hjørdís gongur at kistuni,
sum øll var í gulli drigin:
"Her sært tú tey herklæði,
sum tín var faðir í vigin."
48.
Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv goymdi gull og fæ,
tekur upp ta blóðugu skjúrtu,
og kastar honum á knæ.
49
Tekur hon teir svørðslutir,
Sjúrði hon teir fær:
"Hetta gav tín sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.
50.
Tak tú hesa
svørðsluti tvá,
tær eitt annað javngott
svørð av teimum slá.
51.
Regin smiðir býr
fyri handan á,
honum skalt tú bera
hesa svørðsluti tvá.
52.
Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.
53.
Gakk tú fram at fossinum,
kasta stein í á,
kjós tær hest til handar tann,
sum ikki víkur í frá!"
54.
Gekk hann sær at fossinum,
kastaði stein í á,
hann tók tann av hestunum,
sum ikki veik í frá.
55.
Hann varð valdur í ríkinum,
av øllum var hann bestur,
síðan var hann kallaður,
Grani, Sjúrðar hestur.
56.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á,
Regin smið at finna.
57.
Tað var hin ungi Sjúrður
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði øllum,
og tók sær svørð í hond.
58.
"Hoyr ta frægi Sjúrður,
tú ert so menskur ein mann,
hvørt stendur ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?"
59.
"Hoyr tú tað nú Regin,
higar stendur mín ferð,
ger mær tað tú Regin smiður,
smíða mær nú eitt svørð!"
60.
"Ver vælkomin, ungi Sjúrður
tú hevur verið mær kærur,
dvølst tú í ríkinum nakra tíð,
tú ver í nátt hjá mær."
61.
"Eg kann ikki, Regin smiður,
dvøljast her hjá tær,
Hjálprek kongur saknar meg
úr hásætinum hjá sær."
62.
Smíða tú mær svørðið
virðiliga og væl,
bæði skal eg vega við tí
jarn og so stál.
63.
Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarn og so stein."
64.
Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tíggju næturnar,
hevði hann tað í gerð.
65.
Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin aðra ferð.
66.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.
67.
Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
og tók sær svørð í hond.
68.
"Ver vælkomin Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugur og hjarta,
tú verður til víggja førur.
69.
Smíða havi eg tær svørð
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn og so stein."
70.
Sjúrður gongur at stórum stiðja,
royndi alv so fast,
sundur hans svørð tá
í tógva luti brast.
71.
"Deyða ert tú Regin,
av mær verð,
fyri tú vildi svíkja meg
í tíni vápnagerð."
72.
Báðar tekur hann svørðslutirnar,
kastar honum á knæ,
skalv tá Regin smiður
sum eitt liljublað.
73.
Báðar legði hann svørðslutirnar
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin
sum á liljuvond.
74.
"Smíða skalt tú annað svørð,
men smíðar tú tað svá,
vita skalt tú Regin
lív skalt tú ei fá.
75.
Svørðið skalt tú gera
so reiðuliga hart,
bæði skal eg vega við tí
stál og so jarn."
76.
"Smíði eg tær annað svørð
og verður tað ei svá,
hjartað úr orminum,
tað leggi eg treytir á.
77.
Hoyr tað ungi Sjúrður,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum,
tað vil eg hava í verð."
78.
Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.
79.
Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin aftur á ferð.
80.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.
81.
Tað var hin ungi Sjúrður,
reið fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði
og tók sær svørð í hond.
82.
"Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð."
83.
Sjúrður gongur at stiðjanum,
høggur alt við fart,
hvørki mátti røkka, ei støkka,
so var svørðið hart.
84.
So høggur hann Sjúrður
fastliga til,
sundur kleyv hann stiðjan
og stabban við.
85.
Tað rennur ein á frá kelduni upp,
ein onnur skamt ífrá,
Gram kallar hann svørðið,
á hallargólvi lá.
86.
"Hoyr tað frægi Sjúrður
tú far og kann um vív,
fyri tílíkan høvdinga
vildi eg lati lív."
87.
"Hoyr tú ta nú Regin,
hetta sigur tú mær,
men annað býr í hjartanum,
Regin smiður, á tær."
88.
"Inn tað, frægi Sjúrður,
siga skalt tú mær,
nær tú ríður á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær."
89.
"Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at finna,
síðan ríði eg á Glitraheiði,
men tað fýsir meg minna.
90.
Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at fella,
so fari eg á Glitraheiði,
tí mær man einki bella."
