Risabrúdleypið

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Risabrúdleypið


Hetta ævintýrið hevur eina heldur harðliga søgugongd, og kann virka ræðandi fyri smærri børn.

Frásøgumaður var Guttormur Poulsen í Hvannasundi á Viðoynni.
Ein líknandi variantur stavar frá Peder Olsen, Fossá, Borðoy.

Eina ferð var tað ein bóndi (tilskilað er, at tað skuldi vera í Noreg), hann átti ein son, sum æt Tóri, og so átti hann trý hundrað seyðir gangandi í dalinun.
   Ein dagin sendi hin gamli son sín út til at hyggja eftir seyðinun. Tá ið Tóri kom í dalin, legðist mjørkin so tjúkkur, at hann viltist. Tá ið mjørkin tók at fleyra í, hitti hann eina frálíka vakra gentu, hann kysti hana, hon var so søt, at "av vørrun vætti vín", og hann fekk sterkt yndi til hennara. So tjúknaði mjørkin aftur, hann køvdi rættuliga av, og so misti Tóri gentuna burtur.
   Tá ið tynti í aftur, sá hann ein stóran risa koma gangandi ímóti sær (sagt er, at risarnir skuldu kunna gera mjørka og taka hann burtur aftur eisini).
   Risin spurdi hann, um hann onga gentu hevði hitt her í dalinun.
   Jú, tað hevði hann.
   "Fjør mítt! tað var dóttir mín."
   "Nei, tað ber ikki til," segði drongurin, "hon var vakrari enn so, ein slíkur skeggjatussi sum tú kann ikki vera pápi at henni, mætari maður má tað vera."
   "Fjør mítt! vilt tú ikki hava hana til konu?" spurdi risin.
   "Jú, tað vil eg fegin," segði drongurin.
   Ja, so vildi hann fara aftur í helli sítt at gera til brúdleyps, segði risin og bað drongin fara heim og bjóða so miklum fólki, sum hann vildi, í brúdleypið. Um hann so beyð trýhundrað, var tað sær líka kært, men Nornagesti og hundi hansara Hálvahala (ella Snata) skuldi hann ikki á nakran hátt dirva seg til at bjóða.
   Tá ið drongurin kom heim, spurdi pápin hann eftir seyðinun, og Tóri segði frá øllum sum tilborist hevði. Pápin legði tá soninun til ráðs, at hann skuldi ongum øðrum bjóða í brúdleypið uttan teimum báðum, Gesti og hundinun, tí alt var uppá svik, sum risin hevði sagt, helt hann - har mundi einki gott fara at vera burtur úr.
   Sonurin gjørdi, sum pápin bað, og so fara teir avstað fýra í flokki, pápi og sonur, Gestur og Hálvihali. Nú ið teir koma í risahellið, er risin - Kolbein æt hann - burtur og bara gentan og risamamman heima. Hin gamla kellingin - Skinnherjan kallaðist hon - men risin var vanur at rópa hana Skrukku sína - var øðilig at síggja, bæði rukkut og skrukkut, og hevði kløur fyri neglur. Hon gekk og stákaðist og bar eina óføra rúgvu av oksakjøti í pottarnar at kóka. Har vóru bæði oksar og neyt dripin, sum ein og hvør kann ætla.
   Teir setast niður og spyrja eftir Kolbeini risa.
   "Hann er úti at bjóða hinum risunum í brúdleyp, men kemur skjótt aftur," sigur hin gamla og vendir kjøtið í pottinun við klóm sínun.
   Tað líður ikki langt um, so kemur Kolbein og hevur tíggju risar heim við sær. Hann heilsar faðiri og soni blídliga. Nornagestur situr uttar við dyr; risin skjýtur eyga at honun og spyr, kvør hatta er.
   Hetta var bara ein spælimaður, segði brúðgómurin.
