Risin og drongurin

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Risin og drongurin


Uppskrift úr Syðradali, Kalsoy

Ein drongur var hjá einun risa at vera. Tveir einir vóru teir í húsi. Ein dagin skuldi teir fara burt á skógvin til at høgga brennivið. Tá ið teir hildu vera nóg mikið at bera, tóku báðir at fatla saman hvør sína byrðu. Í sama bili risin fór undir, legði hin byrðu sína uppá risans og setti seg sjálvan omaná. Tá ið teir høvdu gingið nakað, spurdi risin, um tað var ikki tungt hjá honun.
   Nei, hann føldi ikki til tað.
   "Fjør mítt, nú hugsi eg, at eg fari at hvíla," sigur risin. Drongurin heldur tað vera skomm fyri hann at hvíla, tá ið hann sjálvur ikki kennir møði.
   Til endan koma teir at húsum. Risin setur av sær, kyndir upp eldin og heingir kjøtpottin upp yvir. Illa gongur til: hann fær ikki eldin at loga, tekur at blása og blæsur so, at drongurin fýkur upp í tróðrið. Risin vendir sær á, hyggur upp og sær drongin í tróðrinum:
   "Fjør mítt! Hvat gert tú har?"
   "Eg leiti ettir brenniviði."
   "Umhugsið, umhugsið, fjør mítt!" sigur risin.
   Nú fer potturin at kóka, og risin sigur við drongin, sum niður aftur er kropin úr tróðrinun, at teir skulu fara at kappsleikja fløtið.
   "Fjør mítt, eg skal sleikja, har sum kókar, og tú hinumegin."
   Tá ið kókað er og báðir hava slokt, leggur risin upp úr. Nú skulu teir kappeta, heldur drongurin og bindur ein posa undir øsið á sær. Teir setast at eta, og ikki er eiti av gloypum, ið risin tekur, men drongurin koyrir mestur hvønn bita í posan.
   Risin spyr, um hann er ikki mettur enn. Nei, sigir drongurin. "Fjør mítt, nú tykist eg at hava nóg mikið."
   Risin leggur frá sær, men drongurin heldur á at eita. Um síður gevur hann uppat:
   "Nú rúmast ikki meira í mær; nú fari eg at kryvja meg." Drongurin kryvur posan, og allir kjøtbitarnir rapa niður á gólvið. Risin tikist at vera ovbirðaður og biður hin krivja seg við. Hann so ger, setur knívin á risans búk og kryvur hann.
   Risin doyði, og drongurin tók so alt gullið, í hellinun var, heim aftur við sær.