91.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
ei skortar honum eyð,
reið hann tá í randargný,
hann hevndi sín faðirs deyða.
92.
Allar vá hann Hundings synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund í ríkinum var,
hann reið á Glitraheiði.
93.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
ríður yvir skóg,
møtti honum gamalur maður,
hann settist niður á lón.
94.
Har kom maður á vøllin fram,
eingin ið hann kendi,
eyga hevði hann eitt í heysi,
finskan boga í hendi.
95.
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú ert so reystur ein mann,
hvørt stendur ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?"
96.
"Eg reið fyrst í randargný
teir Hundings synir at finna,
nú ríði eg á Glitraheiði,
roysnisverk at vinna."
97.
"Hoyr tú reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær,
hvør er hasin vesæli maður
í fylgi er við tær?"
98.
"Regin smiður kallast hann,
ormsins bróður hann er,
tí havi eg hann við mær
á hesi míni ferð."
99.
"Hvør bað teg grava
hesar gravir tvær?
Deyðan man hin sami maður
hava ætlað tær."
100.
"Regin legði mær ráðini
at grava gravir tvær,
tí hann er mín vinmaður
við mær á hesari ferð."
101.
"Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær,
hann er versti svíkjari
og deyða vil hann teg.
102.
Væl mást tú Sjúrður
akta har uppá,
at tú ikki deyðan skalt
av hesum ormi fá.
103.
Grava tú ta triðju,
tú grava hana skamt ífrá,
ein mun av eitrinum
lívir hon tær tá.
104.
Grava tú enn ta fjórðu,
har longur fram,
upp úr grøvini
skalt tú vega hann.
105.
Grava skalt tú ta fjórðu,
tú grava hana har íhjá,
síðan skalt tú Sjúrður,
á jørðini stá."
106.
Ormur er skriðin av gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður setist á Grana bak,
hann býr seg til at ríða.
107.
Ormur er skriðin av gullinum,
tykist hava grið,
Sjúrður trívur im benjarkolv,
hann býr sítt svørð nú til.
108.
Tríati favnar var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru hans bæði bóksl,
men búkur á homrum lá.
109.
Uppi vóru hans bæði bóksl,
men búkur á homrum lá,
tað var hin reysti Sjúrður,
hann sínum svørði brá.
110.
Sjúrður gav so vænt eitt høgg,
tað øllum tókti undur,
tá skalv bæði leyv og lund
og allar vørildar grundir.
111.
Tá skalv bæði leyv og lund,
og allar vørildar grundir,
Sjúrður brá sínum bitra brandi,
hjó hann um miðju sundir.
112.
Tað spurdi ormurin,
tá ið hann í brotum lá:
"Hvør er hesin hugdjarvi,
ið høgga torir svá?"
113.
"Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdís,
kona hans var hon."
114.
"Hoyr tú tað nú Sjúrður,
hvat eg tali til tín,
hvør fylgdi tær ta longu leið
higar nú til mín?"
115.
"Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er hin versti svíkjari,
deyða vildi hann teg."
116.
Til tess svaraði ormurin,
meðan hann lá í blóði:
"Drepa skalt tú Regin smið,
tó at hann er mín bróðir.
117.
Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vegið meg,
hann er versti svíkjari,
deyða vil hann teg."
118.
Tað var Regin smiður,
talaði so fyri sær:
"Fái eg nú Sjúrður
tað ið tú lovaði mær?"
119.
Sjúrður stakk til hjartað,
tó vegurin var trangur,
steikti tað á teini,
ið tríati alin var langur.
120.
Sjúrður gjørdist á hendi heitur,
hann brá sær í munn,
fuglar og so alskyns djór
vóru honum á máli kunn.
121.
Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sita í eik:
"Sjálvur skalt tú Sjúrður
eta av tíni steik."
122.
Sjúrður steikti hjartað,
og tað av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð.
123.
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár,
í spori sum hann stóð.
124.
Tað var hin ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundir í luti tvá.
125.
Mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá,
tí at hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
126.
Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
hann bindur upp á Grana bak
gullkistur tólv.
127.
Tólv gullkistur legði hann
hvørjuminni klakk,
sjálvur settist hann omaná,
so er mær frásagt.
128.
Síðan settist Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk um lyngheiðir,
og reiður var hann tá.
129.
Hesturin rennur í oyðimørk,
leiðin var honum ei kunnig,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir so køldum runni.
130.
So treður hann Grani
grót rætt sum vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
í ríka kongsins høll.
131.
Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp annan tátt,
og víðari leggja í minni.