   Einki dámar hetta risanun - hann man kenna. Allir setast niður og eru ógvuliga fáligir; teir gruna, hvørjir hesir báðir ókunnugu gestirnir eru - nú verður tað harvið.
   Risarnir fara at breggja saman, og Kolbein ber uppá mál, um hin gamli Glimrageiri ikki man fara at koma til hesa veitslu við. Glimrageiri var sterkastur og ítastur av øllum risunun, so tað hevði verið góð hjálp í honum, um nakar ófriður var á ferð. Sum teir sita og tosa og leingjast eftir Glimrageira, kemur buldur í, hellið tekur at skakast og beinkirnir at svigta undir teimun: eitt skorast og trokast í durunun - tað er Glimrageiri, ið kemur, trongt er hjá honum at sleppa inn. Hann setst uttar við dyr, Kolbein fer til hansara og biður hann vera vælkomnan.
   Nú eru risarnir so fróðir og móðmiklir og halda at vita væl við. Hin gamla Skinnherjan borðreiðir við oksakjøti og seyðakjøti. Alt liðið setst til borðs: teir tólv risarnir øðrumegin og hini fimm: brúðurin, brúðgómurin, pápi brúðgómsins, Nornagestur og hundurin Hálvihali hinumegin.
   Átið er óført á risunun: ikki trýtur heldur maturin. Kolbein skeinkir teimum sterkar drykkir: øl, sum hann sjálvur hevur bryggjað, og tað man sláa í høvdið. Teir drekka hugaliga, og alt veksur kætin; "sum brim fellur í urð", so skramblar í bróstunum á risunum, tá ið teir drekka.
   Tá ið teir eru lidnir at eta, spyr Kolbein hinar, hvat teir skulu hava sær til spæls: skulu teir sláa ein dans upp ella fara at kasta knútur? Teir spyrja Gest og Tóra, hvat teir helst vilja.
   Tað ið teimum sjálvum best líkar, siga Gestur og Tóri.
   Tá sigur Glámur risi:
   "Køstum vær knútur!"
   So velja teir henda leik (ætlanin er at drepa Gest). Glámur tekur eina knútu, kastar og ætlar á Nornagest. Óføra sterkir eru risamir og beinraknir eisini, men Nornagestur er tó fimari: hann loftar knútuni, fírir aftur og rakar Glám, so eygað liggur úti á kjálkanum. Glámur sker í eitt gallróp; verkurin er so stórur, at hann dansar upp um hellið av øði, og hinir mega halda honum.
   Sámur risi tekur eina knútu og ripar á Nornagest. Gestur loftar henni, ripar aftur á Sám og rakar á kjálkabeinið so fast, at tað fer sundur. Risin sker í eitt geyl, so tað snjellir eftir í, hann er so vindandi óður. Gapur risi tekur eina knútu og skal ripa til Gest, men nú rópar Kolbein risi:
   "Hetta er óstortligur leikur! best er at geva uppat, áðrenn fleiri fáa mein."
   Sum kvøldið líður, rennur ølið av aftur risunun, teir linka, og svøvnur kemur á teir. Teir sovna brátt allir uttan Glámur og Sámur, sum eru so illa viðfarnir, men í endanum sovna teir báðir við. Nornagestur og Hálvihali, brúðgómurin, pápi hansara og brúðurin, sum eru í einum øðrum kamari, liggja øll og vaka. Gestur sigir við hini, at tá ið neistarnir fara at fúka um hellið, tá skulu tey rýma - risarnir róta so illa, tá ið teir sova fast, og tá fúka neistar úr gronun teirra.
   Tá ið nakað er umliðið, sigur Gestur, at nú er best, tey fara upp: ikki er ráðiligt at liggja longur. Tey lata seg í sum skjótast og fara avstað til gongu, brúðurin við. Gestur fylgir teimum væl á leið, men sigur so, at hann noyðist at venda aftur, tí hann hevur eitt ørindi eftir í hellinun.
   Tá ið hann kemur inn aftur til risarnar, liggja allir enn í fasta svøvni, rotini eru ófør á teimun: tað dinur í hellinun, og neistar fúka úr gronun teirra. Gestur tekur eitt svørð niður av bróstinun og fer at myrða teir, ein firi og annan eftir. Summir doyggja við tað sama, men aðrir, sum ikki doyggja so knappliga, skera í gallróp. Teir, ið eftir eru, vakna, og nú er ein grøtiligur larmur í hellinun. Nornagestur flýr í bræði.
   Kolbein, sum eftir livir, rópar á hinar og biður teir søkja fast eftir teimun, ið flýdd eru. Hann geylar á ymsar, men eingin svarar aftur uttan Glimrageiri - alt hitt er deytt. Níggju risar eru dripnir, og bert tríggir liva eftir umfram kellingina: Kolbein sjálvur, Glimrageiri og Gapur. Kolbein rópar á Skinnherjuna:
   "Fjør mítt! gamla Skrukka mín! far upp og lat teg í bjarnarhúðina. Halt so til fjals upp í hamranar og rapa grót oman á teir, vær skulum fara í neðra eftir teimun."
   Nornagestur hevur skjótt fingið brúðfólkini aftur. Hann biður tey skunda sær tað dýrasta, tey orka tí nú koma risarnir. Tað er alt í senn, so hoyra tey dunið aftanfiri seg. Tey líta aftur um seg - øðiligt er at síggja risarnar: tað spruttar upp úr jørðini, og spruttið stendur heilt upp um høvdini á teimun, sum teir renna.
   Nornagestur biður nú síni fólk manna seg sundur at halda ímóti; hann skipar firi, at brúðgómurin skal fara ímóti Kolbeini, pápi brúðgómsins ímóti Gapuri, sjálvur vil hann fara ímóti Glimrageira.
   Tað er alt í senn, at risarnir koma, og teir bresta saman í bardagar. Hjá verfaðirinun og hansara risa stendur nakað á jøvnun føti - óført er risamegið, men bulvirkisligt og klombrut er slagið, so hin fær við fimleika og brøgdun sínum risan undir seg og lívið av honum.
   Illa stendur til hjá brúðgóminun, hann fer at lúgvast. Nornagestur fær í endanun Glimrageira undir seg og krivur hann. Tá ið Gestur reisist og hyggur um seg, er brúðgórmirin dottin, og Kolbein skal drepa hann. Gestur loypur honum til hjálpar og drepur risan.
   Nú fer grót at skrambla í fjøllunun uppi í erva; tað er hin gamla Skrukkan, sum stendur á einun høgum hamri og roytir grót oman yvir teir. Gestur beitir hund sín Hálvahala niðan í fjallið ímóti henni. Ein stíggjur er at sleppa eftir hjá honum upp á hamarin. Hon rapar grót oman í heilum, men Hálvihali leggur ikki lag í, hann skákar og smýgur ímillum, sneiðir og snirrar undan grótinun ymsar vegir. Alt nærkast hann kellingini; hon sær, tað batar ikki at blaka grót, og ger seg til at taka hundin í stíginun. Nú er Hálviihali uppi ígjøgnum, og bæði møtast. Hon rættir klørnar fram at taka hundin, men hann loypir beint á hana, trívur í fótamørin við kjaftinun og skræðir búkin burtur úr henni. Tá ið Gestur kemur niðan, liggur hon deyð og gapar, allur innvølurin er lopin út úr.
   So fara tey øll aftur í risahellið og taka so mikið av dýrgripun, sum tey orka at dragsa, bæði gull og silvur, og bera heim til bóndan. Bóndin takkar Nornagesti og gevur honum góða løn fyri alt tað, ið hann hevur avrikað. Brúður og brúðgómur giftast nú á rættan hátt, og brúdleyp verður hildið upp aftur hjá bóndanun. Síðan er einki at siga frá teimum.